týsdagur 10. januar 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 7 - 10. januar 2006
17
– Eg áni ikki, hví vit halda
fram við at góðtaka tað og
ikki tora at taka uppgerðina.
Kanska lata vit vera at gera
nakað, tí vit einfalt hava
nøkur sjálvssøkin motiv.
Vit vóna kanska, at vit ger
ast ein av teimum, sum
enda við at fáa peningaliga
ágóðan av hesum óskili.
Kanska er tað óttin fyri tí
ókenda. Møguliga er tað ein
stokk konservativ bólkur í
føroyska samfelagnum, sum
hevur eina konservativa
protestantiska áskoðan, sum
byggir á, at tey ríku eru tey,
ið eru mest vælsignað av
Guði. Hetta sama mynstrið
sóu vit millum jødarnar í
gamla testamenti, har tey við
tjúkkastu bankabókin vóru
mett at vera mest vælsignað,
sigur Ólavur Rasmussen.
Hann slær fast, at tað er
bara fólkið í Føroyum, sum
kann seta krøv um at demo
kratisera okkara rættindi
í føroyska samfelagnum.
Hann vísir á, at tað ikki ber
til at tosa um, at vit øll eiga
rættindini, tá veruleikin er,
at tað einans eru nøkur fá,
sum stýra øllum.
Vandamikið gullasch
Bókin hjá Ólavi Rasmussen
um danska heimspekingin
Søren Kierkegaard, Antin
– Ella, er í stóran mun ein
uppgerð við trongdskygd
an kristindóm. Júst trongd
skygdi kristindómurin hevur
sambært rithøvundanum
veruliga fingið fastatøkur í
Føroyum seinastu árini. Hann
óttast serliga samanvavsturin
av politikki og átrúnaði,
sum er rættiliga sjónligur í
føroyskum politikki í dag.
– Kjakið um rættindini hjá
bøssum og lesbiskum eru góð
dømi, har tú tekur moralskar
spurningar og viðgerð teir
politiskt og samstundis
brúkar nýggja og gamla
testamentið er ein ómetaliga
vandamikil gullasch. Bland
ingurin av løgfrøði, politik
og átrúnað hevur elvt til 100
ára kríggj í heiminum, og
blóð hevur flotið í gøtunum
í so nógvum litrum, at vit
slettis ikki kunnu telja teir,
sigur hann.
Ólavur heldur, at vanda
mikli samanvavsturin av poli
tikki, løgfrøði og átrúnaði er
nógv sjónligari í Føroyum, tí
nú er ein politiskur flokkur,
sum hevur sítt grundarlag í
hesum samanvavstri. Prest
urin sipar í hesum føri til
Miðflokkin.
– Tú hevur ikki hoyrt før
oyskar politikarar áður nýtt
og misnýtt kristindómin sum
teir gera nú. Hesir politikarar
síggja beinleiðis møguleikan
at nýta kristindómin til at fáa
politiskt vald. Tú hevur áður
havt einstakar politikarar í
teimum ymiskum flokk
unum, sum hava roynt hetta,
men ikki flokkar burturav,
sum vilja hava vald og vilja
brúka tað. Miðflokkurin fær
politiskt vald upp á grund av
Gudi, hugleiðir hann.
Spurdur, hví politikarar,
sum nýta og misnýta
kristnidómin verða valdir
á Føroya Løgting, svarar
hvalbiarprestur:
– Sekterisman í Føroyum
er nógv sterkari í dag enn
fyri nøkrum árum síðan.
Somuleiðis er spjaðingin í
føroyska fólkinum økt. Tá
sekterisman økist, hevur
tað við sær, at egoisman
er veksur, tí egoisma og
sekterisma er tað sama. Bæði
egoisma og sekterisma hava
bæði ein trongdskygdan
máta at síggja veruleikan
upp á. Úrslitið verður, at
tú fært fólk, sum siga seg
kenna tann æviga sann
leikan, og tað er tað sama
sum at taka einkarætt til at
tulka tilveruna hjá øðrum
menniskjum. Hetta er rein
egoisma. Sekterisman legg
ur allan dent á, at tað eri
eg, sum eri frelstur, tað eri
eg, sum havi mítt uppá tað
turra. Tað snýr seg ongantíð
um heildina, um okkum øll.
