Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-11-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. november 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 216 - 9. november 2000 17 gult cyan magenta svart 16 Nr. 216 - 9. november 2000 gult cyan magenta svart Leivur Hansen borgarstjóri Katrin Dahl, sum eftir 12 (ella rættari 11) ár sum bý- ráðslimur nú takkar fyri seg, leggur í eini »áheitan« í valblaði fólkafloksins okkum í tjóðveldisflokkin- um undir at hava ábyrgdina av, at »henda seinasta bý- ráðssetan ikki hevur víst stabilitet«. Her má bila við minnin- um hjá góðu vinkonu míni, tí høvuðsorsøkin til óstabi- litetin hevur júst verið at finna í hennara egna flokki – fólkaflokkinum. Tað byrjaði við, at tvey av teimum fýra fólkafloks- umboðunum á vári 1998 rýmdu av skútuni, tá teir ikki fingu okkum onnur til at taka undir við tilmæli teirra um at taka av einum tilboði um graslíki til ovara vøll í Gundadali og vøllin á Argjum, sum var hálvaaðru miljón krónur dýrari enn lægsta tilboðið! Tað eydnaðist okkum kortini, við mikið stríð og strev, at fáa drigið annan teirra inn um aftur í sam- gonguna, soleiðis at vit framhaldandi høvdu meiri- lutan í býráðnum. Hetta var tó ikki nógmik- ið til, at samgongan kundi varðveita allar nevndarfor- manssessirnar, tí minnilutin fekk nú – saman við fólka- floksumboðnum, ið »slapp« – meiriluta í fleiri nevndum. Hetta kostaði Katrini Dahl formanssessin í heilsu- og umhvørvis- nevndini, tjóðveldisflokk- inum formannin í menta- málanevndini og javnaðar- flokkinum formannin í sosialu nevnd. Hesum kundi javnaðar- flokkurin ikki liva við, og tá minnilutin eitt ár seinni bjóðaði honum sosial- nevndarformanssessin aft- ur, um hann afturfyri kom yvirum til teirra, stakk hann í sekkin og fór. Hetta hevði við sær, at fólkaflokkurin nú eisini misti formannin í byggi- og býarskipanarnevndini. Undir viðgerðini í fjør- heyst av uppskotinum til fíggjarætlan fyri í ár, tók fólkaflokkurin okkum enn eina ferð øll á bóli við ein- víst at kunngera, at nú skuldi skatturin niður við einum prosenti. Eitt av málum samgong- unnar var at virka fyri lægst møguligum skattatrýsti. Men hvørki vit ella hinir flokkarnir hildu røttu løt- una enn vera komna til at lækka skattin, havandi stóru skuldarbyrðuna og støðugt vaksandi íløgutørv- in í huga. Men fólkaflokkurin var hvørki at høgga ella at stinga í, og tí gjørdu vit í tjóðveldisflokkinum av at taka av tilboðnum frá hin- um flokkunum um at kasta saman við teimum og so- leiðis fáa stabilitet í aftur. Hetta hendi fyri sløkum ári síðani, og síðani hava vit ikki sæð í halaferðina á Katrini aftur. Birgir Danielsen Sambært »óhefta« sam- felagsfrøðingin Jógvan Mørkøre følir onkur seg traðkaðan á tærnar í samband við ta sam- røðu, sum eg hevði við Jan Müller, blaðstjóra á Sosialinum 1. nov. Hví hesin »óhefti« Jógvan Mørkøre reag- erar, sum hann ger, vátt- ar bert tann mistanka, sum eg so leingi havi haft og er eingin orsøk til at gera viðmerkingar til tað. Fyrsti spurningur Jógvan Mørkøre stillar: Hevur Landsstýrið ikki hildið seg til samgongu- skjalið? Svarið er: Jú, tað hev- ur tað í spurninginum um Fullveldið gjørt. Tó, nú meðan eg skrivi hetta, hoyri eg í útvarp- inum, at ein kúvending er gjørd frá »loysing fyrst og danir gjalda yvirgangstíðina« til nú »eina longri yvirgangs- tíð og síðan loysing, tá yvirgangstíðin