Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. januar 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 7 - 10. januar 2006 – Tað ræðir um at halda gongd í virkseminum kring landið, sigur formaðurin í vinnunevndini hjá Løgtinginum Landsvegir Áki Bertholdsen aki@sosialurin – Talan er kanska ikki um teir stóru pengarnar. Men tað ger stóran mun kring land­ið. Hendrik Old, formaður í vinnunevndini hjá løg­ting­ inum, fegnast um, at tað hev­ur eydnast at halda lív í fleiri útbyggingum kring alt landið í ár. Tá ið fíggjarlógin var til viðgerðar, strongdi vinnu­ nevndin á fyri at fáa meiri pening settan av til ymisk arbeiði runt umkring. Ætlanin er bæði at skunda undir at fáa summar útbyggingar lidnar og um at halda lív í ymsum arbeiðum kring landið, sigur Hendrik Old. Hann sigur, at hóast talan í nógvum førum er um smá­arbeiði og um smáar upp­hædd ir, ger tað stóran mun á ymsum plássum kring landið, eisini sum ar­beiðsskapandi tiltøk. Í hesum sambandi fekk vinnunevndin tað ígjøgnum, at játtanin til nógv umstrídd a Norðskálatunnilin nú verður hækkað eina millión, so at Landsverk í ár kann arbeiða fyri sjey milliónir. Brúka seks milliónir Annars ætlaði landsstýrið at brúka seks milliónir til endamálið í ár. – Nú hevur Landsverk ar­beitt leingi í Norð­skála­ tunlinum. Tað hevur darvað ferðsluni heilt nógv og seint um kvøldið og um náttina er tunnilin stongdur so at tað bara slepst ígjøgnum hann einaløtu annanhvønn tíma. – Útlit vóru til at hetta fór at standa við í fleiri ár afturat, men nú eyka pen­ ing­ur verður settur av til ar­­beiðið, kann tað gerast lið­ ugt í 2007. Somuleiðis er nú meiri pen­­­ingur settur av, so at Gása­­­dals­tunnilin kann verða liðugur í ár. Landsstýrið ætl­ aði at brúka tvær milliónir upp á Gásadalstunnilin í ár, men nú er 1,8 millión sett av afturat og tað skuldi ver­ ið nógv mikið til at gjørt tunnilin lidnan fyri. Annars eru tvær milliónir settar av til vegin ímillum Oyrareingir og Signabø, har landsstýrið annars ætlaði, at onki skuldi gerast og sam­ stundis verður játtanin til veg­­in ímillum Skálabotn og Strendur økt eina hálva millión og kemur sostatt upp á 9,5 milliónir. Trý arbeiði í Suðuroy Eisini í Suðuroy verða eyka pengar settir av fyri at halda lív í ymsum arbeiðnum. Lands­­stýrið ætlaði ikki at gera nakað við vegin ímill­ um Lopra og Akrar í ár, men nú fekk vinnunevndin Løgtingið at játta 300.000 krónur til Akravegin. – Nokk so fitt av vegnum er breiðkað, men nú er so tryggjað, at arbeiðið kann halda fram og tað er ein stór­ ur bati, tí hann er so smalur, at tað hevur verið mett at vera hættisligt at koyra eftir honum, serlgia við bussum og øðrum størri bilum. Landsstýrið ætlaði heldur ikki, at nakað skuldi gerast við Bakkaverjuna í Sumba í ár, men eisini tað fekk vinnu­ nevndin broytt, so at tað verða settar 300.000 krónur av til Bakkaverjuna. Brimið máar illa burturav bakkaverjuni og nóg lendið er farið í havið. Seinastu árini er tó nógv gjørt fyri at verja bakkan og tað arbeiðið kann so halda fram í ár. Og at enda fekk vinnu­ nevnd­in borið so í bandið, at 400.000 krónur verða settar til til ábøtur á vegin ímillum Øravík og Fámjin. – Hetta er ein nýgga játtan og hon er tiltrongd, sigur Hendrik Old. Hann sigur, at vegurin er ógvuliga smalur, kringlutur og heyggjutur og hann met­­­ir at nakað kann fáast burt­ur úr eini slíkari játtan, ser­liga nú tilfar kann fáast úr Hovs­tunlinum, sum farið verð­ur undir at bora í næstu framtíð. Hann vísir á, at um ikki so heilt nógv ár, verður tunnil helst gjørdur til Fámjins og tí sigur hann, at peningurin kann brúkast á einum strekki, har vegur framhaldandi skal vera. Hóast tørvurin er stórur, hevur Klaks­ víkar Kommuna ong­ar ætlanir um at byggja ellis- og røktarheim tey næstu árini Eldrapolitikkur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað