Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-10, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. januar 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 7 - 10. januar 2006 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Svenning Danielsen, Kaldbak, andaðist 7. januar, á Láargarði, 87 ára gamal. Farið verður av Láar­ garði týsdagin 10. januar, klokkan 14:00 Jarðarferðin verður úr Kaldbaks kirkju, miku­ dagin 11. januar klokkan 13:00. Sungið verður úr sálma­ bókini. Tey, sum vilja minnast Svenning, kunnu lata eina peningagávu til Kalbaks kirkju. Konto í Føroya Sparikassa: 9181- 4951923. Maria á Lakjuni í Fuglafirði andaðist á Landssjúkrahúsinum sunnudagin 8. januar, 84 ára gomul. Farið verður úr kapell­ inum mikudagin 11. jan­ uar klokkan 16. Jarð­arferðin verður úr Siloa hósdagin 12. januar klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Mariu, kunnu lata eina gávu til trúðboðaravirksemi, konto í Føroya Banka. Kistan við Karl E. Andreassen, vanliga nevndur Karl hjá Hildu, fer úr kapellinum á Klaks­víkar Sjúkrahúsi heim í Kristianskirkjuni mikudagin 11. januar klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Kristianskirkjuni hós­ dagin 12. januar klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Karl, kunu lata KFUM og K eina peningagávu. Konta í Norðoya Spari­ kassa. Jona Mikkelsen ættað úr Vági búðsitandi í Klaksvík, andaðist í Norðoyar røktarheimið sunnukvøldið 90 ára gomul. Jarðarferðin verð­ ur lýst seinni. Marjun Dalsgaard, fødd Johannesen, ættað av Skála andaðist, 7 jan­ uar í Keypmannahavn 76 ára gomul. Búgvi Christiansen, sonur Odbjørg og Sørin í Tórshavn, andaðist í heiminum 7. januar, 21 ára gamal. Farið verð­ur úr heim­ inum týs­kvøldið klokkan 18:00 í Vesturkirkjuna. Jarðarferðin verður miku­dagin klokkan 13:00. Tey, sum vilja minn­­ast Búgva, kunnu geva eina gávu til felagið Føroya Syndrom; konta í peningastovninum. Andlát og jarðarferðir Endiliga upprann dagurin, sum vit hava tosað so nógv um. Louisa omma og Martin abbi hava krún­diamantbrúdleyp í dag 10 januar, so nú hava tey verið gift í 65 ár, tað er ikki á hvørjum degi, at man upplivir tað. Tað er ein stór gleði, at tit kunnu uppliva henda stóra dag, og at vit kunnu hátíðarhalda hann saman við tykkum. Tað eru longu 5 ár síðani tit høvdu Diamantbrúdleyp, ja, tíðin gongur skjótt. Tá hildu tit dagin hjá Allu fastir saman við familju og kenn­ingum. Omma og abbi blivu gift sum ung í 1941, tey búsettust í Klaksvík og fingu 6 børn. Jógvan Martin f. 1940., Elna Torbjørg vanliga nevnd Alla f. 1942. Sólbjørn f. 1943, Gunhard f. 1947, Sigmund f. 1949, doyði í 1950 vegna sjúku, og Signhild f. 1955, tey eiga eisini 10 ommu- og abbabørn og 11 langommu og langabba børn. Omma og abbi eru 83 og 88 ára gomul, tey eru væl fyri, klára seg sjálvi. Omma vaskar og ruddar, hon ger døgurða hvønn dag sjálv. Tey hava tvey hús at passa og ein urta­garð, sum tey fríðkaðu um í summ­ar. Omma er sera ófør at binda, situr altíð við stokkum. Á jólum og til føðingardagar fáa vit øll okkurt bund­ið plagg, tað er vælgjørt og deiligt at fáa. Hon situr eisini og bindur til sjómanskvinnuringin á hvørjum árið. Abba dámar væl at sita í kjallar­inum