týsdagur 10. januar 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 7 - 10. januar 2006
Nýggjárskonsert
Orð: Vilmund Jacobsen
Myndir: Jens Kristian Vang
Tey umleið 500 fólkini, sum
vóru til Nýggjárskonsertina
hjá Føroya Symfoniorkestri
og Nýggjárskórinum sunnu
kvøldið, fingu eitt rættiligt
tónleikaupplivilsi – við
styrkini og dugnaskapinum
hjá stóra symfoniorkestrinum,
vøkru røddunum hjá kórinum
og dýpdini hjá solistinum
og úrmælinginum, Rúna
Brattabergi.
Saman við einum væl
uppløgdum orkesturleiðara,
Bernharði Wilkinson og
einum væluppløgdum frá
søgumanni, Ólavur Jakobsen,
gekk alt upp á stás hetta
kvøldið.
Norðurlandahúsið var
at kalla fult av fólki, og
spenningurin var stórur,
tá ið fyrstu tónleikararnir,
sum komu inn á stóra pall
in, byrjaðu at blæsa í síni
ljóðføri og spæla á sínar
steingir.
Eydnaðist væl
Poul Jákup Thomsen, sum
hevur verið formaður fyri
Føroya Symfoniorkestri
seinastu 12 árini, heldur, at
konsertin hesaferð helst er
tann besta, sum orkestrið
nakrantíð hevur havt.
– Eg haldi, at tiltakið eydn
aðist stak væl, sigur hann.
Hóast fleiri av tónleika
verkunum hesaferð vóru
rættiliga torfør, vóru nakrir av
musikkskúlanæmingunum
aftur hesaferð millum tey
umleið seksti, sum mannaðu
orkestrið.
– Vit hava sæð eina
velduga stóra tónleikaliga
menning í Føroyum, síðan
vit fingu Musikkskúlan.
Haraftrat sigur tað nakað,
at vit hesaferð høvdu seks
føroyingar við, sum ganga
á konservatorii uttanlands.
Eisini hetta er eitt úrslit av
einum góðum tónleikaskúla
í Føroyum.
Poul Jákup visir á, at
tá ið familjukonsertirnar
vóru í Runavík og í Havn
í desember, vóru umleið
15 næmingar, sum fáa
Poul Jákup Thomsen, orkesturformaður:
Hetta var helst okkara best
– Vit hava sæð eina velduga stóra
tónleikaliga menning í Føroyum,
síðan vit fingu Musikkskúlan. Tað
sigur eitt sindur, at vit hesaferð
høvdu seks føroyingar við, sum
ganga á konservatorii uttanlands.
Eisini hetta er eitt úrslit av góðum
tónleikaskúla í Føroyum, sigur Poul
Jákup Thomsen, formaður í Føroya
Symfoniorkestri
– Vit kenna tað sum okkara
ábyrgd, at sangarar eisini
fáa høvið at syngja saman
við Føroya Symfoniorkestri,
sigur Poul Jákup Thomsen,
orkesturformaður
Hugtakandi var at hoyra og síggja Rúna Brattaberg syngja og
framføra ”Ol’ Man River”