týsdagur 10. januar 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 7 - 10. januar 2006
Keypmannahavn: Føroya
húsið fer henda komandi
mánaðin at varpa ljós á
fýra av norðastu oyggjaum
okkara.
Hetta verður gjørt við
teir serstøku døgverðarnar
týsdagar. Í komandi viku
verður lagt fyri við Kals
oynni og vikuna eftir við
Kunoynni. Seinni verða
fyrst Borðoyggin og síðani
Viðoyggin viðgjørdar.
Hetta tiltakið verður fyri
skipað, nú Norðoyatunnilin
fer at lata upp seinni í vár.
Ætlanin er so at siga eitt
sindur frá um hesar oyggj
arnar, eftir at fólk hava etið
tann góða døgverðan, sum
Føroyahúsið borðreiðir
við.
sb.
Landsfundur: – Skal
skótarørslan framvegis
og at røttum kallast ein
rørsla, so er neyðugt at
hon er livandi og ikki bert
yvirlivandi, sigur Trygvi
Sigurðss on, sum er ovasti
fyri KFUM-skótarnar í Før
oyum.
Leygardagin 4. februar
hava KFUM-skótarnir ár
liga landsfund sín, og á hes
um fundi verða nógv mál
um rødd. Eitt teirra verður
uttan iva spurningurin um
at fáa skótarnar at støðast.
– Tilboðini til teirra eru
nógv og krøvini stór, um
ein skal vera við í ymiskum
virksemi. Tað eru tíbetur
framvegis nógv fólk, sum
ynskja at nýta frítíðina til
skótaarbeiðið.
– Og sum støðan er
nú, so eru tað nøkur støð
sum ynskja at endurstovna
skótaarbeiðið. Hetta frøast
vit sjálvandi um, sigur
Tryggvi.
Sambært tølum frá skót
unum sjálvum, so hevur tal
ið av limum verið í minking
tey seinastu fimm árini. Tal
ið hevur kortini ligið mill
um 700 og 750 limir.
Men sambært nýggjastu
tølunum so er gongdin við
at venda eitt sindur. Í 2004
vóru 710 KFUM-skótar, og
við árslok í fjør var talið
vaksið til 740.
sb.
Norðoyggjar afturvið
góðum døgurða
Klaksvík er vøkur – eisini úr luftini
Neyðugt við livandi
skótarørslu
KFUM-skótar finnast á nógvum støðum kring landið, og
onkrastaðni er áhugi fyri at endurstovna skótaliðið
(savnsmynd)
Fólk ynskja betri
tænastustøði umborð
á skipunum hjá
Strandferðsluni,
samstundis sum tey
gerast eldri og eldri.
– Vit arbeiða við
einum tilmæli um
framtíðina hjá flota
okkara, sigur stjórin
á Strandferðsluni,
Kristian Davidsen.
Og peningur skal
sjálvandi fylgja við!
Flutningur
Snorri Brend
Strandferðslan: So hvørt
sum árini ganga gerst tann
skipaflotin, sum Strand
ferðslustjórin hevur ábyrgd
ina av bara eldri og eldri.
Og samstundis seta fólk
onnur og størri krøv til sam
ferðslu og tænastustøði í dag,
enn tá hesi nýggju skipini
komu í flotan á sinni.
Hinvegin, so hava tey á
Strandferðsluni ikki sitið
hendur í favn.
– Vit hava arbeitt við ein
um tilmæli um, hvat gerast
skal við øll skipini hjá okk
um.
– Tað er eingin loyna,
at tey eru gomul. Og fyri
mong teirra er talan ikki
um haldbari í framtíðini,
sigur Kristian Davidsen við
Sosialin.
Her verður serliga hugsað
um tey elstu skipini hjá
Strandferðsluni. Tað elsta
skipið - Barss kor – er bygt í
1929, men liggur í løtuni við
bryggju í Klaksvík.
Gott eykaskip
Okkurt av skipunum hjá
Strandferðsluni er longu
lagt, og seinni í ár verður í
øllum førum eitt teirra lagt
aftrat.
Tá nýggja samferðslu
havnin á Syðradali varð
tikin í nýtslu, loysti henda
samstundis Barss kor av
sum flutningsleið hjá kalsoy
ingum.
Hetta skipið varð síðani
lagt við bryggju, og liggur
har við sama lag. Enn er ikki
tikin støða til, hvat gerast
skal við tað.
Tá Norðoyatunnilin verður
tikin í nýtslu í vár verður ikki
neyðugt við hvørki Dúgvuni
og Ternuni um Leirvíksfjørð
longur.
Dúgvan er fyri fáum døgum
síðani sett á sølulistan, men
ætlanin er at hava Ternuna í
flotanum framyvir.
– Dúgvan er til sølu fyri
einar tríggjar milliónir krón
ur. Spurningurin er kortini,
um vit fáa so nógv fyri
hana, sigur stjórin á Strand
ferðsluni.
Hinvegin, so er Ternan í
góðum standi, og verður tí
eykaskip til siglingina um
Skopunarfjørð.
– Við einum so góðum
avloysaraskipi, fara sandoy
ingar ikki at merkja stórvegis
til at eitt annað skip røkir
farleiðina hjá teimum, sigur
Kristian Davidsen.
Spurningurin um Rituna
er vorðin aktuellur aftur, eins
og greitt er frá aðrastaðni í
blaðnum.
Tilmæli á veg
Kristian Davidsen sigur, at
tey hava arbeitt við einum
tilmæli, sum skal handast
Innlendismálaráðnum
í
næst um.
Arbeiðið við hesum til
mælinum hevur tikið sína
tíð, serliga tí so nógv orka
varð løgd í ætlanina við
nýggja Smyrli.
- Men nú fara vit so at
seta ferð aftur á arbeiðið
við hesum tilmælinum, sigur
hann.
Gongst sum ætlað, so er
ætlanin at hetta tilmælið skal
verða liðugt í ár.
Í hesum tilmæli er ætl
anin at koma við eini lýs
ing av støðuni hjá fýra
teimum elstu skipunum
– Másanum (bygdur í 1959),
Sildberanum (1979), Rituni
(1971) og Sam (1975).
– Hóast eg ikki kann siga
nakað ítøkiligt enn, so er í
øllum førum greitt, at okkurt
má gerast í framtíðini, sigur
Kristian Davidsen.
Skipini eldast
og krøvini vaksa
Høgur miðalaldur
At skipini hjá Strandferðsluni eru gomul sæst eisini av
skjølunum til fíggjarlógina fyri 2006.
Her stendur, at skipini hava høgan miðalaldur, og tí
er neyðugt at fremja størri og átroðkandi umvælingar
á ávísum skipum og at byggja nýggj skip.
Alt hetta skal gerast fyri at nøkta flutningstørvin og
krøvini frá Skipaeftirlitinum og klass anum. Eingin ætlan
um nýbygging er tó í ár, men hetta er tó ein partur av
langtíðarætlanini hjá stovninum.
Hesi skipini eru í
dag í flotanum hjá
Strandferðsluni:
Smyril (2005)
Smyril 1 (lagdur.
Seldur)
Dúgvan (1969)
Teistin (2001)
Sam (1975)
Ternan (1980)
Ritan (1971)
Sildberin (1979)
Másin (1959)
Súlan (1987)
Barsskor (lagdur)
FAKTA
Másin er drúgvur á leiðini til eystastu oyggjar okkara – Fugloy og Svínoy. Skipið er tó rættiliga gamalt, og spurningurin er, hvat
gerast kann ella skal við skipið í framtíðini