týsdagur 10. januar 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 7 - 10. januar 2006
23
Fíggjareftirlitið kannar AaB
Felagið hjá Súna Olsen og Jón Róa Jacobsen er biðið um
at svara, hví teir hava inntøkurført 12 mió kr. í sambandi
við víðarisølu. Víðarisølan viðvíkur ognarpartinum hjá
AaB í sonevnda KMD-høvuðssætinum.
Í felagnum vijla teir tó vera við, at tað einki er forgjørt
í hesum.
– Vit hava sjálvandi svarað fyrispurninginum,
sum vit hava fingið. Sum eg síggja tað, so vilja tey í
Fíggjareftirlitinum bara síggja, hvussu hetta er bókað
hjá okkum. Tað hava tey nú fingið at vita, og so rokni eg
við, at tey taka støðu út frá hesum, sigur Per Søndergaard,
nevndarformaður í AaB A/S.
AaB hevði annars í 2005 eitt yvirskot á 4 mió kr. Vil
Fíggjareftirlitið ikki góðkenna transaktiónirnar kring
víðarisøluna, verður hetta broytt til eitt hall á 8 mió kr.
-mørk
Sigurð, Petra og Pól vóru
fremst í marathon
Leygardagin skipaði Roysnið fyri árliga nýggjárshálv
marathon. Runnið var av Funningsvegnum og út á
Toftir
Veðrið var ikki av tí besta, men kortini vóru 19 luttakarar
møtt til kappigina. Serliga hevði vindurin hug at arga
rennararnar, sum allan teinin høvdu ættina mest sum
beint ímóti.
Tí er einki at siga til, at tíðirnar hjá rennarunum ikki vóru
so góðar, sum tær onkra tíð hava verið, men hetta merkti
ikki lagið kortini. Serliga ikki, tá tey eftir kappingina
vórðu boðin til Svangaskrað, har ein góður drekkamuður
og pannukøkur vóru at fáa.
Hjá monnum var Sigurð Justinussen úr Bragdinum
fyrstur á mál. Hann hevði tíðina 1.27.04. Hjá kvinnunum
var Petra Gardar Neumann fyrst um málstrikuna í 1.51.26,
og hjá veteranunum var tað Pól Sundskarð, sum var fyrstur
á málið. Hann hevði tíðina 1.37.57.
Einstøku úrslitini hjá rennarunum síggjast annars á
heimasíðuni, www.athletics.fo.
-mørk
---
Staunton møguliga írskur
landsliðsvenjari
Eftir síðstu undankapping, har tað ikki eydnaðist Írlandi at
kvalifisera seg til HM-endaspælið, gjørdi venjarin Brian
Kerr av at gevast. Fleiri royndir venjarar hava verið settir
í sambandi við venjarasessin eitt nú Sir Bobby Robson,
Terry Venables og Martin O´Neill.
Men nú er líkt til, at tað verður tann lutfalsliga óroyndi
Steve Staunton, ið gerst landsliðsvenjari hjá Írlandi.
Samráðingar hava verið millum Staunton og írska
fótbóltssambandið, og tað frættist, at samráðingarnar
hava gingið væl.
Staunton er í løtuni hjálparvenjari hjá Paul Merson í
Wallsall, og hann hevur leikt 102 landsdystir fyri Írlandi,
og tað er met.
-SíS
Aulan í Eysturskúl
anum verður hesa
ferð karmur um
óalmenna FM í
innandurarógving.
Føroya Sparikassi og
Havnar Róðrarfelag
hava skrivað undir
sponsoravtalu til
kappingina
Kappróður
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
At innandura-rógvingin er
komin fyri at vera, man lítil ivi
vera um. Seinnu árini er talið
av kappingum – og áhugin fyri
hesum –– vaksin við stórari
ferð. Størstu kappingarnar
hava verið í Havn og í Runavík,
og nú rigga tey í Havn enn
einaferð til óalmennu FM-
kappingina.
Hendan verður í ár hildin
í
Eysturskúlanum,
og
fyrireikararnir úr Havnar
Róðrarfelag siga, at freistin
at tekna seg fyri luttøku er
sett til 7. februar.
Kappingin er her skipað
í fleiri bólkum. Bæði við
víkjandi vekt og aldri,
soleiðis at sannlíkindini fyri
at kappast á jøvnum føti eru
størri.
Bólkarnir í kappingini eru
hesir: 16 ár og yngri, har gentur
og dreingir kappast hvør sær.
20 ár og yngri, har gentur og
dreingir kappast hvør sær.
Opin bólkur, hasr kvinnur og
menn kappast hvør sær, og har
luttakararnir eisini verða býtt
í vektflokkar. Hjá monnum er
markið fyri teimum báðum
vektflokkunum 75 kg, meðan
tað hjá kvinnum er 61,5 kg.
Ein bólkur er eisini fyri tey,
sum eru 35 ár og eldri.
Lið- og blandað
At enda verður talan eisini
um kappingar fyri lið og
í sonevndari blandaðari
kapping.
Í liðkappingini eru seks
rógvarar á hvørjum liði,
og kunnu bæði kvinnur og
menn vera á hesum liðum.
