Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. januar 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 7 - 10. januar 2006 9 Samfelagsfrøðingur- in, Jógvan Mørkøre, heldur at fráboðanin til ST er ein staðfest- ing av einum nýggj- um valdsbýti í før- oyskum sjálvstýris- politikki. – Søguliga hava verið tveir sjálvstýrisflokkar og tveir heimastýris- flokkar, men nú er Fólkaflokkurin end- aður í heimastýris- leguni. Hetta hevur við sær, at Tjóðveldis- flokkurin stendur einsamallum sum sjálvstýrisflokkur, sigur hann SJÁLVSSTÝRISMÁLIÐ Páll Holm Johannesen pallurin@hotmail.com – Vit skulu ikki meira enn góð tvey ár aftur, tá Javnað- arflokkurin á landsfundi í 2003 samtykti, at Heima- stýrislógin ongantíð ov skjótt skuldi útskiftast. Flokkurin legði upp til ein nýggjan sáttmála millum Føroyar og Danmark. Henda ætlan má sigast at vera beinleiðis í andsøgn við fráboðanina til ST, sum staðfestir Heimastýrislóg- ina sum okkara skipan, og at vit eru undir donsku grundlógini, heldur Jógvan Mørkøre samfelagsfrøðing- ur. Samfelagsfrøðingurin hevur fylgt gjøllað við kjakinum, sum hevur tikið seg upp í Føroyum í kjalar- vørrinum av fráboðanini hjá donsku stjórnini um utt- anríkislógina til ST. Jógvan Mørkøre sigur seg serliga hava bitið merki við, hvussu Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum hava flutt seg sjálvstýrismálinum seinastu árini. – Javnaðarflokkurin hev- ur søguliga verið ein heim- astýrisflokkur burturav, men á landsfundinum í 2003 vóru avgjørt broyting- ar at hóma. Flokkurin segði bart út, at Danmark og Før- oyar áttu at vera tvær tjóðir og tvey javnsett lond í ein- um nýggjum sáttmála, greiðir Jógvan Mørkøre frá. Hann vísir á, at tað var serliga táverandi skrivarin hjá flokkinum og núverandi landsstýrismaðurin, Hans Pauli Strøm, sum var heitur forsprákari fyri hesum upp- skoti á Grundlógarstevnuni í mars 2003. Formaður floksins, Jóannes Eides- gaard, sum var talsmaður hjá Javnaðarflokkinum í sjálvstýrismálum, segði eisini alment, at uppskotið hjá Hans Paula Strøm var í tráð við sjálvstýrispolitikk- in hjá flokkinum. Uppskotið hjá Javnaðar- flokkinum um nýggjan sáttmála millum Danmark og Føroyar, sum skuldi av- loysa Heimastýrislógina, varð undir valsstríðnum 2004 lagt á hillina, og nú vit skriva januar 2006 eru hesar ætlanir tagnaðar burt- ur. Tað er ikki bert Javnaðar- flokkurin, sum hevur flutt seg í sjálvstýrismálinum síðan 2003. Sambært Jógv- ani Mørkøre hevur Fólka- flokkurin eisini flutt seg nógv. Skift hest – Fólkaflokkurin hevur al- tíð verið noyddur at rað- festa, hvørt flokkurin ynsk- ir at streingja á sjálvstýris- kós ella um størri orka skal leggjast í borgarliga polit- ikkin. Hetta valskeiðið er tað týðuligt, at borgarligi politikkurin verður rað- festur fremri. Samfelagsfrøðingurin vísir á, at Fólkaflokkurin veruliga hevur repað segl- ini á sjálvstýrisleið. Hann greiðir frá, at flokkurin fór á val í 1998 við sonevnda íslendska leistinum í skjátt- uni. Íslendski leisturin legði upp til ein nýggjan sáttmála, har danir viður- kendu føroyingar sum ein javnbjóðis part. Sáttmálin skuldi eisini tryggjað før- oyingum frælsi at fara úr ríkisfelagsskapinum, tá før- oyingar ynsktu tað. – Formaður í tingbólki- num, Jørgen Niclasen, gjørdi ta niðurstøðu á sein- asta landsfundinum hjá Fólkaflokkinum, at hann metti, at sjálvstýrismálið við yvirtøkulógini og uttan- ríkislógini nú var tikið heim til Føroya. Fólka- flokkurin hevur hetta val- skeiðið verið rættiliga spakførir í sjálvstýrismáli- num, og siga óvanliga lítið um konkretu støðuna við- víkjandi ST-fráboðanina, vísir Jógvan Mørkøre á. Hann leggur afturat, at sjálvstýrispolitikkurin hjá Fólkaflokkinum í løtuni er eitt framhald av Tvøroyra- skjalinum, sum Anfinn Kallsberg og Anders Fogh Rasmussen undirskrivaðu í 2001. Við øðrum orðum er íslendski leisturin og nýggi sáttmálin útskiftur við tvør- oyarskjalið, sum legði upp til, at heimasstýrislógin skuldi tømast. Jógvan Mørkøre vísir á, at flytingin hjá Fólkaflokk- inum viðførir eitt nýtt vald- sbýti í føroyskum