er liðug«. Til alt hetta kann sig- ast at millum ár og dag eru gjørd nógv valupp- legg og nógv samgongu- skjøl og royndirnar um at liva upp til hesi lyfti og samgonguskjøl hava eydnast í størri ella minni mun. Í hesum førinum hev- ur Landsstýrið gjørt nógv burtur úr tí eina punktinum í samgongu- skjalinum, men lítið burtur úr restini. Fyri meg og fleiri hev- ur ta verið eyðsæð, at royndir Landsstýrisins longu áðrenn fyrsta samráðingarfund ikki kundu føra á mál. Tí haldi eg ikki tað vera nakað løgið í, at røddir eru frammi um at broyta kósina soleiðis, at vit fáa eina fólkaræðis- liga tilgongd t.v.s, tað verður Føroya fólk – eis- ini sambands- og javn- aðarfólk, sum skulu taka støðu til eina endaliga loysn, sum eisini er í samsvar við tað, sum løgmaður hevur endur- tikið ferð eftir ferð: at fáast skal ein breið und- irtøka. Eitt annað mistak, sum er gjørt í hesum 1. upplegginum hjá lands- stýrinum, er, at lands- stýrið hevur roknað við at fáa hjálp frá donsku stjórnini at taka sjálv- stýri. Er hetta ikki heldur naivt? Tað átti ikki at undra nakran, at danskir polit- ikarar seta seg ímóti at Føroyar loysa frá Dan- mark. Hvørjar fylgir kann hetta fáa fyri Dan- mark í altjóða høpi? Verður hetta ikki eitt prestigutap hjá Dan- mark? Annar spurningur: Er ein meiriluti innan Fólkaflokkin farin undir at endurskoða tað, flokkurin fór til val uppá? Eg kann ikki svara fyri um ein meiriluti av flokkinum er farin í holt við hetta ella ei. Men tað eru nógv fólkafloksfólk og onnur við, sum spyrja seg sjálvan um valda mannagongd er røtt. Svarið til spurning 1 omanfyri tíðir uppá, at henda mannagongd førir ikki á mál, sum løg- maður eisini hevur vátt- að 2. nov. kl. 16. Marjus Dam Løgtingsmaður Tolið man vera við at vera brúkt hjá flestu føroying- um. Hendan samgonga hevur óneyðugt píska før- oysku arbeiðsmegina við at vinda skatt og avgjøld úr hesari. So álvarsliga er farið til verka, at 500.000.000 kr. (500 milliónir kr.) ella 40.000 kr. eru tiknar ov nógv frá hvørjum einasta húski seinastu árini. Og hugurin tykist bert verða at herða kvørkratakið á før- oyska arbeiðaran, hand- verkaran, skrivstovufólki, sjúkrasystrina, sjómannin. Ja, øll. Flestu fólk, ið fáa sína løn eru ikki so misnøgd við hesa, men eftir at loysing- arsamgongan hevur verið eftir tolli og avgjøldum, so er møguliga eftir til mjøl og vatn hjá vanliga føroyingin- um – ímeðan Landskassin er við at flóta ivir í ríki- dømi. Og viljin hjá loysing- arsamgonguni at taka minni inn frá føroyingum, tykist ikki vera til staðar – tvørturímóti. Tað er bert ein vegur at ganga á hesum øki, og tað er at lækka skattirnar av einari einfaldari orsøk. Teir eru ov høgir. 40.000.00 kr verður kravt inn ov nógv ímeðal fyri hvørt húski ár- liga. Um Løgtingið ikki ger nakað ítøkiligt við hesi við- urskiftir, so vóni eg at føroyingar og fakfeløg gera taðneyðuga. Soleiðis at hendan samgonga verður noydd at leggja frá sær. Tað kann ikki vera rætt, at øll saft og kraft skal drenast úr føroysku ar- beiðsmegini niður í lands- kassan. Føroyingar – latið okkum standa saman um at fella hesa samgongu. Ása Olsen valevni hjá Sjálvstýris- flokkinum í Suðurstreym men menn og kvinnur, ið vilja bróta upp um armar, og fara inn og loysa teir trupulleikar, ið sitandi býráð ikki hevur megna Tað er ein sannroynd, at tørvurin á røktarheims- plássum kring landið