Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. januar 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 7 - 10. januar 2006 11 – Vit liva í eini tíð, har alt skal ganga við rúkandi ferð, alt skal ganga so skjótt. Men spurningurin er so bara, um vit fáa meira tíð til næsta okkara, sum er tað vesentliga við lívinum, hugleiðir Malmberg D. Olsen So fóru vit um nýggjársgott við einum áhaldandi lág­ ættar­vindi og dimmveðri, nú farið er um trettanda dag, og alt jólaprýðið hvørv­ ur úr gluggunum og ger­ andisdagurin er ein veruleiki aftur. Framman fyri okkum liggja 365 dagar plus eitt sekund. Um hvør einstakur av okkum eigur allar 365 dagarnar er fjalt fyri eygum okkara. Eitt vanligt mannalív sigst at verða 25.550 dagar. Hesar sannleikar hevur Símin av Skarði avmyndað fyrimyndarliga í einum av vøkru sálmun sínum »Tann Gud sum valdar ævum øll­ um«, har hann í 5. versi sigur: Hvat nýggja árið vil mær veita, Tað fjalt og dult er fyri mær. Men, Guð mín, eg vil á teg heita Og biðja eina bøn av tær: Lat verk mítt lítið ella stórt Til tína æru verða gjørt. Mær tykir at hettar er ein megnar áminning at hava við sær inn í tað ókenda tíðar­ innar hav, har mangan er illa sjógvað og nógvar ýðir eru uppi á leiðini, sum vit við egnari hjálp ikki eru før fyri at koma ígjøgnum. Gud hevur ongantíð lovað at leitt okkum uttan um tær sváru hendingarnar, men hann hevur lovað at leitt okk­ um ígjøgnum tær, og tað fer hann eisini at gera í komandi døgum. Tíðin er dýrabar, men so fingu vit eitt sekund aftrat sigst, men tað fer tann ein­ staki neyvan at merkja nakað til, men tað skerst ikki burtur, at tað var mangan í síðsta sekundi, at bólturin bleiv sendur í netið, og sigurin var veruleiki, ella teir lógu stavn um stavn inn móti málinum, men tað var í síðsta sekundi, ein bleiv stavnin framman fyri og vann róðurin, ella tað var tann neyðstaddi sum bleiv bjargaður í síðsta sekundi. Soleiðis er so nógv vit kundu nevnt úr lívsins harða leiki har sekundið gjørdi munin. Vit liva í eini tíð, har alt skal ganga við rúkandi ferð, breiðbands fepurin er yvir landi okkara, ein farin tíð at sita og bíða framman fyri telduni í nakrar minuttir. Tað skal verða í einum sekundi, tú fært forbindilsi út í heim. Spurningurin er so bara: Fekst tú so meira tíð til tín næsta, sum er tað vesentliga við lívið okkara? Hagtøl vísa, at ongantíð hava verið so nógvar skils­ missur, sum í 2005. Hettar er ein sorgarleikur fyri land okkara í allari vælferðini sum sigst at vera. Helst eru tað nógv ólukkulig børn aftan fyri tær vøkru fasadurnar, og ágangurin ímóti tí normala hjúnarlagnum harðnar, so tað sum er ónormalt skal ger­ast normalt. Hvat hevur so tað nýggja árið at bjóða tí ein­staka? Treysti og áræði skal til, um ein skal vinna fram á leiðini. Allar fiski­vinnu­sam­ ráðingarnar tykjast at vera komnar uppá pláss, okk­ ara fiskifloti hevur somu møguleikar, sum undanfarin ár at veiða fisk av grunni, og eitt av teim heilt stóru arbeiðsplássunum við 100 fólkum umborð veiðir svart­ kjaft, sum verður viðgjørdur umborð. Vit hoyra, at útlitini eru góð fyri árinum, sum vit eru komin inní. Bankar og sparikassar geva út av trumluni fyri at nótin kann søkka djúpt, so møguleikarnir fyri at fáa meir í gerast nógv betur, og tað skal tann einstaki kund­in veruliga merkja í húsarhaldinum verður sagt. Og íslendingar hava boð­að frá, at teir ætla sær banka­virsemi her á landi, so sigast má, at møguleikar fyri framburði eru í eygsjón. Og tó nýggjársbálið er ikki meir enn slóknað, tá ein fráboðan til ST setur alt í brand – ein fráboðan, sum sigur at mitt í Atlantshavinum býr eitt fólk, sum hevur bú­leikast á hesum oyggjum í øldir, sum eita