Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-10, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. januar 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 7 - 10. januar 2006 meg inn á føroyingar. Teir vóru herviligir at koma við stikkpillarum. Føroyingar hava eitt “religiøst forkvakl­ að forhold” til gudfrøði. Javn­ an varð eg spurdur um eg var frelstur, og um eg kundi loyva mær eina øl, tá eg nú las gudfrøði. Eg minnist hetta vera ørkymlandi upp­ liv­ingar fyri meg. Opin mafia Ólavur Rasmussen er eftir øllum at døma ikki liðugur at øsa seg um føroyingar. Presturin fylgir væl við í sam­felagsviðurskiftum og politikk­ur fyllir nógv í hans­ ara lívi. – Politikkur er drepandi far­ligur og keðiligur, men hinvegin eisini lívsneyðugur. Talan er jú um okkara ger­ andisdag, har vit avgera, hvussu virðini verða býtt og hvørji rættindi, vit skulu hava sum borgarar, vísir hann á. Presturin er brennandi tals­maður fyri, at føroyingar ongan­tíð ov skjótt gera upp við óskilið innan føroyska vinnulívið, sum hann málber seg. – Gandaorðini í dag eru liberal­ur poli­tikkur og privati­ ser­­ing­­ar, men støð­an í før­ oyska vinnulívinum minnir meira um støðuna í Sovjet undir Polit-bureaunum. Vit eru fullkomiliga í lumm­un­ um á nøkrum fáum, sum taka avgerðirnar. Tað eru nakrir heilt fáir vinnulívsmenn, sum sita á valdinum í Føroy­ um. Ólavur nevnir skipanina við fiskaloyvunum, sum eitt sera sigandi dømi um hetta óskil. Hann hev­ ur hug at samanbera før­ oyskar vinnulívsmenn við mafiosar. – Fiskaloyvini eru besta dømi um, hvussu nakrir fáir sleppa fram at. Onkur hevur skotið baptistarnar fyri at ganga á odda í hesum, men tað eru ikki bara teir. Eg kenni nógvar baptistar, sum ikki fáa ágóðan av al­ mennu fiskaloyvunum. Tað hevur verður sagt, at mafian í Føroyum er tað mótsatta av henni í Italia. Í Føroyum er mafian ikki duld, men sjón­lig og øll vita hvørjir hesir menninir eru. Tú hev­ ur tann fyrimun at vera opin mafiosur í Føroyum, tí vit føroyingar av ein ella aðrari orsøk góðtaka hes­ar spælireglur, heldur hval­biar­ prestur. Hann dugir ikki at taka dagar ímillum, hví føroy­ ingar góðtaka, at nakrir fáir vinnulívsmenn sita á øllum valdinum, sum hann vil vera við. – Stutt fyri eg skuldi taka við prestastarvinum í Hvalba gekk sum rótasúpan, at kirkjan fór at gerast til eitt dansistað. Tá eg arbeiddi í SvF hevði eg nógvar vinmenn frá arbeiðsplássinum og mær dámar væl at fara í dans og fáa mær ein “sving om” ” – Tað var O.K. Olofson, sum byrjaði hetta nýreligiøsa rákið í fólkakirkjuni. Tú sært serliga hetta rák rundan um Miðflokkin og nýggju prestarnar í dag. Hetta rák er við at drena næstrakærleikan úr kristnidómunum. Eg eri bangin fyri, at teir sokallaðu modernaðu prestarnir við sínum miðaldarsjónarmiðum fara at oyðileggja og knúsa fólkakirkjuna og kristindómin ” – Eg havi ongantíð hildið tað vera strævið at vera prestasonur, og heldur ikki nøkur avmarking. Pápi hevur altíð havt ein frískan hugburð, og eg minnist meg ongantíð verða argaðan at vera prestasonur. Eg gjørdi tað, eg hevði hug til, og eg havi eins og flestu ung gingið í býnum og annað, sum øll onnur ung gjørdu tá, vísir Ólavur Rasmussen á