verður hvørki ellis- og røktarheim ella eldrasambýli bygt í Klaksvík tey næstu árini. Tað staðfestir Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri. Hann ásannar, at tørvurin á ellis- og røktarheimum í Klaksvík, er stórur. Seinasta tørvskanningin vís­ir, at tað er tørvur á 27 búplássum á stovnum til eldri í Norðoyggjum, men tað einasta, sum liggur í kort­ unum í løtuni, er, at Svínoyar Kommuna ætlar at byggja eitt sambýli til 8 fólk. Og borgarstjórin í Klaksvík stafestir, at í Klaksvík verður í hvussu so er onki gjørt á hesum øki tey næstu árini og kommunan fer tískil heldur ikki at søkja almanna- og heilsuráðið um stuðul til enda­ málið. Landið arbeiðir nú við eini trý ára útbyggingarætlan og tær kommunur, sum ikki koma upp í part nú, mugu í hvussu so er bíða til í 2009 at hugsa um at byggja ellis- og røktarheim. Tey næstu trý árini hevur løgtingið sett 51 milliónir av til stuðul til kommunur, sum fara at byggja ellis- og røktarheim. Men tær kommunur, sum vilja sleppa upp í part, skulu skunda sær, tí longu 31. januar er umsóknarfreistin úti og tann, sum ikki hevur søkt tá, kemur heldur ikki upp í part tey næstu trý árini. Onnur mál raðfest fremri – Hesi næstu árini hevur býráðið gjørt av at raðfesta onn­ur øki og tí mugu út­­bygg­ inginar á eldraøkin­um bíða, sigur hann. Steinbjørn nevnir serliga útstykkingar til sethús, um­ framt ídnaðarøki og út­bygg­ ingar í skúlaverkin­um, sum nøkur øki, ið kommunan fer at raðfesta fremst tey næstu árini. – Vit hava stóran tørv á grundstykkingum og vit hava sett okkum sum mál at útvega 40-50 nýggj grundstykki í ár, men so mugu vit halda fram at út­vega fleiri næsta ár. – Vit hava eisini tveir skúlar í kommununi, sum hava bráðneyðugan tørv á at verða útbygdir. Serliga átrokandi er tað at útbyggja Ósaskúlan og sostatt er tað ein útreiðsla, sum ikki slepst undan. Bara at byggja Òsaskúlasn út, kostar 30-40 milliónir, sum skulu gjaldast tey næstu trý árini.  Samstundis verður ein heildarætlan gjørd fyri, hvussu skúlin á Ziskatrø skal byggjast út. Vit hava eisini brúkt 40 milliónir til eina farmahavn í Ánunum og tað er eisini alneyðugt at gera ábøtur í svimjihylinum. Somuleiðis skal barnagarður byggjast fyri 12 milliónir. Steinbjørn O. Jacobsen ásannar, at tað hevur stóran týdning at byggja út á eldra­ økinum. – Men tað hevur eisini stór­an týdning at hjúkla um vinnulívið og skapa for­ treytir, so at tað kann virka. Vit hava eisini skyldu til at skapa skúlunum góðar um­støður, so tað slepst held­ ur ikki undan. Og ikki minst er tað neyðugt, at vit hava grundstykki til sethús, so at tað ber til hjá fólki, sum vilja seta búgv her, at fáa grundstykki. Steinbjørn O. Jacobsen heldur, at eins grundleggjandi tað er at hava hann virk­ nan eldrapolitikk, eins grund­leggjandi er tað at tryggja skúla, vinnulívi og borgarum, sum vilja seta búgv, góð kor. – Og vit hava rættiliga nógv jørn í eldinum tey komandu árini, so eldrapolitikkur verður við sviðusoð í nøkur ár, tí tað ber ikki til at gera alt ísenn, sigur borgarstjórin í Klaksvík. Annars staðfestir hann, at kommunan hevur gjørt nógv á eldraøkinum hesi seinastu árini. Eitt nú eru tað ikki meiri enn tvey ella trý ár síðani, at kommunan bygdi eitt sam­ býli til 16 fólk. Um somu tíð gjørdi komm­ unan eisini 24 eldraíbúðir í tilknýti til sambýlið og tað hevur verið sera væl umtókt hjá teimum eldru, sigur Stein­bjørn O. Jacobsen. Nógvir løkir smáir gera stóra nyttu kring landið Nú skal meiri ferð setast á arbeiðið at faa Norðskálatunnilin lidnan. Tað hevur verið ógvuliga darvandi, at tað gongur so illa at fáa Norðskálatunnilin lidnan, tí hann er ofta stongdur Tey eldru í Klaksvík mugu bíða – Tey næstu árini fer Klaksvíkar Býráð at raðfesta aðrar útbyggingar framum útbyggingar á eldraøkinum, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík