Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-10, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. januar 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 7 - 10. januar 2006 Nr. 5 • Fríggjadagur • 6. januar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Higartil er Platini tann einasti, sum hevur boðað frá, at hann ætlar sær at verða formansevni, tá ið svenski UEFA formaðurin næsta ár fer at leggja frá sær UEFA Jóannes Hansen Tað kann væl fara at vísa seg, at franski Michael Plat­ ini skjótari enn tað kanska av onkrum varð grunað fer at fáa brúk fyri stuðlinum úr Føroyum, sum hann ivaleyst dyrgdi eftir, tá ið hann nakað fyri jól var og vitjaði her. Í vikuskiftinum hevur svenski UEFA formaðurin Lennart Johansson stað­fest, at hann fer at leggja formanssessin í UEFA frá sær, tá ið hetta formansskeiðið hjá honum verður runnið í 2007. - Tíðin hjá mær í hesum sessinum er um at vera runn­ in. Nú er tað upp á sítt pláss, at onkur annar fer at taka við eftir meg. Eg eri komin har til, at tað skal bera til hjá mær at fara við tráðuni, tá ið eg havi hug til tað, sigur svenski UEFA formaðurin. Eitt nú Franz Beckenbauer, sum er máttmiklasti fót­bólts­ politikarin í Týsk­landi, hevur heitt á Lennart Johansson um at bjóða seg fram eina ferð afturat. Men áheitanin frá týska formanninum í fyri­reikingarnevndini til HM endaspælið í summar, er sum at sletta vatn á gás. Lennart Johansson sigur seg ongar aðrar ætlanir at hava enn at taka seg úr UEFA for­manssessinum næsta summar. Einasti persónurin, sum hevur boðað frá, at hann bjóðar seg fram sum UEFA formansevni, er fyrrverandi franski stórspælarin Michael Platini. Hann er langt síðani farin undir valstríðið. Tað hevur eitt nú sást aftur í, at hann hevur vitjað í nógvum UEFA limalondum. At Franz Beckenbauer hevur heitt á Lennart Johans­son um at halda fram í formanssessinum kann ivaleyst síggjast í tí høp­inum, at týskarar ikki eru serliga fegnir um, at ein fransmaður skal gerast formaður fyri europeiska fótbóltinum. Teir vilja held­ ur hava ein svia enn ein frans­mann. Lennart Johansson hevur verið UEFA formaður síð­ ani í 1990. Tað vil siga, at hann gjørdist for­mað­ur fyri europeisku fót­bólts­ samgonguni, tá ið Føroyar fyrstu ferð tóku lut í EM undankappingini. Lennart Johansson, sum verður 76 ára gamalur, tá ið formansskeiðið hjá honum verður runnið í 2007, hevði fyri nøkrum ár­um síðani krabbamein, men við viðgerð vann hann á sjúkuni, og tað sigst, at hann hevur verið væl fyri seinastu árini. Lennart fer frá Teir báðir før­oysku altjóða hond­bólts­ dómararnir, Eyðun L. Samuelsen og Andreas F. Hansen, vóru um vikuskiftið í Íslandi, har teir dømdu tveir dystir í triðja umfari av EHF-kappingini hjá kvinnum. Skoðs­ málið, ið teir báðir fingu, var avbera gott Hondbólts­ dómarar Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Eyðun og Andreas dømdu dystirnar millum íslendska liðið Haukar av Hafnafirði og sterka kroatiska liðið Podravka Vegeta. Kroatiska liðið var í finaluni í EHF- Cup í fjør, har tær tó taptu fyri norsku gentunum úr Larvik. Í ár var kroatiska liðið við í Champions League undanspælinum, men har vóru tær við undirlutan móti einum serbiskum liði, ið vann eftir regluni um fleiri mál á útivølli. At talan var um eitt sera sterkt kroatiskt lið, sást eisini aftur í teimum báðum dystunum í Íslandi, tí samanlagt vann kroatiska liðið teir báðar dystirnar 76-47. Gekk betur í seinna dystinum Eyðun Samuelsen sigur, at tað gekk serliga væl í seinna dystinum, sum teir dømdu í Íslandi. – Vit fingu eitt lítið sind­ ur av kritikki eftir fyrra dyst­in leygardagin, men sunnu­­dagin gekk betur, og tá ið alt kom til alt, fingu vit sera gott skoðsmál frá umboðsmanninum hjá evropeiska hond­bólts­sam­ bandinum, greiðir Eyðun Samuelsen frá. Eisini høvdu teir báðir Eyðun og Andreas eitt prát við eitt íslendskt dómarapar, sum hevur drúgvar royndir sum altjóða dómarar, og frá teimum fingu teir at vita, at teir høvdu staðið seg stak væl, og at teir uttan iva fóru at fáa fleiri dystir. – Eisini spælararnir á báð­um liðum vóru nøgdir við okkara avrik, og tað eru vit sjálvsagt ógvuliga fegnir um, tí tað hevur sera stóran týdning, sigur Eyðun Samuelsen. Gevur gott mót Nú er komið til áttandeils­fin­ alurnar í EHF-kappingini, og í Champions League er farið undir bólkaspælið. Teir báðir Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen siga seg ikki vænta fleiri í dystir í evropeisku kappingunum í hesum kappingarárinum, tí kappingarnar eru komnar so mikið væl áleiðis. Tá ið komið er so mikið langt, eru tað sum oftast rættuliga roynd dómarapør, ið verða sett at døma dystirnar. – Nú kunnu vit neyvan vænta okkum fleiri dystir í hesum umfarinum, men skoðs­málini, ið vit fingu í Íslandi, hava givið okkum gott mót upp á framtíðina, sigur Eyðun Samuelsen. Hann greiðir tó frá, at ein trupulleiki er við at halda dystarvenjingina viðlíka, tí teir fáa ov fáar av teimum heilt tættu dystunum í heim­ ligu kappingini. – Tá ið vit skulu út at døma slíkar dystir í evropeiskum kappingum, ræður tað um hjá okkum at hava dyst­ar­ venjing frá tættum og int­ ensum dystum í føroysku kappingini. Hesum fáa vit kanska ov lítið av, og tað kann gerast ein bági, sigur Eyðun Samuelsen. Gott føroyskt dómaraavrik Altjóða føroyska hondbóltsdómaraparið, Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen, fingu avbera gott skoðsmál, eftir at teir um vikuskiftið dømdu tveir dystir í EHF-kappingini hjá kvinnum millum íslendska liðið Haukar og kroatiska Podravka Vegeta. Savnsmynd