mánadagur 9. januar 2006síða 40
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 67 - 9. apríl 2006
Runavíkar kommuna
søkir eftir
Pedagogum til Barna-
garðin á Mýrunum
Á Barnagarðurin á Mýrunum ganga 94 børn. Á
stovninum eru 2 vøggustovur við 14 børnum
í hvørjari, 3 barnagarðsstovur við 18 børnum í
hvørjari og ein barnagarðsstova við 12 børnum.
Umstøðurnar á stovninum eru sera góðar við ljósum
rúmligum stovum við eyka spælirúmi. Harumframt
er verkstaður, sansirúm, samtalu/venjingarrúm og
stórt felagsrúm við barnavinarligum køki. Stovnurin
liggur í vøkrum náttúrulendi beint við Toftavatn og
nær við ítróttarøkið
Endamál stovnsins er, við støði í tí einstaka barninum
at geva tí møguleika at mennast, bæði persónliga og
saman við øðrum. Fyri at røkka málinum er neyðugt
við einum tryggum og stimbrandi umhvørvi, við
góðum samstarvi millum leiðslu, starvsfólk og
foreldur.
Vit ynskja tí at umsøkjarin:
• hevur umsorgan fyri børnum
• hevur góð samstarvsevni
• er íðin, nærlagdur og álítandi
• hevur gott yvirlit og megnar at skipa dagin
• er nýhugsandi og ígongdsetandi
Søkt verður eftir 3 pedagogum á 35/40 t. um
vikuna.
Setan verður frá 1. mars 2006 ella eftir nærri avtalu.
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagog-
felag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Nærri fæst at vita um størvini við at tosa við Fríðu
Lómstein, leiðara ella Conny Jacobsen, varðaleiðara
á tlf. 448254 ella 218254
Umsókn við avriti av prógvi og møguligum
viðmælum skal vera kommununi í hendi í seinasta
lagi mánadagin 23. januar 2006, kl. 12,00.
Runavíkar Kommuna
Sosiala deild
Heiðavegur 26
FO-600 Saltangará
Avloysarastarv á
Føroya Brandskúla
Starvið
Undirvísing í brunaverju, eldsløkking og roykkaving.
Til- og avriggan í samband við skeið.
Viðlíkahald av sløkki- og aðrari útgerð og bygn-
ingum.
Tey, ið fáa upplæring í eldsløkking á Føroya brand-
skúla, eru í høvusheitinum: Sjófólk, sløkkiliðsfólk og
starvsfólk á virkjum og stovnum.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava útbúgving sum brunaum-
sjónarmaður, ella útbúgving sum kann síðustillast.
Neyðugt er, at viðkomandi er vanur við at arbeiða
við teldu.
Umsøkjarar skulu hava góð samstarvsevni, vera
fyrikomandi, ágrýtnir og førir fyri at arbeiða
sjálvstøðugt.
Setanarviðurskifti
Starvstíðin er í fyrsta umfari 1 ár, men kann gerast
eitt framtíðarstarv.
Lønar- og setanartreytir annars, verða sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Maskin-
meistarafelagið - Maskinmeistarar í almennari tæn-
astu á landi.
Umsóknir
Umsóknir, við møguligum prógvum, skulu sendast
til:
Føroya sjómansskúla
Postrúm 104
Nóatún 2
FO-110 Tórshavn
Att.: Hans Johannes á Brúgv stjóri
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi
mikudagin tann: 19. januar 2006, innan kl. 12.00.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til:
Signheðin Davidsen á tlf. 422354.
Føroya Brandskúli · FO-430 við Áir
Tlf. +298 422354 · Fax +298 422452
fire-fight.fo · www.fire-fight.fo