Tað snýr seg bara um tey
innvígdu.
Rasisma
Ólavur kallar tað, sum fer
fram á politiska pallinum
fyri reindyrkaða rasismu,
og hesum mótmælir hann
harðliga.
– Hetta er nógv verri enn
erlig rasisma. At hata ein
nekara tí at hann er svartur
er ein erlig søk, tí at ein
slík rasisma er grundað á
býttleika og óvitan. Men at
siga seg elska bøssan, men
at hata hansara synd, hansara
homoseksualitet, er ein ógvu
liga besnissað rasisma. Ser
liga, tá ið ein vaskar sínar
hendur í onkrum skriftstaði.
Ja, í roynd og veru er tað
Jesus, sum fær skuldina,
hann sum segði, at vit ongan
skulu døma.
Hann heldur, at í somu
løtu vit sortera millum menn
iskju í Guðs navni gerst
kristindómurin lívsfarligur.
Eins farligur og islamisk ella
jødisk fundamentalisma.
Henda trongskygda fatanin
hevur eftir hansara tykki
einki við kristindómin at
gera. Tvørturímóti oyði
leggur henda fatanin trivn
aðin, lívsgleðina og skap
anargleðina. Ikki minst
oyðileggur henda fatanin
tilvitskuna um, at vit øll
somul, hóast alt, eru í sama
eksistentiella báti, slær Ólav
ur fast.
Knúsa fólkakirkjuna
Hvalbiarprestur sigur seg
brenna fyri uppgerðini mill
um trongdskygda kristin
dómin og meira verðsliga
kristindómin í Føroyum.
Hann ásannar, at henda
uppgerð í stóran mun eisini
skal takast innanhýsis í fólka
kirkjuni. Hann skýrir teir
ungu og nýggju prestarnar
fyri at vera ógvuliga kon
servativar og umboða ein ein
trongdskygdan kristindóm.
– Tað var O.K. Olofson,
sum byrjaði hetta nýreligiøsa
rákið í fólkakirkjuni. Tú sært
serliga hetta rák rundan
um Miðflokkin og nýggju
prestarnar í dag. Hetta rák er
við at drena næstrakærleikan
úr kristindóminum. Eg eri
bangin fyri, at teir sokallaðu
modernaðu prestarnir við
sínum miðaldarsjónarmiðum
fara at oyðileggja og knúsa
fólkakirkjuna og kristin
dómin. Fólkakirkjan má
taka uppgerðina við hesi
trongdskygdu sjónarmið, tí
tað kann føra til ørskap um
vit skulu fortelja hvørjum
øðrum, hvør er verdur til at
kalla seg kristnan. Eg ræðist
hesa fundamentalismuna
sum pestina, og eg ivist
ikki í, at tað í stóru rørsluni
brøðrasamkomuni eisini er
ein djúp trongd eftir einum
meira fólksligum kristin
dómi, fortelur hann.
– Men hetta skal standa
fyri mína egnu rokning, legg
ur hann aftrat.
Lívið margfalt
Ólavur Rasmussen held
ur, at føroyingar eru við at
vakna andaliga úr einum
dvala. Hann vísir serliga á
stóru undirtøkuna á kirkju
ráðsvalinum í Havn og stóru
undirtøkuna, sum hansara
egna bók um Kierkegaard
fær. Hann sigur seg vera
sannførdan um, at fólk hava
djúpa ræðslu fyri tí sum fer
fram, og kirkjuráðsvalið var
eitt gott dømi um eina upp
gerð við trongskygda kristin
dómin í Føroyum.
Hvørja fatan hevur Ólav
ur Rasmussen av kristin
dóminum?