sjálvstýr- ispolitikki. – Søguliga hava verið tveir sjálvstýrisflokkar og tveir heimastýrisflokkar. Javnaðarflokkurin førkaði seg móti sjálvstýrisflokku- num í 2003, men nú er støðan grundleggjandi broytt. Javnaðarflokkurin hevur flutt seg aftur, og Fólkaflokkurin er komin við í heimastýrisleguna. Sum støðan er í løtuni eru tríggir heimastýrisflokkar, meðan Tjóðveldisflokkurin stendur einsamallur eftir sum sjálvstýrisflokkur, sig- ur hann. Streingja ikki á Á vári 1998 var aðalorða- skiftið á fólkatingi um før- oyska sjálvstýrispolitikk. Táverandi forsætisráðharr- in Poul Nyrup Rasmussen segði seg ikki vilja ganga føroyska ynskinum um fullveldi ímóti, men mælti føroyingum heldur til at troyta teir møguleikar fyri øktum føroyskum sjálvstýri, sum vóru undir kørmunum av grundlógini og Heimastýrislógini. Jógvan Mørkøre heldur, at støðan hjá føroyska sjálvstýrismálinum í 2006 líkist nógv tí tilmæli, sum Poul Nyrup Rasmussen mældi til í 1998. – Samgonguflokkarnir tykjast ikki vilja stórvegis á sjálvstýrisleið. Teir virka til at vera endaðir í tí spor- inum, at teir eru nøgdir við at hava tryggja føroyingum møguleikan at loysa, men hvørgin flokkur sigur seg vilja nakað meir enn tað, sigur samfelagsfrøðingurin. Vit tora ikki Jógvan Mørkøre heldur, at stríðið um føroysku og donsku viðmerkingar í utt- anríkislógini lýsir ómeta- liga væl dupultu støðuna hjá føroyingum í sjálvstýr- ismálinum. Hann hevur hug at samanbera ymisku lógirnar við tær báðar ym- isku heimastýrislógirnar, sum vórðu samtyktar í 1948. Í føroysku útgávuni av Heimastýrislógini verða føroyingar kallaðir fyri tjóð, meðan danir nevna okkum fyri eitt "selvstyr- ende folkesamfund". Hann heldur tað burturvið, at vit lata danir samtykja eina útgávu, meðan vit lata sum um at vit meina nakað annað. – Vit kunnu áhaldandi grenja um, at danir ikki vilja viðurkenna okkum sum tjóð, men grundleggj- andi trupulleikin er, at vit sjálvir ikki gera tað. So- leingi vit ikki viðurkenna okkum sjálvi sum eina tjóð politiskt, hevur tað við sær, at vit ikki vilja vera ein tjóð í stóra heimi, heldur hann. Hóast røddir hava verið frammi um at senda eitt mótmæliskriv til ST um, at bert tær donsku viðmerk- ingarnar vórðu sendar við, væntar Jógvan Mørkøre ikki, at tað verður til nakað sum politiska landslagið sær út í Føroyum í dag. – Kemur ikki eitt mót- mæli úr Føroyum, endur- taka vit dupultu taluna frá 1948. Vit sláa okkum til tols við, at vit hava okkara viðmerkingar, men tað eru tær donsku, sum eru gald- andi úteftir. Her er ikki tal- an um javnbjóðast partar, sum flestu flokkar annars siga seg vilja virka fyri, vísir Jógvan Mørkøre á. Grønlendskur leisturin Tá fullveldislandsstýrið legði til brots æt gandaorð- ið í stóran mun íslendska leisturin. Jógvan Mørkøre heldur, at núverandi leistur á sjálvstýrisleið kann kall- ast fyri grønlendski leistur- in. Hann sipar til, at føroy- ingar eins og grønlendingar hava roynd í veru seg til tols við at vera undir grundlógini og teimum kørmum, sum heimastýris- lógin gevur. – Í praksis hava vit nýtt sonevnda grønlendska leistin í stillum. Hetta sæst best aftur í teimum fiski- vinnusamráðingum, vit hava luttikið á, og tá markið við Bretland skuldi fáast upp á pláss. Nýggju uttan- ríkisheimildarnar geva ikki so nógv meira enn tað, vit høvdu frammanundan. Leisturin, vit nú hava valt, hava grønlendinga nýtt í fleiri ár. Teir sleppa at hitta ríkisleiðarar í øðrum lond- um og sleppa at sita til borðs, tá samráðingarnar eru. Hetta fer alt fram undir donsku grundlógini, og tað er har vit eru í dag. Tað er eisini rættiliga sigandi, at Føroyar og Grønland verða settar saman, tá danska stjórnin fráboðar ST um uttanríkislógina, heldur hann. Sjónligar flytingar í sjálvstýrismálinum – Kemur ikki eitt mótmæli úr Føroyum, endurtaka vit dupultu taluna frá 1948. Vit sláa okkum til tols við, at vit hava okkara viðmerkingar, men tað eru tær donsku, sum eru galdandi úteftir. Her er ikki talan um javnbjóðast partar, sum flestu flokkar annars siga seg vilja virka fyri, vísir Jógvan Mørkøre á. Mynd: Savnsmynd