og tilevna úr træ, m.a. ger hann spøl, leypar, bátar og tufflir. Tað er sera vakurt, og eru tey altíð klár at geva burtur av. Tað er altíð hugnaligt at koma á gátt hjá ommu og abba. Omma er altíð klár við einum drekkamunni og okkurt gott afturvið. Ommu kann man tosa um alt við, hon sigur sína hugsan og leggur ikki fingrarnar ímill­um, og er tað bara gott. Til síðst vilja vit ynskja tykk­um hjartaliga tillukku við Krún­dia­mantbrúdleypsdegnum, Guðs ríku signing í framtíðini og takk fyri alt tit hava verið fyri okkum. Ein heilsan við 1.Kor.13 Ynskja vit Louisa, Róin og Jógvan Martin Sigrid, Jákup M, Steffan og Hanna Sjúrður, Lis, Jógvan K., Ása, Richard og Julian Ein heilsan til krúndiamantbrúðarparið Louisu og Martin Hansen í Klaksvík 1941 2006 Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara elskaða mamma, vermamma, omma og langomma Maria á Lakjuni vanliga nevnd Mia Fuglafjørður andaðist á Landssjúkrahúsinum sunnudagin 8. januar, 84 ára gomul. Farið verður úr kapellinum mikudagin 11. januar kl. 16.00. Jarðarferðin verður úr Siloa hósdagin 12. januar kl. 13.00. Familjunnar vegna Victor, Páll, Harry, Jógvan, Terji og Eyðun Tey, ið vilja minnast Mariu, kunnu lata eina gávu til trúboðaravirksemi, konta í Føroya Banka Í dag, týsdagin 10. januar 2006, verður Dinna Dalsgarð á Argjum 90 ár. Dinna er ættað úr Sanda­ vági, men hevur búð á Argjum síðan 1949. Hon kom sum ung til Havn­ ar, har hon tænti og arbeiddi eina tíð á bakarínum hjá Fossá, aftan fyri Havnar Klubba, har sum matstovan Toscana er í dag. 8. juni 1937 giftist Dinna við Ólavi Dalsgarð av Velbastað, sum var útbúgvin maskinsmiður og arbeiddi á Tórshavnar Skipasmiðju. Fyrstu árini búðu tey í Rættará, til tey í 1949 fluttu inn í nýggj hús á Argjum. Dinna og Ólavur fingu 8 børn: Hallgerð (á Lofti), sum býr á Argjum, Jóannes, sum býr í Havn, Gudna (Midjord), sum býr á Argjum, Eivind, sum býr í Jyllinge á Sælandi, Bjarni og Bjartur, sum búgva á Argjum, og Eydna og Hálvdan, sum búgva í Havn. Foreldrini hjá Dinnu vóru: Amalia, úr Lon í Sandavági, og Hálvdan Gudmundsen, ættaður úr Gerðum í Vest­ manna. Tey vóru trý systkin, elstur var Gudmund, sum sjólætst við Sólrris, ið sigldi á eina minu í 1942, síðan er tað Dinna, og Eivind, maskinmaður og fyrr­verandi reiðari, sum býr í Sandavági. Dinna og Ólavur skaptu eitt trygt og harmoniskt heim hjá allari familjuni. Ólavur arbeiddi á Skipa­ smiðjuni til hann var 80 ára gamal. Hann fekk t.d. medalju frá Drotningini fyri trúgva tænastu. Hann andaðist í 1998, 86 ára gam­ al. Dinna hevur verið sera røsk og arbeiðssom. Tá børn­ ini vóru smá, seymaði hon sjálv klæði til tey og syrgdi væl fyri øllum í heiminum. Hóast høga aldurin er Dinna sum ein ungur persónur, hon fylgir væl við í øllum sum gongur fyri seg, t.d. í politikki, innan ítróttin og í tónleikaverðini. Hon er sum ein vitanardepil í familjuni og hevur sínar viðmerkingar til dagsins spurningar. Hon minnist allar merkisdagar og forsømir ongan í stóru familjuni við nógvum ommu- og lang­ ommubørnum. Eisini minnist hon nógvar aðrar merkisdagar uttan fyri familjuna. Føðingardagurin verður hildin í Róðrarneystinum hjá Havnar Róðrarfelag í Álakeri kl. 19. Dinna Dalsgarð 90 ár