føroyingar. J. Patursson yrkir í sang­ inum »Boðar tú til allar tjóð­ ir« í vers 2: »Føroya mál á manna tungu merkir: Her býr Føroya fólk«. Ein serfrøðingur fyri og annar eftir trína inn á vøll­in við sínum metingum, summ­ ir við gula kortinum og aðrir við tí reyða, siga sína hugsan um hesa fráboðan og framtíð okkara sum tjóð. Tað verður neyvan henda fráboðan, sum kemur at merkja gerandisdagin hjá før­oyingum, men treysti og áræði eins og í undanfarnu tíðum. Eitt sekund aftrat, vit kunna gleðast um hvørt sekund dagurin leingist fram yvir og myrkrið má umsíðir dvína fyri ljósinum, og tað er júst boðskapurin, sum jóla­hátíðin bar okkum við frels­arans føðing. Veður og vindur má sær ráða, men tað ber mót ljós­ari tíðum, sjálvt um tað í skrivandi løtu tykist, sum myrkrið berjist í móti ljósinum, sum tó umsíðir fer at sigra. Sólin kemur so við og við hægri upp á luftina og fer sum frá líður at kalla alt lív fram, sum hevur ligið í dvala ta myrku tíðina av ári­ num. Hetta er ein føst skipan frá skaparans hond ár eftir ár, her skulu ongar samráðingar til. Guð segði: Og tað bleiv so. Við ynski um eitt gott nýggjár. Góði Virgar Dalsgaard! Tað var ein herlig ramsa, tú hevði um meg í bløðunum í gjár Surrealistiskt sannleiksvitni. Søgubronglari. Virtuellur realistur. Bandittur. Amatør- agentur. Naivur idiotur. Perfidur. Luskutur. Illoyalur. Ófólkaligur. Infantilur skøl­ ingur, sum átti at verið perma­nent útihýstur úr bæði politikki og embætisliði. Og so tað besta: Ússaligur korruptur amatørur, anda­ liga nær skyldur við og líka so kemiskt fríur fyri mo­ral, skammarkenslu og an­stendigheit sum blikk­ smiðju­bandin í Watergate- máli­num, subtilir stór- njósnarar hjá KGB og komm­ un­istiski stasi-bandin! Góði Virgar! Tað er altíð hugtakandi at lesa tað, tú skriv­ar. Tú ert bæði ein heilt sjáldsama góður stílistur og ein framúr analytikari. Og skemtiligur afturat. Ikki minst í gjár. Sum heild ein sannur fongur fyri tann flokk­in, tú hevur stuðlað so treytaleyst í so mong ár. Men viðhvørt átti tú kort­ ini – mest fyri tína egnu skyld – at fingið tær eitt kalt brúsubað, áðrenn tú setist við knappaborðið... sjurdurskaale@gmail.com Fá tær eitt kalt brúsubað, Virgar! SJÚRÐUR SKAALE Eitt sekund aftrat MALMBERG D. OLSEN Tað ið Mogens Tilsted Christensen skuldi havt gjørt, var at skriva lesarabrævið, hann hevði í blaðinum 23.des., sum ein sang, heldur Dávid í Lág So hevði hann nokk ikki blivið meldaður av trimum havnarockarum. Hetta skuldu teir vitað, tí teir blíva sjálvir ongantíð meldaðir fyri nakað, sum teir hava sagt ella skrivað. Kunsturin er, at bara tað verður skrivað í einum sangi, og sungið saman við einum lagi, so verður man ikki meldaður til politiið. Tað mundu vera tey flestu sum smíltust og ristu við høvdinum, tá tey hoyrdu, hvør hevði meldað prestin í Hvalvík... »Og tað skulu teir siga!!« Eg havi valt, at hendan greinin er ein sangur, ið eg skrivi. Finn sjálv/ur eitt lag til, so kann ongin melda meg, tað er ongin ivi! Tá ið so ein prestur skrivar eina grein, har hann rósar løgtinginum fyri at siga nei til at broyta revsulógina, og einastanist í grein síni sigur, at eftir hansara fatan skuldu hvørki samkynd ella pedofilar sloppið at verið lærarar í fólkaskúlanum ella arbeiða á dagstovnum, ja so verður hann meldaður. Meldaður fyri hvat? Fyri at siga sína hugsan? Sjálvur takið eg fult undir við tí, sum Mogens Tilsted Christensen skrivaði 23. desember. Eg haldi heldur ikki, at samkynd ella pedofil skulu sleppa at undirvísa í fólkaskúlanum. Eg meini, at samkynd ikki skulu sleppa at undirvísa eitt nú í kristni, tí hetta er eftir mínari meting 200% mótsigandi og heilt burturvið. Eg kundi