týsdagur 10. januar 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 7 - 10. januar 2006
Stjórin í Rúsuni:
Matstovurnar avgera sjálvar,
hvat tær hava á vínkortinum
Elsa Maria Holm
Olsen, stjóri á Rús
drekkasøluni, sigur
seg ikki vera samda í
øllum kritikkinum,
sum Leif Sørensen og
Johannes Jensen bóru
fram í Sosialinum
fríggjakvøldið, har
teir m.a. fýltust á
úrvalið. Hon sigur, at
teir kunnu fáa so at
siga alt, teir ynskja til
teirra matstovur
RÚSDREKKAMÀL
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Í samrøðu við Sosialin í
vikuskiftisblaðnum fýltust
Leif Sørensen og Johannes
Jensen, sum reka ávikavist
Gourmet og Hotel Tórshavn
og Hotel Føroyar, á føroysku
rúsdrekkalógina.
Umframt at finnast at
prísleguni í Rúsdrekkasølu
Landsins, søgdu teir seg eis
ini vera ónøgdar við úrval
ið.
– Við tí úrvali, sum Rúsan
hevur at bjóða fólki, lærir tú
fólk at drekka mongdarvín
heldur enn góðskuvín. Eg
tími ikki at koyra góðskuna
hjá mær niður, men tað eri
eg noyddur til við tí úrvali,
sum er av víni, segði Leif
Sørensen millum annað, og
Johannes Jensen samanbar
úrvalið á hvítvíni við eina
“kiosk í Jútlandi”.
Opin fyri kritikki
Elsa Maria Holm Olsen er
stjóri á Rúsuni, og hon sigur,
at tey eru opin fyri kritikki,
men at hon ikki skilir júst
handan kritikkin, tí úrvalið
hjá Rúsuni er ikki bert tað,
sum stendur á hillunum.
– Vit hava skyldu at veita
kundanum ta vøru, hann
ella hon ynskir. Tað er bert
at koma við ynskinum, so
bíleggur Rúsdrekkasølan
vøruna og kundin fær tað,
hann ella hon vil hava.
Soleiðis er eisini við mat
stovunum. Matstovurnar
keypa vanliga ikki ta vøru,
sum Rúsdrekkasølan hev
ur standandi á hillunum
Matstovurnar hava sum oft
ast serlig ynski til øðrvísi
vøru, og so bíleggur Rús
drekkasølan hesa vøru til
matstovurnar. Sostatt hava
matstovurnar júst tað, tey
vilja hava á vínkortinum, sig
ur Elsa Maria Holm Olsen.
Prísirnir politiskt
ásettir
Í vikuskiftisblaðnum fýltist
Johannes Jensen eisini á,
at eingin seljari frá Rúsini
hevur verið hjá teimum tey
seinastu 4 árini.
Til hetta sigur nýsetti
stjórin, at endamálið hjá
Rúsuni er at tálma nýtsluni,
og tí hevur praksis higartil
verið, at tey ikki fara út til
viðskiftafólk at selja og har
við beinleiðis ávirka søluna,
men at tað gera leverandørar
harafturímóti av sínum ein
tingum, tá teir vitja í Før
oyum.
Leverandørarnir
bjóða eisini matstovunum
aðrar vørur, sum Rús
drekkasølan hevur valt ikki
at hava á hillunum. Um eitt
hvørt er, sum hotellini og
matstovurna ynskja broytt,
eru tey vælkomin at seta seg
í samband við Rúsdrekka
søluna.
Stjórin leggur dent á, at
tey eru til fyri kundarnar,
men at prísirnar fáa tey ikki
gjørt so nógv við, tí har hava
tey lógarkarmar, sum eru
politiskt ásettir.
Hinvegin metir hon ikki,
at matstovurnar hava nakran
trupulleika, tá talan er um
úrval, av tí tað ber til at
bíleggja so at siga alt rús
drekka í heiminum heim
til Føroya gjøgnum rúsuna.
Tó eru avmarkandi áseting
inar, tá tað kemur til øl og
brennivín. Ølið má ikki vera
sterkari enn 5,8 % og skal
vera í íløtum, sum skulu
endurfyllast við upprunaliga
innihaldinum og brennivíni,
sum ikki má vera sterkari
enn 60 %.
Spurd um hetta ikki inni
ber, at keyparin noyðist at
bíleggja í stórum nøgdum,
sigur Elsa Maria Holm
Olsen, at tað nýtist ikki
at vera so. Tað ber til at
bíleggja eitt slag av víni, og
so fáa hetta heim við í einum
vínkassa við 6 fløskum. At
bíleggja ein vínkassa við 6
fløskum eigur ikki at vera
nakar trupulleiki hjá einari
matstovu.