Hvør rógvari rør her 500
metrar. Tíðin, sum einstaki
rógvararnir her nýta, verður
so umroknaður eftir serligum
frymli, soleiðis at úrslitið
verður sett í mun til aldur,
kyn og vekt.
Sami frymil er eisini gald
andi í blandaða bólkinum.
Eisini her skulu 500 metrar
rógvast, og so verður endaliga
úrslitið gjørt upp sambært
serliga frymlinum.
FM-rógvingin verður 11. februar
Tað verður Aulan í Eysturskúlanum í Havn, sum verður karmur um óalmennu FM-kappingina í
innandura kappróðri
Restin av húskinum
er farin av landinum í
útbúgvingarørindum,
og tí væntar Bjarki
Mohr ikki, at hann
kann binda seg til
tvey ár afturat í nevnd
ararbeiðnum hjá
Fótbóltssambandinum
FSF-aðalfundur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hóast hann bara hevur sitið
tvey ár í starvsnevndini hjá
FSF, so hevur Bjarki Mohr
hesi bæði árini sett sín sjón
liga dám á føroyskan fót
bóltspolitikk.
Ikki minst hevur hann
bæði verið í brennideplinum
og er róstur fyri avgerðina
um at leingja føroysku fót
bóltslandskappingina. Ein
broyting, sum hann var
rættiliga skjótur at melda út
tá hann var komin í nevnd, og
sum eisini - við sera góðum
úrsliti - varð gjøgnumførd
í fjørð.
Flytur við húskinum
Hóast summi kanska hava
hildið formannin í kapp
ingarnevindin verið ov bráð
ræsnan, so tykist stevið í
nevndarsamstarvinum at
hava verið gott, og tí mundu
tey flestu helst eisini vænta,
at Bjarki eisini ætlaði at taka
við afturvali, tá aðalfundur
verður á skránni tann 18.
februar.
Men soleiðis verður tó ikki.
Í heyst fór restin av húskinum
hjá Bjarka av landinum í
útbúgvingarørindum, og
sjálvur roknar Bjarki við, at
tað bert er ein spurningur um
tíð, áðrenn hann eisini fyribils
flytur til Danmarkar.
– Enn havi eg so ikki sett
mær nakra dagfesting. Men
eg haldi tað vera skeivt, um
eg stilli upp til nevndarvalið,
tí tvey ár afturat vænti eg
ikki, at verði verandi.
Men er tað ikki eitt sindur
hugtungt, um tú soleiðis
noyðist at gevast við nøkrum,
sum tú hevur verið við til at
sett ígongd?
– Tað vil tað altíð verða.
Tí talan er jú um nakrar
broytingar, sum eg veruliga
havi arbeitt fyri. Men fýra ár
er alt ov leingi at vera burtur
frá restini av familjuni, so
í so máta er avgerðin ikki
serliga trupul, heldur hann.
Kappingin hevur
broytt nógv
Spurdur, hvørt tað eru
einstakir lutir, sum hann
hevur verið serliga fegin
um hesi bæði árini í kapp
ingarnevndini, sigur Bjarki,
at tað eru tað sjálvandi.
– Viðvíkjandi FSF, so
haldi eg serliga, at tað er
gott, at nevnd og umsiting
í felag nú hava orðað ein
greiðan málsetning. Ikki
minst, tí vit við hesum
eisini betri kunnu grundgeva
fyri umheiminum, hvussu
arbeiðsgongdir og -ætlanir
eru hjá okkum.
– Eisini haldi eg tað
vera gott, at vit nú fáa eitt
veruligt konsept, sum alt
landsliðsarbeiðið er bygt á.
Nakað sum ger tað lættari
at halda fast í eini støðugari
menning.
– Og so er tað sjávlandi
broytingin í kappingini.
Fyrsta árið var hendan í
øllum førum framúr væl
egnað, og eg haldi eisini,
at hetta er nakað, sum kann
flyta føroyskan fótbólt.
Spælararnir verða betri fyri
í allar mátar, og tað kann
so bara gagna føroyskum
fótbólti, sigur Bjarki Mohr
at enda.
So er einasti spurningurin,
hvør nýggi maðurin í nevnd
ini hjá FSF verður. Ella um
talan kanska verður um
fleiri. Umframt Bjarka,
standa Óli Holm, formaður,
og Magnus á Stongum fyri
vali hesaferð. Men tað er tó
lítið - ella kanska einki - sum
bendir á, at teir báðir verða
skiftir út við aðrar kreftir.
Bjarki stillar ikki uppaftur
– Tað er sjálvandi keðiligt, tá tú ikki fært arbeitt víðari við
lutum, sum tú hevur sett ígongd. Men í verandi støðu haldi
eg ikki, at valið hevur verið serliga trupult, sigur Bjarki Mohr,
sum eftir tvey ár í FSF-nevndini nú sigur farvæl. Í øllum førum
fyribils
Komin úr Funningsbotni hildu rennararnir fram eftir
landsvegnum millum Fjarða
Mynd: Birgir W. Høgnesen