hugsað mær at spurt: Vildu vit givið einum mus­limi loyvi at undirvíst í kristni í tí føroyska fólka­ skúlanum? Eg rokni ikki við tí, tí úr hesum hevði nokk ikki nakað gott komið burtur úr. Men so høvdu vit diskriminerað viðkomandi muslim! Og tað er ólóligt sambært revsulógini. Man skal bara brúka peruna eitt sindur fyri at taka tí røttu avgerðina. Eg havi hoyrt um dømi, har lærarar, ið koma frá brøðra­samkomuni, ikki sleppa at undirvísa í kristni í tí føroyska fólkaskúlanum, og kann hetta als ikki góð­ takast. Hetta eru jú trúgv­ andi/kristin fólk. Skulu vit so ikki eisini hava eina grundlógarbroyting, sum verjir brøðrasamkomuna? Og sum eg havi skrivað fyrr, so haldi er als ikki, at tað er so synd í teimum samkyndu. Tey hava tað eins gott, sum vit sum ikki kalla okkum samkynd. Hvat so um tað falla nøkur orð, tað munu tey fleystu nokk uppliva! Eg ynski at takka teimum løgtingsmonnum, sum stemmaðu ímóti hesum lóg­ ar­­uppskoti at broyta revsu­ lógina. Hetta vísur bert, at Føroya fólk hevur sagt nei til eina slíka lógarbroyting. Og til endans eina tøkk til Mogens Tilsted Christensen fyri eina avbera góða grein. david@godvs.net – Altavgerandi er, at vit finna ein breiðan meirluta í Føroyum fyri stigum, ið takast skulu á sjálvstýrisleið, heldur Kári P. Højgaard Seinastu dagarnar hava fjøl­miðlarnir dagliga hýst orðadrátti millum løg­mann og formann Tjóð­veld­is­ floksins Høgna Hoydal. Ein skuldi trúð, at tá menn skrivliga í fjølmiðlunum og munnliga í loftmiðlunum fingu so góða tíð at greiða frá sjónarmiðum sínum vóru fá ivamál eftir; men so var ikki. Neyvan gjørdist nakar klókari av tjakinum, og heldur ikki íslendski ella tann danski serfrøðingurin í fimmaranum loystu gát­ una, um fráboðanin til ST var eitt framstig, status Quo, ella eitt afturstig. Longu tá Uttanríkis­polit­ iska heimildarlógin var til viðgerðar í Løgtinginum vísti løgfrøðisliga ráð­gev­ ingin hjá tinginum á, at ongin meining var í at sam­ tykkja tvær lóg­ir, har ser­ stakar við­merk­ing­ar vóru í danska lógaruppskotinum, ið ikki vóru við í tí før­oyska. Hetta hevur eftirfylgjandi verið trupulleikin og er tað sera óheppið, at vit ikki kundu finna eina felags loysn millum samgongu og andstøðu í hesum máli. Eg fegnaðist um at lesa greinina hjá Halgir Winther Poulsen, løgfrøðingi við yvir­skriftini »Eidesgaard og Hoydal fara skeivir«. Her kemur løgfrøðingurin til niðurstøðuna, at málið er blást upp, og at fráboðanin til ST ikki hevur tann týdn­ ing, sum løgmaður og Høgni Hoydal gera hana til. Tað er týdningarmikið at fasthalda, at føroyingar lúka øll krøv sambært al­tjóða rætti til at verða viður­kend­ ir sum serstøk tjóð og eiga sostatt sjálvsavgerðarrætt. Altavgerandi er, at vit finna breiðan meiri­luta herheima fyri stig­um, ið takast skulu á sjálv­stýris­ leið. Skulu sømdir vinnast uttan fyri landoddarnar er neyðugt, at vit standa saman. Hetta gerst ikki við at leggja seg skerflatan fyri dønum; eiheldur gagnar slag­orðið loysing, helst í gjár. Hvussu føroyingar ynskja at skipa samfelagið, eigur at koma fram í nýggju grund/stjórnarskipanarlóg­ ini. Her mugu vit koma til eina fe­lags semju við støði í sam­felags­støð­uni ídag, og hvussu vit gera, tá ríkisrættarliga støðan broyt­ist. Ein fyri Føroyar spenn­ andi og týdningarmikil av­gerð fellur helst á Norð­ urlandaráðsfundinum í Keyp­mannahavn seinni í ár. Tá kemur støðutakanin til føroysku umsóknina um sjálvstøðugan før­oysk­ an limaskap í Norður­ landa­ráðnum væntandi til endaliga viðgerð. kph@post.olivant.fo VIÐMERKINGAR Føroya fólk hevur avgerðarrættin Løgtingslimur Sjálvstýrisfloksins KÁRI P. HØJGAARD Dávid í Lág Tað ið Hvalvíkarprestur skuldi havt gjørt