týsdagur 10. januar 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 7 - 10. januar 2006
19
ta framførsla nakrantíð
tónleikaundirvísing, við í
hópinum.
Støðug dygd
– Vit leggja stóran dent á, at
dygdin á konsertunum hjá
Føroya Symfoniorkestri er
støðug, og tí hava vit valt
at fáa hjálp uttanífrá, tá ið
vit halda, at tað hevur verið
neyðugt. Soleiðis vóru
einir 10 tónleikarar við
úr Damnark á konsertini
hesaferð.
Hann vísir á, at í øðrum
londum plaga tey at siga,
at eitt land, sum skal hava
eitt symfoniorkestur, helst
skal hava eini 8-10 miljónir
fólk.
– So nógv eru vit ikki í
Føroyum, og tað verða vit
neyvan nakrantíð. Tí søkja
vit okkum styrk eftir tørvi,
men tað gera tey í øðrum
londum eisini.
Poul Jákup sigur, at
tað eisini er kent í eitt nú
Danmark, at útlendingar
eru við, tá ið danska sym
foniorkestrið hevur stór tón
leikatiltøk.
– Vit vilja, at fólk, sum
koma á konsertirnar hjá
okkum, frammundan skulu
vita, at tað er dygd, tey fáa
at hoyra. Áður vóru tiltøkini
meira svingandi í dygd, men
nú haldi eg, vit kunn u siga,
at framførslurnar støðugt
eru dygdargóðar.
Rúni Brattaberg
Orkesturformaðurin heldur,
at tað var eitt rættiligt
upplivilsi hjá áhoyrarunum
at hava Rúna Brattaberg við
á konsertini hesaferð.
– Eg haldi, at Rúni,
sum okkara einasti altjóða
bassangari, kláraði uppgávuna
sera væl, og tað er gleðiligt at
hoyra, hvussu stór framgongdin
hjá honum hevur verið. Tað var
ógvuliga áhugavert at hoyra
hann syngja her heima aftur,
sigur hann .
Vit spurdu eisini Poul Ják
up Thomsen, hvussu Nýggj
árskórið er samansett.
– Vit høvdu eina lýsing
í bløðunum, har vit leitaðu
eftir royndum sangarum
kring landið, og í kórinum
hesaferð høvdu vit sangarar
úr meginpartinum av land in
um. Tað vóru Bjarni Restorff
og Kári Bæk, sum saman við
kórleiðaranum, Bernharði
Wilkinson, ið vandi kórið
saman við orkestrinum.
Ein ábyrgd
Orkesturformaðurin held
ur, at nú komið er so langt
við sjálvum Føroya Sym
foniorkestri, hevur ork
estrið eina ábyrgd av eisini
at spæla fyri kóri, og á
Nýggjárskonsertini er tað
vorðin fastur táttur, at kórið
er við.
– Vit hava kent tað sum
okkara ábyrgd at gera nakað
fyri sangararnar eisini, sigur
hann .
Í Nýggjárskórinum vóru
stívliga 100 dugnaligir sang
arar, kvinn ur og menn .
Leggjast kann aftrat, at í
nevndini aftanfyri Føroya
Symfoniorkestur sita Poul
Jákup Thomsen, Alex Sól
stein og Bogi Lutzen.
Orkestrið hevur eisini eina
tónlistarliga nevnd, sum
tekur sær av tí tónlistarliga.
Eini seksti fólk, ung og tilkomin, mannaðu Føroya
Symfoniorkestur, og stívliga 100 sangarar úr
meginpartinum av landinum mannaðu Nýggjárskórið
Ein vælupplagdur, Bernharður Wilkinson, sum við hepnari hond stjórnaði bæði orkestri og kóri
Musikkskúlin hevur ført til stóra tónleikaliga menning í Føroyum
Sámal Petersen hevði frálíka framførslu sum violin-solistur