- Fólk kunnu fáa øll sløg,
tey vilja hava, tí vit kunnu
útvega so at siga alt, sigur
Elsa Maria Holm Olsen.
Eyka útreiðslur, kunnu tó
standast av vørum, sum eru
serliga torførar at fáa fatur
á.
Í 2004 vóru 470 rúsdrekkasløg í fasta vøruúrvalinum
(príslistanum), og Rúsdrekkasølan útvegaði harum
framt umleið 300 aðrar vørur eftir serligum ynski. Tað
vóru serstakliga skeinkistøð og matstovur, ið gjørdu
nýtslu av hesi tænastu. Í 2005 var fasta vøruúrvalið
økt til næstan 500.
Søla av vørum á príslista var í 2004 72 mill.kr. ella
69% av allari søluni og vørur, sum ikki eru á príslista
33 mill.kr. ella 31% av søluni.
Fyri 2003 var lutfallið fyri vørur á príslista 65 mill.kr.
ella 60% av søluni og vørur sum ikki vóru á príslista
44 mill.kr. ella 40% av søluni.
Nýggjari hagtøl um úrvalið:
247 sløg av víni
35 sløg av heitvíni
132 sløg av brennivíni
19 sløg av øli
íalt 490 sløg
Um ein fløska av víni kostar 100 krónur í Rúsuni,
er býtið hetta:
Innkeypsprísur: 40 krónur
Frakt: 2 krónur
Tollur: 18 krónur
Mvg: 19, 50 krónur
Pant: 2,50 krónur
Vinningur: 18 krónur
Árliga sølan hjá Rúsdrekkasøluni er uml.
100.000.000,00 kr.
Út yvir toll og MVG letur Rúsdrekkasøla Landsins
eitt árligt avlop til Landskassan.
Í 2006 er avlopið ásett at vera: kr 11.848.000
FAKTA
Bill Justinussen heitti
í gjár á fútan um
reisa ákæru ímóti
Ole Wich, men er ov
tíðliga at siga, um
fútin ger nakað við
málið
frítt orðaskifti
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Í lesarabrævi í gjár heitti Bill
Justinussen, løgtingsmaður
fyri Miðflokkin, á fútan um
at reisa ákæru ímóti Ole
Wich fyri tað, sum í hansara
verð minti um landasvik.
Orsøkin til hetta vóru
myndir á heimasíðuni hjá
Ole Wich, har hann tvinnar
Merkið saman við tekstum
sum t.d. “homoFObia”.
Sostatt hevur Bill Justinus
sen ikki meldað Ole Wich
beinleiðis til løgregluna,
men í rættargangslógini §
742 stk. 2, stendur skrivað:
“Politiet iværksætter efter
anmeldelse eller af egen
drift efterforskning, når der
er rimelig formodning om,
at et strafbart forhold, som
forfølges af det offentlige,
er begået”. Sostatt kann
ákæruvaldið fara inn í málið
og ákæra listamannin. Ella
við sum Finnn Ougaard
sjálvur orðaði seg við viðtali
við Sosialin í morgun, so
fylgir ákæruvaldið sjálvandi
tí sum hendir í samfelagnum,
og tí kann tað vera nóg mikið
at heita á fútan í bløðunum
um at reisa ákæru ímóti ein
um persóni.
Varafútin upplýsir tó, at
enn er alt ov tíðliga at siga,
um ákæra verður reist ímóti
Ole Wich.
Mikið kjak hevur stungið
seg upp av myndunum hjá
Ole Wich, og hevur hetta
ivaleyst eisini verið enda
málið hjá honum, tí sum
hann sjálvur segði í samrøðu
við Sosialin í gjár, var eitt
aðalmálunum við myndunum
at fáa fólk at hugsa og taka
støðu til málið samkynd og
avgerðina hjá løgtinginum
um ikki at flokka kynsliga
orientering millum rasu, etn
iskan uppruna ella átrúnað í
revsilógini.
Bill Justinussen er tó ikki
tann fyrsti sum meldar í
hesum máli. Stutt fyri jól
var tónleikabólkurin 200
á løgreglustøðini í Havn
og meldaði hvalvíkarprest
fyri eitt lesarabræv, men
tað málið bleiv víst aftur av
fútanum. Í blaðnum í gjár
róði Bill Justinussen fram
undir, at hansara fráboðan til
løgregluna var eitt aftursvar
til meldingina hjá 200.
Elsa Maria Holm Olsen, stjóri í Rúsuni, skilir ikki kritikkin frá
matstovueigarum
Fútin ikki tikið støðu til Ole Wich
Enn er ov tíðlig at siga nakað um, hvørt ákæra verður reist móti
Ole Wich, sigur varafútin
Mynd: Álvur Haraldsen