Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-10, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. januar 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 7 - 10. januar 2006 21 Sambært einum ísraelskum blaði fekk Ariel Sharon blóðtynnandi heili­ vág, sum økti vandan fyri heilabløðingum Ísrael Árni Joensen fartekst@mail.dk Ein týðandi ísraelskur lækni sigur við blaðið Haaretz, at forsætisráðharrin fekk blóð­ tynnandi heilivág, sjálvt um hann leið av einari sjúku, sum hevði samband við blóðkørini í heilanum. Høvdu læknarnir vitað tað, høvdu teir neyvan giv­ ið honum blóðtynnandi heili­­vág, tí tað økir vandan fyri heilabløðingum, sigur læknin við Haaretz. Sjálvur ivast læknin ikki í, at tað var eitt læknaligt mistak at geva Sharon blóð­ tynnandi heilivág. Hann vísir á, at sjúkan, sum Sharon hevði, og heilivágurin, sum hann fekk aftan á ta fyrstu heilabløðingina tann 19. de­ sember, vóru við til at økja vandan fyri, at hann skuldi fara at bløða aftur. Men lækn­arnir varnaðust ikki sjúk­una í blóðkørunum, fyrr enn Sharon kom aá Hadassah-sjúkrahúsið við heilabløðing tann 9. januar, skrivar Haaretz. – Vit høvdu nóg mikiðat hugsa um fyri at bjarga lívi forsætisráðharrans, so vit hugsaðu ikki um nakað ann­ að, sigur sjúkrahússtjórin Ron Krumer við Haaretz. Stríðið harðnar Samstundis sum læknarnir á Hadassah-sjúkrahúsinum royna at kanna, hvussu stór­an skaða Sharon hevur fingið av heilabløðingunum, eru limirnir í flokki hansara farnir at keglast um, hvussu tann nýggi flokkurin skal stilla upp til valið í mars, nú formaðurin liggur sjúkur. Likud fer undir uppstill­ing­ ina í morgin og Arbeiðara­ flokkurin í næstu viku, men trupulleikin hjá Kadima er, at flokkurin er so nýggjur, at hann hevur ongar reglur um, hvussu hann skal stilla upp. Harafturat hava tekin verið um ósemju ímillum Ehud Olmert, varaforsætisráðharra og Shimon Peres, sum fór úr Arbeiðaraflokkinum upp í nýggja flokkin hjá Sharon. Peres skal hava roynt at egna fyri sær sjálvum sum for­sætisráðharraevni hjá Kadima, men sambært Reut­ er skal hann kortini hava játtað at styðja Olmert. Onnur fýlast á, at leiðandi limir í Kadima royna at gera sær dælt av, at Sharon er so sjúkur, og at teir fleiri ferðir hava verið í sjónvarpinum og víst á, hvussu væl tað gongur hjá Olmert at stýra stjórnini, nú hann røkir starvið hjá Sharon. Mannahúð er væl egnað at binda bøkur inn við, tí hon er sterk og vatntøtt Bøkur Árni Joensen fartekst@mail.dk Tey fægstu munnu hugsa, at tey kanska sita við húð av øðrum fólki í hondini, tá tey læna eina gamla bók á bókasavninum. Tað er held­ur ikki vanligt, men heilt óhugs­ andi er tað heldur ikki. Amerikanski bókavørð­ ur­in Laura Hartman hevur júst skrivað eina grein um evnið, og hon sigur, at bøkur við mannahúð finnast á fleiri av teimum best kendu bókasøvnunum í USA, eitt nú á tí kenda lærda háskúlanum Harward University. Laura Hartman skrivar í greinini, at í 19. øld var tað ikki óvanlæigt at brúka mannahúð til at binda bøkur inn við. Tá vóru nógv privat bókasøvn. Millum annað áttu nógvir læknar slík bókasøvn, og teir kundu binda bøkurnar inn við húð av deyðum sjúk­ ling­um, sum ongan góðan áttu. Harafturat bar til at fáa húð av brotsmonnum, sum vóru avrættaðir. Tað gjørdi, at mannahúðin var lutfalsliga bílig at fáa fatur á, og harafturat var hon væl egnað, tí hon er sterk og vatntøtt, skrivar Laura Hart­ man. Fyrrverandi norski for­ sætisráðharrin Kjell Magne Bondevik ætlar sær at royna seg á altjóða friðarpallinum, nú hann er farin burtur úr politikki, og