mánadagur 9. januar 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 5 - 6. januar 2006
29
Torbjørn Olsen umtulkaði sínar altartalvur í steinprentum
Mynd: Jens K. Vang
lukkes man ind i samarbejdets
fintmaskede net af muligheder,
ideer, tanker, samtaler og dette
og hint. Der kommer besøgende,
få kender man, andre møder man
første gang, så næste gang og
næste gang. Værkstedet bliver et
samlingspunkt, hvor mennesker
mødes...”. Mong av hesum
vitjandi eru føroysk listarfólk,
og tað er allarhelst óneyðugt at
staðfesta, hvussu týdningarmikið
tað er fyri yrkislistaumhvørvið at
kunna møta hesum dugnaligu og
vitandi listafólkunum uttanífrá
og skifta orð um myndlistina. Av
øðrum áhugaverdum útlendskum
listafólkum, ið hava arbeitt í
Grafiska Verkstaðnum hetta
árið kunnu nevnast: Kathrine
Ærtebjerg, Kjell Nupen og
Peter Carlsen. Tað er annars
ein føroyskur listamaður, ið
hevur gjørt nakað av tí mesta
spennandi, eg havi upplivað
í verkstaðnum í ár. Tóroddur
Poulsen, ið vit annars kenna
sum yrkjara, er veruliga farin
at gera um seg innan mynd
listina. Hann hevur arbeitt í
Grafiska Verkstaðnum tvær
ferðir í 2005. Kanska hevur
onkur lagt merki til, at yrkj
arin í størri mun er farin at
myndprýða síni yrkingarsøvn
sjálvur, t.d. ”Svøvnlendingur
rættar kumpass” (2003):
”Eygnamørk” (2004) og tað
nýggja “Morgunbókin”. Hóast
tað ikki var fyrr enn einaferð
miðskeiðis í hálvfemsunum, at
gongd kom á tað myndlistarliga
arbeiðið, so hevur myndlistin
altíð ligið frammarlaga millum
áhugamálini hjá Tóroddi.
Meðan hann t.d. hevur skrivað
yrkingar, eru smáar tekningar
óavvitandi vaksnar fram millum
orðini. Summi verða provokerað
av tekningum Tórodds, sum
á sama hátt sum yrkingarnar
hava okkurt lætt og ómakaleyst
yvir sær. Teirra útsøgn liggur
ofta í millum skemt og
álvara, millum tað ítøkiliga
og óítøkiliga, og royndin at
lýsa, hvat býr undir sorgblíða
ella speiska pokersmílinum,
kennist oyðileggjandi bókstavi
lig. Tóroddur Poulsen er annars
eitt upplagt evni til Heyst
framsýningina, um hesin lista
bólkur ætlar at hýsa fleiri limum.
Føroysk myndlist hevur eisini
á ymsan hátt gjørt um seg
uttanlanda í árinum, ið fór. Eitt
nú hevur Tróndur Patursson
latið úr hondum heimsins størsta
listaverk úr glasi; ein lyft til
eitt parkeringshús í Vejle í 6
hæddum. 2005 var eisini eitt
gott ár hjá Bárði Oskarsson,
sum fyrst fekk 60.000 krónur
úr Grunni Thorvald Poulsens
av Steinum og sum síðan fekk
bók sína “Ein hundur, en ketta
og ein mús” selda til Fraklands.
Søgan er eisini virkuliga góð
og stuttlig, myndirnar ei um at
tala. Tað kundi verið áhugavert
um Bárður kundi flutt eitt sindur
av skemtinum, yvirskotinum
og speiseminum og ta fríu
strikuna yvir í sínar stóru myndir.
Áðurnevnda Sønderjyllands
Kunstmuseum hevði stóra
framsýning við og um Føroyar
við heitinum: “Atlantisk Rapsodi.
Billeder af Færøerne”. Bók
var útgivin í sambandi við
framsýningina við nógvum
og áhugaverdum greinum hjá
Bárði Jákupsson, Inger Smærup
Sørensen, Jan Andersson,
Kristian Blak o.ø., sum tilsamans
fyllir 122 síður á donskum og
týskum.
Tey eldru og tey ungu
Hetta árið gjørdist Lützenstrøð
í Havn eitt keðiligari stað.
Listamenninir og grannarnir
báðir Eyvindur Mohr og Ingálvur
av Reyni fóru báðir í Harrans
hendur. Meðan Eyvindur hevði
stóra ávirkan á mín byrjandi
listaáhuga, var tað abstrakta
listin hjá Ingálvi, ið hevði størsta
áhugan sum vaksin. Báðir verða
teir stórliga saknaðir.
Føroyskir tónleikarar eru
forkelaðir, heldur Herdis Jakob
sen, sum gongur í 1.flokki í
Hoydølum. Hon ætlar sær at vera
listakvinna og heldur, at korini
fyri myndlistarliga áhugaðan
ungdóm eru vánalig. T.d. er eitt
nú eingin listaskúli í Føroyum,
tú kanst ikki eingang velja fakið
á hástig í Hoydølum og tað sær
ikki út til, at nakað tiltak er á
veg til tess at betra um støðuna.
Hóast tekningarnar hjá Herdis
kunnu tykjast barnsligar við
staðiliga myndevninum av einari
stóroygdari, lekrari babe, so er
einki at ivast hvørki í hennara
talenti ella viljastyrki. Í mun
til føroyska list tykist hon
sjálvstøðug hvat stíli viðvíkur
og tykist meira ávirkað av
útlendskum teknirøðum enn av
heimligu listini. Myndirnar hjá
henni eru møguliga japanskt
ávirkaðar, stílurin liggur onkra
staðni millum Hokusai, Pokémon
og amerikanska popplist. Tað
verður áhugavert at fylgja við í
hennara menning, sum m.a. er
treytað av at okkurt verður gjørt
frá almennari síðu fyri at betra
um umstøðurnar hjá ungum
listafólki í Føroyum.
Heystframsýningin í høllini á
Tórshavnar Skipasmiðju var heilt
stóra myndlistatreffið í 05
Mynd: Jan Müller
Tóroddur Poulsen er upplagt evni til
Heystframsýningina
Mynd: Jens K. Vang