mánadagur 9. januar 2006síða 39
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 5 - 6. januar 2006
39
Tú hevur hugsanir um, hvussu eldraøkið kann mennast frameftir. Tær dámar
avbjóðingar, og tú hevur evnini at leiða og motivera eitt ymisligt lið av leiðarum
við ymisligum arbeiðsumstøðum.
Ljóðar hetta sum tú? So er eitt spennandi starv sum leiðari fyri eldraøkið leyst at
søkja. Økið er í støðugum vøkstri, og tí krevst ein framsíggin persónur við góðum
leiðaraevnum, ið setir framburð og trivnað í hásætið.
Bygnaður og starv
Deildin fyri eldraøkið er skipað undir Heimarøktini og Serforsorgini. Deildin
fevnir í høvuðsheitum um heimarøktina og ellis- og røktarheimini. Virksemið
er kring alt landið. Deildin umsitur fyri uml. 250 milliónir krónur árliga. Tað eru í
løtuni uml. 845 starvsfólk innan økið, harav 455 starvast í Heimarøktini. Leiðarin
arbeiðir í tøttum samstarvi við økis og stovnsleiðarar um alt landið.
Leiðarin hevur ábyrgd mótvegis stjóranum í Heimarøktini og Serforsorgini.
Umframt deildina fyri eldraøkið eru fýra aðrar høvuðsdeildir undir Heimarøktini
og Serforsorgini og tí gongur leiðarin inn í eitt kollektiv av leiðarum.
Arbeiðsplássið er dynamiskt og umsitur eina sera týðandi samfelagsskipan.
Økið hevur stóran almennan áhuga, tí tað fevnir um tænastu til nógv fólk, og
tað er ein avbjóðing at liva upp til krøvini við teimum fíggjarligu kørmum, sum
politiska skipanin setir.
Talan er helst um størsta arbeiðsplássið innan fyri røkt í Føroyum, og tað økist, so
hvørt fleiri uppgávur verða fluttar út í primeru tænastuna.
Uppgávur og krøv
Leiðarin hevur fíggjarligu, fyrisitingarligu og fakligu ábyrgdina á øllum økinum.
Uppgávurnar eru sera fjølbroyttar, og eingin dagur er eins.
Starvið krevur, at tú hevur viðkomandi útbúgving og hollar leiðslu- og
starvsroyndir. Persónliga krevst, at tú hevur breiðan rygg og ert týðiligur.
Leiðarin má eisini hava hegni og evni at koma fram til framtíðarloysnir og fremja
tær í verki. Tað krevur millum annað, at tú dugir at skapa sambond og varðveita
tey. Tú skal vera savnandi og skapandi, tí einki verður framt uttan í samstarvi við
onnur.
Starvið gevur tær ávirkan, tú kemur í samband við nógv fólk og hevur góðar
møguleikar fyri eftirútbúgving.
Av tí at ætlanir eru um møguliga at leggja eldraøkið út til kommunurnar at
umsita innan eitt ávíst áramál, mást tú tola, at tað kunnu koma broytingar í
innihaldinum, ella at starvið verður umskipað til at fevna um aðrar uppgávur
innanfyri stovnin.
Løn- og setanartreytir
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálráðið og avvarðandi
yrkisfelag. Starvið er til flokkingar í løtuni. Setanarøkið fevnir um Heimarøktina
og Serforsorgina. Tænastustaðurin í løtuni er Eldraøkið.
Um fleiri upplýsingar ynskjast, ber til at ringja til Meginskrivstovuna á telefon
304020 og tosa við Mary J. í Garði, stjóra.
Umsókn og freist
Umsóknarfreistin er 20. januar 2006 kl. 12.00. Skrivlig umsókn við avriti av
prógvum og viðkomandi skjølum skal sendast til:
Heimarøktin og Serforsorgin
Att: Mary J. í Garði, stjóri
Eirargarður 2, 2. hædd
Postboks 3037 · FO-110 Tórshavn
Heimarøktin og Serforsorgin
Meginskrivstovan
Leiðari til eldraøkið
Til sølu
Hvítur Toyota Corolla 1.3i, árg. '98. Sýnaður í juni
'05. Fekk ongan kross! Gott anlegg fylgir við.
Tlf. 424600 ella 509159
Lýsið
við
brúktum
bilum