– Lívið er margfalt og vit
eru øll ymisk og tað skulu vit
viðurkenna og góðkenna. Vit
skulu eitt nú góðtaka, at vit
hava ymiska sexuella orien
tering, tí vit eru ikki øll skapt
líka. Var tað nakað, Jesus
gjørdi upp við, so var tað teir
skriftlærdu og hesi um sitera
skriftina sum grundarlag
fyri, at tey kunnu koma við
rasistiskum úttalilsum um
okkara medmenniskju.
– Í kristnum týdningi er
Jesus tann heilt stóri persón
urin í mínum lívi. Eg livi ikki
á nakran hátt upp til hansara
krøv, men tað er júst poingið.
Jesus segði tey meistarligu
orðini, at eingin trýr so nógv
sum tað lítla barnið. Hetta
burdi givið okkum vaksnu,
sum reypa okkum av okkara
stóru trúgv, nakað álvarsligt
og grundleggjandi at hugsa
um. Uggin er, at Jesus elskar
tað lítla barnið í okkum
øllum somlum.
Liberalur prestur
– Stutt fyri eg skuldi taka við
prestastarvinum í Hvalba
gekk sum rótasúpan, at
kirkjan fór at gerast til eitt
dansistað. Tá eg arbeiddi
í SvF hevði eg nógvar vin
menn frá arbeiðsplássinum
og mær dámar væl at fara í
dans og fáa mær ein “sving
om”. Tað gjørdu vit nógv í
Kagganum tá, og tá eg fái
prestastarvið byrjar henda
søgan at ganga í Hvalba. Tað
er skjótt at verða fordømdur
í Føroyum, men so skjótt tú
andlit til andlits vísir hvør
tú ert, hvørva fordómarnir.
Harragud Páll, tíðirnar broyt
ast. Vit sita beint nú á einum
vertshúsi, Hafnia Lounge á
Áarvegnum í Havn. Fyri
nøkrum árum síðan trúði
eingin, at Hafnia fór at fáa
sær skeinkiloyvi. Vit sita her
so friðarligir og fáa okkum
ein kaffimunn og eitt prát.
Vit hittast her, tí at her hittist
fólk. So einfalt er tað.
Í føroyskum høpi verður
Ólavur Rasmussen vanliga
flokkaður sum ein liberalur
prestur. Hann er fráskyldur
einaferð og er ikki bangin
fyri at vera sæddur á einum
vertshúsi. Fyri mong verður
hetta mett ikki at vera í sam
svar við tann leiklut, vit
føroyingar áleggja presti.
Siðvenjan í Føroyum hevur
verið at prestur traðkar var
liga.
– Eg fái ikki so nógvar
viðmerkingar fyri mín lívs
stíl sum fyrr. Føroyingar
eru sum onnur fólk, tá tað
kemur til tey basalu tingini.
Ert tú tann tú ert, góðtaka
fólk tað. Um tú sum prestur
byrjar at spæla ein dupultan
leiklut, tí tú ert bangin fyri
hvat fólk fara at siga, kemur
tú sum menniskja í eini
óhaldbara støðu. Havi eg
hug at fáa mær ein dans, fái
eg mær tað. Tað skal eingin
blanda seg í og hatta tími
eg ikki at krógva heldur.
Fyri okkum prestar ger tað
sama seg galdandi, sum fyri
øll onnur menniskju. Sting
fingurin í jørðina, har sum tú
ert staddur, men sting hann
ikki so djúpt, at tú missir teg
sjálvan burtur, sigur Ólavur
Rasmussen.
– At hata ein nekara tí at hann er svartur er
ein erlig søk, tí at ein slík rasisma er grundað
á býttleika og óvitan. Men at siga seg elska
bøssan, men at hata hansara synd, hansara
homoseksualitet, er ein ógvuliga besnissað
rasisma
”
–Tú hevur ikki hoyrt føroyskar
politikarar áður nýtt og misnýtt
kristindómin sum teir gera
nú. Hesir politikarar síggja
beinleiðis møguleikan at nýta
kristindómin til at fáa politiskt
vald. Miðflokkurin fær politiskt
vald upp á grund av Gudi, sigur
hvalbiarpresturin