Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. januar 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 7 - 10. januar 2006 Tað sera vandamikla fuglakrímið, ið nevnist H5N1, er nú farið at nærkast Europa. Við sorgarleikanum um vikuskiftið í Turkalandi eru fyri fyrstu ferð fólk uttan fyri Asia deyð av hesi sjúka. Heilsumyndugleikarnir í EU og flestu europeisku londum annars eru farnir at búgva seg til at taka ímóti hesi herviligu sótt, um hon skuldi komið nærri Europa. Tann stóri vandin í hesum høpi er, at virusið broytist soleiðis, at sjúkan kann smitta millum fólk. Sum kunnugt smittar sjúkan í løtuni bert frá fugli til fólk. Gomul fólk í Føroyum minnast eina ræðuliga sjúka, sum herjaði á hvørjum heysti í Føroyum í millumkrígstíðini. Nógv fólk doyði og leingi var, áðrenn funnið var fram til, at sjúkan kom frá nátaungum ella havhestaungum, sum eisini verður sagt. Henda sjúka smittaði tó ongantíð millum manna. Verður virusið, H5N1, at broytaast so, at tað fer at smitta millum fólk, fáa vit eina heimsumfevnandi umfarsjúku, eina sonevnda pandemi. Ein slík herjaði heimin í 1918- 19 og doyðu milliónir av menniskjum tá. Hetta var tann sonevnda spanska sjúkan, ið var eitt herviligt slag av beinkrími. Nú er, sum kunnugt, nógv broytt við tað, at mannaættin hevur fingið antibiotika, men einki anti­ biotikum hjálpir móti virusi – tað hjálpir bert ímóti teim­ um sjúkum, ið mangan fylgja við beinkríminum. Hinvegin finnast ymisk sløg av heilivági, ið eiga at vera tøk til fólkið, um ein pandemi fer at herja. Tann spurningur, ið mong seta sær, er, hvussu vit her í Føroyum eru tilbúgvin at taka ímóti eini slíkari landfarsótt av fuglabeinkrími, um henda sótt skuldi komið hendan vegin. Sum teir myndugleikar, ið hava ábyrgdina, higartil hava málborið seg, siga, eru vit hampiliga væl fyri. Vit eru farin saman við Danmark og Íslandi um at keypa inn heilivág, og vit eru eisini før fyri at framleiða heilivág sjálvi, um so skuldi verið. Hetta er alt gott og væl. Tað, sum kann ørkymla, eru orð landsapotekarans herfyri um, at vit eru aftan fyri t.d. Ísland í tilbúgving, um ein verulig pandemi t.d. fuglabeinkrím fer at herja í Føroyum. Tað eru ivaleyst mong, ið gjørdust eitt sindur kløkk av hesum orðum. Um talan var um eina misskiljing ella, um vit veruliga eru aftan fyri grannalond í tilbúgving, ja, so eiga avvarandi myndugleikar at taka sær um reiggj og síggja til, at vit sum skjótast koma á hædd við okkara grannalond. Føroyska samfelagið er sera viðbrekið í eini støðu við eini heimsumfatnandi pandemi. Hinvegin er samfelagið lætt at yvirskoða, og tískil skuldi ikki verið so torført at gjørt eina tilbúgvingarætlan. Avvarandi myndugleikar eiga at fara til verka alt fyri eitt og so javnan kunna almenningin um støðuna. Øll eiga at vita, hvørjar ætlanir okkara myndugleikar hava í hesum sambandi. Hinvegin eiga vit sjálvsagt ikki at lata panikkin taka okkum av fótum. Hvørki EU ella stjórnirnar í Europa sum heild tykjast at bera ótta fyri eini pandemi enn. Tí eiga okkara myndugleikar eisini at vera varnir og einki at gera, sum kann loypa óneyðugan ótta á fólk. Men sum gamla orðið sigur, at betri er at vera fyrivarin enn eftirsnarin. Hetta er so satt, sum tað er sagt, og eiga okkara myndugleikar alla tíðina at hava hesi fyndarorð í huga. DAGSINS MEINING Sosialurin Tilbúgving VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. – Tað var eitt vánaligt hugskot, tygum fingu, at leggja eftir einum samfelagsbólki, sum er við at fóta sær í Føroyum, heldur Hans D. Nielsen Jeg har med stor foragt læst deres læserbreve i de fær­ øske aviser siden de kom til Færøerne at virke som præst, og vi er mange her på Færøerne, som tager stor afstand fra deres udtaleser og indblanden i det færøske samfund. Jeg vil minde Dem om, at De er ansat som prest her oppe og ikke som en slags samfundsrevser, som skal fortælle os færinger, hvordan vi skal føre politik eller hvordan vi skal sammen­ sætte vores love. De skal også vide, at de skal passe meget på ikke at blive en foragtet og forhadt person, efter som situationen mellem Danmark og Fær­ øerne har været meget turbo­ lent de sidste mange år. De er naturligvis vel­kom­ men til at sige deres mening, men så synes jeg, at De skal gøre det i Deres prædikner