í tí sambandi hevur hann stovnað eina nýggja mið­ støð, sum skal virka fyri friði og mannarættindum. Miðstøðin hevur fing­ ið heitið ”The Oslo Cent­er for peace and human rights”, og Bonde­ vik ætl­ar, at støðin skal ar­beiða sam­an tilsvarandi stovnum aðrastaðni so sum friðarstovnunum hjá fyrrverandi amerikanska for­setanum Jimmy Cart­ er, fyrrverandi finska for­ setanum Marti Ahtisaari og fyrrverandi suðurkoreanska forsetanum Kim Dae- jung. Kjell Magne Bondevik leggur dent á, at stovnurin verður ikki knýttur at norsk­ um partapolitikki, og tí hev­ ur hann valt fyrrverandi forsætisráðharran Torbjørn Jagland til formann í nevnd­ ini fyri stovnin. Sambært Aftenposten hevur tað ikki staðið á at fáa fígging til at reka stovnin. Millum teirra, sum hava játtað pengar til tiltakið, eru stóru fyritøkurnar Ak­er, Statoil og Hydro. UTTAN ÚR HEIMI Læknarnir hjá Sharon gjørdu eitt mistak Bundu bøkur inn við mannahúð Sharon. Fekk hann skeivan heilivág? Mynd: Reuters Tveir teilendskir fiski­menn hava viðgingið, at tað vóru teir, sum myrdu eina 21 ára gamla bretska kvinnu á teilendsku frítíðaroynni Koh Samui nýggjársaftan. Tann 21 ára gamla Katherine Horton úr Car­ diff í Wales bleiv funnin flót­andi í einari vík 2. jan­uar, og kanningar stað­ festu skjótt, at onkur hevði neyðtikið hana og síðani myrt hana. Tað vísti seg, at kvinnan hevði tosað við mammu sína í fartelefon, tá hon bleiv álopin, tí mamm­ an hoyrdi hana rópa neyð­ arróp, áðrenn sambandið slitn­aði. Stutt eftir vórðu teir báðir fiskimenninir tiknir. Teir viðgingu at hava beint fyri Katherine Horton, og DNA-kanningar avdúkaðu, at báðir menninir høvdu neyðtikið hana. Í rættinum greiddu teir frá, at teir høvdu tveitt líkið á sjógvin. Sambært teilendskari lóg kunnu menninir, sum eru 23 og 24 ára gamlir, fáa deyðarevsing. Teilendsku myndugleik­ arnir eru illa við av morð­ in­um, tí teir bera ótta fyri, at tað skal órógva land­sins góða umdømi sum ferða­ mannaland, skrivar AP. Stovnar friðarmiðstøð Norðmaðurin Arne Treholt, sum sat í fongsli í mong ár fyri at hava njósnast fyri Sovjetsamveldið, roynir seg nú sum fíggingarmann í Russlandi. Við Nettavisen sigur Tre­ holt, at hann stendur á odda fyri einum fíggingargrunni, sum hevur góðar tvær milli­ ardir krónur at ráða yvir. Sambært Treholt hevur tað gingið væl, síðani felagið fór til verka fyri tveimum árum síðani. Avkastið í 2004 var heili 80 prosent, sigur hann. Arne Treholt átti ein fjórð­ing av einum íløgu­ felag, sum var skrásett á Kýpros, men fyri nøkrum árum síðani seldi hann sín part. Síðani hevur hann havt sítt egna felag, sum hevur skrivstovur á Kýpros, í Edinburgh og í Moskva. Fiskimenn játta morð Løgreglan í Svøríki hev­ ur skuldsett ein 30 ára gaml­an mann fyri at hava gjørt seg inn á fleiri ungar gentur. Millum annað skal hann hava neyðtikið fleiri teirra. Sydsvenska Dagbladet skrivar, at maðurin fekk samband við umleið 1.000 gentur ígjøgnum alnótina. Hann segði seg vera kvinnu, og at hann fekst við at taka myndir av ungum gentum. Tað eydnaðist honum at fáa fleiri av gentunum at koma at vitja seg, men ístaðin fyri at taka myndir av teimum gjørdi hann seg inn á tær. Løgreglan sig­ur seg vita við vissu, at hann hevði samband við einar 500 gentur, men at tal­ið væl kann vera um tey 1.000, og at hann gjørdi seg inn á minst 60 teirra. Undir avhoyringunum hevur tann 30 ára gamli mað­urin viðgingið, at hann hevði samlegu við fleiri av gentunum, men hann heldur uppá, at eingin teirra bleiv neyðtikin. Hevði samband við 1000 gentur Treholt í Russlandi