Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. januar 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 7 - 10. januar 2006 5 Í ár eru 25 ár síðani, at tónleikabólkurin Yggdrasil sá dagsins ljós, og hetta verður millum annað hátíð­ arhildið við einari jubileumskonsert í Norðurlandahúsinum sunnudagin Jubileumskonsert Terji Nielsen terji@sosialurin.fo At konsertin verður júst sunnu­­dagin, er ikki av til­­ vild, tí sunnudagin er 15 januar, og tað er jú føðingar­ dag­­urin hjá Will iam Hein­esen, sála. Mæti før­ oyski listarmaðurin hevði sera stóran týdning fyri Yggdrasil tey fyrstu árini hjá bólkinum, greiddi stig­ takarin til bólk­ in, Kristian Blak, frá á tíð­indafundi í Norð­ur­landa­húsinum í morgun. Den Yderste Ø – Will iam Heinesen var við í flestu verkætlanunum hjá okkum tey fyrstu árini, og tað var bæði sum yrkjari og sum myndlistamaður, at hann luttók, sigur Kristian Blak. Hann greiddi eisini frá, at Yggdrasil í jubile­ ums­árinum 2006 ætlar sær at spæla alt, sum bólk­ urin hevur gjørt hesi 25 árini, ið hann hevur ver­ið til. Bólkurin hevur fleiri konsertir á skránni, og ætl­ anin er at koma gjøgn­um alt tónleikasavnið hjá Ygg- drasil. Konsertin sunnudagin, sum verður í Norð­ur­landa­ húsinum, verður ein fram­ førsla av verkinum Den Yderste Ø, sum bólkurin upp­runaliga gav út í 1981. Talan er um tónleik, sum verður framførdur saman við yrkingum eftir Will iam Heinesen. Tònleikararnir og lista­ fólkini, ið verða við á konsertini í Norð­ur­landa­ húsinum sunnu­dagin, eru Eivør Pálsdóttir, Annika Johannesen, Tore Brunborg, Mia Káradóttir, Heðin Ziska Davidsen, Kristian Blak, Anders Jormin og Brand­ur Jacobsen. Bólkurin meiri føroyskur í dag Tey fyrstu mongu árini hjá Yggdrasil var manningin í bólkinum fyri ein stór­ an part ein blanding av skandinaviskum og før­ oysk­um tónleikarum, men í dag eru tað fyri tað mesta føroyingar, ið manna bólk­ in. – Man kann sum so ikki siga, at Yggdrasil hev­ ur eina fasta manning, men hesi seinnu árini er tað tó líkasum ein kjarna, ið hevur verið við. Árið 1997 kom eitt nýtt , Mikael Blak á bass og Heðin Ziska Davidsen á gittar. Hesir hava verið við størsta part­in av seinnu árunum, greiddi Kristian Blak frá á tíðindafundinum. Tónasmiðurin minnist aft­ ur á, at hann var rættuliga spentur uppá, hvørji um­mæli unga føroyska mann­ingin fór at fáa á sinni. – Tey fyrstu árini, ið Ygg­drasil var til, vóru tón­leikararnir rættuliga stór nøvn í Skandinavia. Eitt amerikanskt jazzblað hevur øll árini ummælt út­gávurnar hjá Yggdrasil, og útgávurnar við ungu før­ oysku tónleikarunum hevur fingið eins góð ummæli sum útgávurnar við stóru skandinavisku nøvnunum fingu á sinni, sigur hann. Kristian Blak heldur eis­ini, at tað hevði stóran týdning, at Eivør Pálsdóttir kom við í Yggdrasil í 2001. – Tað at vit fingu ein føroyskan sangara, gjørdi eisini sítt til, at bólkurin bleiv nógv meiri føroyskur, enn hann hevði verið, held­ ur hann. Skal víða í ár Sum áðurnevnt ætlar Ygg­ drasil sær í ár at framføra øll tey verk, ið bólkurin hevur gjørt gjøgnum árini. Hetta skuldi eisini borið til, tí nógvar konsertir eru á skránni. Mill um annað verða fleiri konsertir í Før­ oyum. – Vit hava næstan ikki spælt í Føroyum í fimm ár, og tí verður tað gott aftur at spæla her á landi. Vit skulu mill um annað hava eina serliga konsert á summartónum í juni, har upprunamanningin í Ygg­ drasil og manningin, sum er nú, fara at spæla. Vit skulu eisini til Estlands í juli, og somuleiðis eru konsertir avtalaðar í Týsklandi, Eyst­ urríki og Sveits. Vónandi verður eisini ein konsert í Italia, men hon er ikki komin endaligt upp á pláss enn, greiðir Kristian Blak frá. Jubileum tá Yggdrasil fyllir 25 ár Í seinastuni hevur nógv verið frammi um barnapornofiltrið hjá Føroya Tele, og hvussu tað virkar. Onkur hevur kanska fingið tað fatan, at upplýsingar um einstakar persónar verða skrásettar, men so er ikki, upplýsir Føroya Tele Barnapornofiltur Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Í tíðindaskrivi sigur Før­ oya Tele, at filtrið einans skrásetir, hvussu nógvar vitj­anir, ið útvaldar barna­ porno­grafiskar heimasíður hava havt, og ikki hvør tað er, sum vitjar tær. Hagtøl fyri vitjanirnar verða send donsku ríkisløgregluni. Halda ikki eyga við fólki Í skrivinum sigur Føroya Tele, at fyritøkan ikki heldur eyga við, hvør vitj­ ar barnapornografisku síð­ urnar. Tað, sum filtrið ger, er, at um ein persónum av tilvild ell a tilvitað kemur á eina barnapornografiska heimasíðu, fær viðkomandi eina STOP-síðu á skíggjan. Einki eftirlit er við, hvørj­ ir persónarnir eru, ið vitja hesar heimasíður, og tí fær hvørki danska ríkis­løg­ reglan ell a nakar annar at vita, hvør tað er, ið sum vitjar síðurnar. Í stuttum kann tí sigast, at nýggi filtrið hjá Føroya Tele bert snýr seg um hagtøl og fyribyrging, og als ikki um persónsskráseting, verður sagt í tíðindaskrivinum, sum í dag er sent fjølmiðlunum. Føroya Tele: – Vit skráseta ikki persónar Komandi sunnudag verður 25 ára jubileumskonsert við Yggdrasil í Norðurlandahúsinum. Verkið, ið verður framført á konsertini, er Den Yderste Ø við yrkingum eftir William Heinesen. Mynd: Jens Kr. Vang Hóast Føroya Tele hevur fingið eitt sokallað barnapornofiltur, so merkir tað ikki, at fyritøkan heldur eyga við, hvørjir persónar vitja barnapornografiskar heimasíður. Mynd: Jens Kr. Vang