týsdagur 10. januar 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 7 - 10. januar 2006
Minningarorð um
Magna Nólsøe
Føddur 8. juli 1988 - deyður 27. oktober 2005
Góði Magni
Bert nøkur orð vilja okur, ið eftir sita við stórari
sorg, skriva niður her.
Ringt er at seta orð á tær kenslur, man situr við
aftaná eina slíka syrgiliga hending.
Øll spyrja hví, hví ein so raskur, fittur og góður 17
ára gamal drongur skuldi vera rivin frá hesi verð so
brádliga og meiningsleyst. Men eingin veit at siga
hví! Kanska hann bara var ov góður til at vera her,
ella kanska Guð onkursvegna hevur tørv á honum.
Líkamikið hvat, so er hann farin og kemur ikki aftur,
og hart er tað, tað er vist.
Tað er altíð ringt at missa, um viðkomandi er ungur
ella gamal, men tað at Magni hvørki var sjúkur ella
illa fyri, og so bara doyr, er ófatuligt. Tankar okkara
leita til tey nærmastu ið eftir sita, Vígdis, Curt og
Unu. Ikki kunnu okur ímynda okkum, hvussu tað
man vera at missa ein son og bróður; Gud veri við
tykkum og hjálpi tykkum ígjøgnum sorgina.
Góði Magni, okur sakna teg; tú kemur altíð at
hava eitt pláss í okkara hjørtum.
Okur vita, at tú hevur tað gott, har ið tú ert nú,
og ein dag vit hittast aftur; men til ta tíð mást tú
hava tað gott.
Okur elska teg.
Vinirnir
Hvør vildi trúð at okur skuldu sita
her og skriva minningarorð um teg
góði Magni, sum so brádliga varð
tikin burtur frá okkum, bert 17 ára
gamal.
Tú var okkum øllum ein góður
vinur, altíð vart tú fittur, hjálpsamur
og álítandi og ikki minst í skúlanum
vart tú sera raskur.
Okur fara aldrin at gloyma allar tær
góðu løturnar, okur høvdu saman,
serliga tey hugnaligu leygarkvøldini.
Ja, sjálvt tað seinastu tíðina nýtti tú
við tínum vinum, tá tykor vóru á
Eiði og spældu fótbólt.
Tað er sera torført at skilja, at tú
ikki ert her ímillum okkum longur,
saknurin er stórur. Men øll tey góðu
minnini um teg, koma vit altíð at
eiga, og hettar er okkum ein stór
troyst.
Góði Magni, tú kemur altíð at hava
eitt serligt pláss í okkara hjørtum.
Okur hugsa við samkenslu um
Curt, Vígdis og Unu, nú tit hava
mist ein kæran son og bróður, má
Gud styrkja tykkum.
Hvíl í friði kæri vinur
Floksfelagarnir 10.a og 10.b
Okkara góða systir
Marjun Dalsgaard
fødd Johannesen, ættað av Skála
✽ 2. august 1929 ✝ 7. januar 2006.
Børan fer frá Luthers Kirkju í Keypmannahavn
hósdagin 12. januar kl. 12.00.
Familjunnar vegna
Ingibjørg og Leivur
Dagurin í morgin
11. januar. Hyginus, deyður umleið ár 142. Valdur pávi
í 138, men varð fyribeindur, tá ið keisarin Antonius Pius
forfylgdi teimum kristnu.
Prógv
2. januar 2006 tók Bjørg Hentze, Tórshavn, prógv sum
professions bachelor í kosti og heilsu (human ernæring)
á Suhrs Seminarium í Keypmannahavn.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Heidi Glerfoss, 3-arin:
Høvuðsuppgávu um
trúlovilsis- og vígsluringar
Rætting
Rætting til greinina ”Ein gravsteinur spøkir aftur” í
innlegginum Jól&Nýggjar í Sosialinum 23. desember.
Vinarliga, og orsaka at eg mistók meg í fartinum við at
siga at J.A. Arge, kallaður Jampan, stóð fyri arbeiðinum
á Fiskieiðinum í Hvalba og havnini í Skopun. Hetta
var ikki rætt.
Jákup Andreas Arge
Minningarorð um Magna Nólsøe
Føddur 8. juli 1988 - deyður 27. oktober 2005
TÍÐINdASKRIV
Í hesum døgum ger Heidi Glerfoss úr 3-arnum høvðusupp
gávu um trúlovilsis- og vígsluringar. Í hesum sambandi ber
til at støkka inn á gólvið og fáa eitt prát við Heidi og síggja
úrvali av ringum. Eisini ber til at verða við at sniðgeva sínar
egnu ringar við tí vælumtøkta programminum Love Design.
Til ber at ringja til 3-aran á 353535 og frætta meira.