i kirken, hvor de er ansat. Magtsyge danske præster er vi for lang tid siden sluppet af med her på Færøerne. Ellers synes jeg, at det var en ynkelig idé, De fik at så hurtig De var klar over, at De slap for straf, så fattede de pennen og var klar til at diskrimenere en samfundsgruppe,som er i fuld gang med at prøve at finde sig til rette her på Færøerne. hd.T-Pioneer@SkyFile.com – Er syndin so burtur í dag – ella upphavsmaður hennara? Nei, tíverri, tóat mong, ið dyrka kærleiksboðskapin tykjast halda tað. Bíblian sigur greitt, at upphavið til syndina gongur ljóslivandi okkara millum og enn roynir at »drepa, stjala og forkoma«, sigur Jenis av Rana í viðmerking til Una Arge Loyvi mær eina stutta við­ merking til brot úr samrøðu við teg í Sosialinum leygar­ dagin, har tú m. a. verður endurgivin hesi orð: »... eg kundi hugsað mær at granska Bíbliuna út í æsir. Hon er tann bókin, sum hev­ ur stórsta týdningin fyri okk­ ara mentan og atferð, og tí kemst ikki uttan um hana. Í ongari bók er so nógvur lívsvísdómur savnaður sum í Bíbliuni. Tó skilji eg ikki, at tey, sum siga seg dyrka kærleiksboðskapin í Bíbli­ uni mest, ofta vísa minst tolsemi. Tað er ein skemtilig andsøgn.« Eg eri ómetaliga glaður fyri niðurstøður tínar um Bíbliuna, serliga hesa at ikki kemst uttan um hana, og at tú nevnir tann nógva lívsvísdómin, sum er savn­ aður í henni. Tað er jú ótrú­ ligt, at hendan bók stendur eftir, meðan alt annnað ferst í gloymskuna – bæði kendastu menniskju og forn­ astu frásøgnir. Men Bíblian heldur á at draga til sín lesarar og at umbroyta menniskju runt heimin allan uttan mun til, hvussu heimsins meldur er farin við teimum. Frágreiðingin er jú, sum Bíblian sjálv greiðir frá, at orð hennara eru livandi, givin av Honum, sum hevur evsta valdið og sum stjórnar øllum. Ráð míni eru: Far við opn­um fordómsfríum sinni í gongd við at granska Bíbliuna. Tað verður uttan iva týdningarmesta avgerðin, tú tekur í tí partinum av lívi­ num, sum tú skalt búleikast her á jøðini. Seinastu setningarnar úr brotinum eri eg eisini samd­ ur við tær í, tó ivist eg í, um tað eru tey somu, vit hugsa um, hesi tú nevnir: tey, sum siga seg dyrka kær­ leiksboðskapin í Bíbliuni. Sjálv­ur skilji eg ikki hesi, sum í kærleiksdyrkan síni aftur og aftur leggja dent á, at Gud er kærleiki, men ikki vilja hoyra orð um, at hesin kærleiksfulli Gud bæði setur mørk og hatar synd. Og eg eri púra samdur við tær í, at júst hesi vísa lítið tolsemi, tá onkur dittar sær at nevna hetta, sum annars er kjarnin í Bíbliuni ‒ stríðið millum hin góða og hin ónda. Sanniliga er Gud størsta opinberingin av kærleika, ið hugsast kann, men tað var í stríðnum móti syndini, at Hann vísti hendan kærleikan. At Hann sendi einasta Son sín at doyggja fyri syndirnar hjá okkum øllum, heilt frá tí sjálvrættvísasta til tað stórsta bølmenni, ið hevur livað, tað er størri enn nakar kann skilja. At Hann letur Sonin, ið onga synd hevur gjørt, gjalda við lívinum fyri syndirnar, hjá enntá sín­­um egnu drápsmonnum – hvør kann skilja slíkan kær­leika? Hann valdi at fara í bardag­ an við mótstøðumannin okra vegna, tóat Hann full­væl kendi kostn­að­in. Alternativið var at sloppið okkum upp á fjall, men so var úti við okkum, so endaðu vit í hond­um mótstøðumansins. Men har á krossinum hendi heimsins stórsta drama, tí har vann Jesus tín og mín sigur á syndini og á upphavi hennara – djevlinum. Er syndin horvin? Er syndin so burtur í dag – ella upphavsmaður hennara? Nei, tíverri, tóat mong, ið dyrka kærleiksboðskapin tykj­ast halda tað. Bíblian sigur greitt, at upphavið til syndina gongur ljóslivandi okkara millum og enn royn­ ir at »drepa, stjala og for­ koma«. Men valdið misti hann á Golgata! Einasta vald hann í dag fær, er tá Honum eydnast at fáa menniskju at trúgva, at hvørki hann ella syndin eru til- ella í besta føri eru harmleys. At liva í kærleika Guds hongur óloysiliga saman við einum ynski um at halda seg frá mótstøðumanninum og fremsta eyðkenni hansara – syndini. At eingin okkara til fulnar megnar tað, er satt, men tað eigur bert at gera virðing okkara fyri Jesus enn størri. rana@post.olivant.fo Til Mogens Tilsted Christensen sogneprest Sørvágur HANS D. NIELSEN Tey, sum siga seg dyrka kærleiksboðskapin... løgtingsmaður Miðfloksins JENIS AV RANA