týsdagur 10. januar 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 7 - 10. januar 2006
Eitt sera djúpt lágtrýst
nærkast Føroyum
í kvøld og verður
yvir okkum um
midnáttarleitið. Hetta
hevur við sær hvassan
storm av vestri og
landnyrðingi, og tí
eiga bjargingarfeløg
og onnur at verða til
reiðar, sigur Petur
Skeel Jacobsen,
veðurfrøðingur
STORMUR
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Bjargingarfeløg og onnur
hjálparfólk eiga at vera til
reiðar í kvøld.
Tað sigur Petur Skeel Jac
obsen, veðurfrøðingur, tá
Sosialurin hittir hann til eitt
prát um veðrið tað næsta
samdøgrið.
Veðrið hevur ikki verið
nakað serligt í seinastuni.
Í gjár lá Norrøna og bíðaði
eftir líkindum til at leggja at
bryggju í Havn. Í Norðdepli
reiv tann nógvi vindurin part
av eini tekju og klædningin
av einum húsum í Norðdepli,
í Vági koppaði jólatræið,
sum stóð á fløtuni við
minnisvarðan, og veðrið í
kvøld verður valla frægari.
Tvørturímóti.
Sambært Peturi Skeel
verða Føroyar raktar av
einum óvanliga djúpum
lágtrýsti í nátt.
Helst verður eitt skifti lítið
av vindi tíðliga í kvøld, men
eftir midnátt rakar lágtrýstið
landið, og út á náttina sigur
hann frá hvøssum stormi
av vestri og landnyrðingi. Í
veðurfrøðini verður hvassur
stormur flokkaður upp í 23
til 28 metrar um sekundið.
Nógvi vindurin minkar
tó út ímóti morgni, og um
middagsleitið í morgin og
seinnapartin skuldi vindurin
verið minkaður til 12 til 17
metrar um sekundið.
Ódn í hvirlum
Hvørjar avleiðingarnar av
nógva vindinum í kvøld
koma at verða, er ilt at siga,
tí ofta kenna fólk ofta best
sjálv, hvussu ættin av vestri
og landnyrðingi ávirkar júst
teirra bygd ella bý.
Tó kann tað verða ein
sannroynd, at hvassi storm
urin kann umskapast til ódn í
hvirlunum, tí í slíkum førum
hava fjøll o.t. nógv at siga,
hvussu vindurin rakar tey
ymsu støðini, og í ódn er
talan um vindmegi oman fyri
32 metrar um sekundið.
Petur Skeel Jacobsen væntar
ikki, at miðalvindurin kann
koma upp á ódn í kvøld, men
Akrabergi og Mykinesi, har
vindurin ofta er mestur, kunnu
vindmátararnir koma at vísa
vindmegi upp í 50 metrar um
sekundið í kvøld.
Lágtrýstið, sum rakar Før
oyar í kvøld, verður mett at
vera 947 hPa. Hetta er sum
sagt sera djúpt, tí lágtrýst
verða mett sum djúp, tá tey
liggja undir 950. Vanliga
verða lágtrýst mett at liggja
millum 970 og 990 hPa,
sigur Petur Skeel Jacobsen.
Til samanberingar kann
nevnast, at tá jólaódnin
herjaði landið í 1988, var
lágtrýstið skrásett at vera
937, tvs. tíggu hPa djypri±
enn lágtrýstið í kvøld.
Eingi beinleiðis hagtøl
um lágtrýst eru eins og t.d.
veðurfrøðingar skráseta
vindmegi, hiti og avfall.
Vindmegin í ódnini í
1988 og í kvøld kann tó
ikki samanberast. Tá kom
vindmegin upp í eini 70 til 80
metrar um sekundið, men tó
skal vindmegin í kvøld takast
í álvara. Og tað verður hon
eisini. Petur Skeel Jacobsen
vísir á, at tey sum síggja
DR1 hava møguleika at
fylgja við lágtrýstinum har,
tí vanliga verður bert hitin í
Havn vístur á veðurkortinum
hjá Danmarks Radio, men
í hesum døgum verður
vindmegin eisini víst á
skíggjanum hjá donsku
tjóðarrásini, og tað sigur
Petur Skeel seg ikki hava sæð
áður, og tí verður eisini fylgt
við veðrinum í Føroyum í
kvøld millum útlendskar
veðurfrøðingar.
Tí viðmælir Petur Skeel,
at bjargingarfeløg og onnur
vera á varðhaldi, tá Føroyar
eftir øllum at døma verða
raktar av hvøssum stormi í
nátt
Hvassur stormur rakar Føroyar í nátt
Lágtrýstið, sum rakar Føroyar í kvøld, verður mett at vera 947 hPa. Hetta er sum sagt sera djúpt,
tí lágtrýst verða mett sum DJÚP, tá tey liggja undir 950
savnsmynd: Jens Kristian Vang
Petur Skeel Jacobsen heitir á
bjargingarfeløg um at vera á
varðhaldi í nátt