týsdagur 10. januar 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 7 - 10. januar 2006
15
- Støðan í føroyska
vinnulívinum minn
ir um støðuna í
Sovjet undir Polit-
bureaunum. Vit
eru fullkomiliga
í lummunum á
nøkrum fáum vinnu
lívsmonnum, sum
taka avgerðirnar.
Møguliga er tað ein
stokk konservativ
bólkur í føroyska sam
felagnum, sum hevur
eina konservativa
protestantiska áskoð
an, sum byggir á, at
tey ríku eru tey, ið eru
mest vælsignað av
Guði, sigur bersøgni
hvalbiarpresturin
Ólavur Rasmussen í
viðtalu við Sosialin
Samrøða
Páll Holm Johannesen
pallurin@hotmail.com
Myndir: Jens Kristian Vang
Ein tjúkkur smádrongur,
sum ikki dugdi at siga,
hvaðani hann var ættaður,
hevur vaksið seg stóran og
bersøgnan.
Hann er nakað fyri seg
á føroyska prestaliðnum,
og tá ið hann hittir press
una, smæðist hann ikki
við at sessast á einum av
skeinkistøðunum í høvuðs
staðnum – Hafnia Lounge.
Ólavur Rasmussen hevur
alla orsøk til at smírast. Og
tað ger hann eisini.
Presturin í Hvalba sigur
seg vera tiknan á bóli av
góðu móttøkuni, sum bók
hansara um Kierkegaard
hevur fingið. Hann hevur
selt tvey uppløg upp undir
jól, og bókini hevur fingið
nógva umrøðu.
Og nú, hann setir niður at
tosa um seg sjálvan, átrúnað
og annað, er hann í einum
stórum kolli og selum. Hann
torir at siga sína hugsan
hart, og hann torir at verða
sín egni. Ólavur Rasmussen
tykist ikki órógvaður av at
vera óvanliga bersøgin og
erligur.
– Eg var ræðuliga tjúkkur
sum barn. Eg var nógv tjúkk
ari enn onnur børn, og tað
hevði við sær, at øll hildu tað
vera ónormalt. Eg minnist,
tá eg gekk í vøggustovu í
Søborg í Danmark kallaðu
øll meg fyri “Bamse”. Tey
tóku synd í mær, men hildu
hinvegin eisini, at eg var øgi
liga fittur. Eg varð kortini
ikki argaður, men øgiliga
nógv mussaður, tí tað verður
tú eftir øllum at døma, tá tú
ert ein fitt og tjúkk bamsa,
fortelur Ólavur Rasmussen
stórflennandi.
Staðleysur
Uppvøksturin hjá hvalbiar
presti hevur verið rættiliga
ólíkur øðrum føroyskum
børnum, sum eru uppvaksin í
sekstiárunum. Foreldrini hjá
Ólavi vóru ávíkavist prestur
og jarðarmóður, og hetta
hevði við sær, at hann flutti
javnan bústað. Fyrstu árini
hevur hann búð í Klaksvík,
á Eiði, niðri í Havnini, í Hoy
vík og í Danmark. Ólavur
Rasmussen sigur seg minn
ast hava havt ein góðan og
ikki minst fjølbroyttan upp
vøkstur.
– Eg havi ongantíð fatað
tað sum strævið, at mamma
og pápi vóru noydd at flyta
so ofta. Hinvegin var tað eitt
sindur strævið ikki at vita,
hvaðani tú stavaði. Allir mín
ir javnaldrar kundu siga, at
teir vóru frá einum ávísum
stað, men tað bar ikki
hjá mær. Eg var rættiliga
nógv hjá ommu og abba á
ávíkavist Skála og í Hvalvík,
og tað er tað nærmasta, eg
kann siga, hvar eg eri frá,
greiðir Ólavur Rasmussen
frá.
Tað fellur ikki hvørjum
smádrongi í lut at vera sonur
at einum presti, og spurdur,
hvussu tað var at vaksa upp
sum prestasonur, svarar
Ólavur:
– Eg havi ongantíð hildið
tað vera strævið, og heldur
ikki nøkur avmarking. Pápi
hevur altíð havt ein frískan
hugburð, og eg minnist meg
ongantíð verða argaðan at
vera prestasonur. Eg gjørdi
tað, eg hevði hug til, og eg
havi eins og flestu ung gingið
í býnum og annað, sum øll
onnur ung gjørdu tá.
Vildi gerast skipari
Á sumri í 1977 verður
Ólavur Rasmussen studentur
úr Hoydølum. Longu tá hev
ur hann roynt seg til sjós
fleiri ferðir, og hugurin til
sjógvin var stórur. Eftir stu
dentsprógvið var ætlanin at
gerast skipari.
– Eg var mín fyrsta túr til
sjós sum fjúrtan ára gamal
og mær hevur altíð dámað
ótrúliga sjólívið. Umborð
eru bara tú, manningin og
havið, og júst tað hugtekur
meg. Tú hevur møguleika at
gloyma allar sorgir á sjónum.
Eg ætlaði mær altíð at gerast
skipari, men mín ringa sjón
forðaði hesum, fortelur Ólav
ur Rasmussen.
Tá hann ikki kundi gerast
skipari, stóð valið millum
gudfrøði ella løgfrøði. Valið
fall á tað fyrra.
– Eg havi ongantíð kent tað
sum trýst at gerast prestur, tí
pápi var tað. Hinvegin hevur
tað óivað ávirkað mítt val.
Eg var ikki serliga hugtikin
av gudfrøðini í fyrstani. Gud
frøði er ein samanrenning
millum mállærugreinar og
heimspeki, og serliga part
urin við málunum, hevði
eg lítlan áhugað í. Hinvegin
fangaði kirkjusøgan og heim
spekin meg, sigur Ólavur
Rasmussen
Tey, sum velja at lesa gud
frøði kunnu skjótt skriva
undir upp á, at júst tann lest
urin verður vanliga fataður,
sum eitt sindur øðr vísi enn
hjá fólki, sum velja at lesa
meira vanligar lærugrein
ar sum løgfrøði, til sjúkra
systir ella maskinsmið.
Hetta kemur allarhelst av
føroysku fatanini, at prestur
hevur ein serligan leiklut
í samfelagnum og tað eru
fastar reglur fyri, hvussu ein
prestur skal bera seg at.
Spurdur, hvussu tú verð
ur uppfataður av tínum javn
aldrum, tá ein lesur gudfrøði,
svarar Ólavur Rasmussen:
– Eg kundi serliga øsa
Ein gudsvælsignað
vinnulívsmafia
– Havi eg hug at fáa mær ein dans, fái eg mær tað. Tað skal eingin blanda seg í og hatta tími eg ikki at krógva heldur. Fyri okkum
prestar ger tað sama seg galdandi, sum fyri øll onnur menniskju. Sting fingurin í jørðina, har sum tú ert staddur, men sting hann
ikki so djúpt, at tú missir teg sjálvan burtur, sigur Ólavur Rasmussen.
Framhald á næstu síðu