liggur um 500-600 pláss, og er sjálvandi ein stórur partur her í Havn. Hvar og undir hvørjum umstøðum eru hesi fólk? Heimarøktin er einasta stað tey kunnu fáa hjálp, og so við og við sum talið veksur á hesum tørvi, alt meðan Heimarøktin ikki fær til- svarandi hækkan í síni játt- an, so verður hjálpin eisini hareftir. Ein má bara ásanna, at høvdu vit ikki havt starvs- fólk í Heimarøktini í dag, við royndum og vilja til at fáa tingini til at fungera, so hevði verið illa vorið. Tað er ein sannroynd, at bert tey fysiskt og phsyk- iskt sterku starvsfólkini klára trýstið, ið tað er, at renna hús úr húsið, altíð í tíðarneyð, og altíð at hava følilsi av, at ein ikki nær tað ein ynskir, tí at tørvurin bert verður størri og størri. Minnast skal eisini til, at tað er ikki sum á einum røktarheimi, at ein vakt avloysir eina aðra, og vit eru heldur ikki komin so langt, at vit kunnu veita hesum fólkum hjálp allar tíðir á døgninum. Nei í nógvum førum veit heima- hjálpin tá hon hevur verið og hjálpt einum brúkara í song, at ongin kemur aftur fyrr enn næsta morgun. Sum eg áður havi skriv- að, so er bert eitt eldrasam- býli í kommununi, og er tað greitt, at um býráðspolit- ikkarir høvdu havt vilja til at loysa teir stóru trupul- leikarnar á eldra økinum, vóru minst fýra sambýlir í kommununi. Tað er so lætt at koma við yvirskriftum, sum at vit ikki gloyma okkara gomlu o. s. fr. men tað er ein sann- roynd, at tað er langt ímill- um orð og gerð hesum viðv. Ein fær eisini tað hugsan, serliga nú tosa hevur verið um kvinnur í politikki, at tað møguliga er tað, at tann kvinnuligi parturin manglar í hesum samanhangi. Katrin gloymir skjótt Stutt svar til Jógvan Mørkøre til viðmerking í Sosialinum 3. nov. Hvussu leingi tola føroyingar loysingarsamgonguna, ið bert leggur óneyðuga tunga byrðar á føroyingar! Ikki samband ella fullveldi VIÐMERKINGAR VIÐMERKINGAR Sólborg Dulavík, valevni Sjálvst‡ ris- flokksins til kommunu- vali› í Tórshavnar Kommunu Vit hava øll eitt ynski um at liva leingi, og tey, i› granska aldur siga og vita, at vi› tí framgongd í trivna›inum, sum hevur veri› hesi seinastu mongu árini, so gerast fólk eldri og eldri. Veruleikin er so- statt tann, at ta› ver›a fleiri gomul fólk í okkara vælfer›arsamfelagi›. Men hvat ger ta› vi› okkara samfelag. Í langa tí› hevur ta› veri› skriva og tosa um hvussu stórir trupuleikar eru innan eldrarøkt og um hvørji, tilbo› ella ikki tilbo›, eru til tey gomlu. Hóast hetta prát, sum er veruleikin tann at alt ov fáir møgu- leikar eru. Vit tí práti, sum gongur fyri seg, so fær ein fatan av at skuldin liggur í, at ta› eru so nógv gomul. Ta› kann ikki vera rætt, enn minni sømuligt, at so er. Tey, i› rá›a fyri borg- um eiga at seta seg ni›ur og gera naka› vi› vi›ur- skiftini hjá teimum gomlu. Sum dømi kann nevnast at úti á Argjum hev›i ver- i› hóskiligt, at álvari bleiv gjørdur úr a fingi› eitt samb‡li, og av gó›um grundum er hetta mín stóri áhugi. Vit eiga sum skjótast at fáa hetta til veruleika. Sjálvandi ynskja tey allar flestu at vera í egn- um heimi sum longst. Ta › kundi eisini veri› gjørt nógv meira, fyri at fólk kunnu vera heima sum longst. Ta› ver›a altí› nøkur, sum hava tørv fyri hjálp, bæ›i tí tey ikki megna at taka hond um seg sjálvan, ella at ein- semi ger tilveruna so ómenniskjaliga og dapra. Ein áheitan til allar gó›a kreftir – seti tey eldru fremst á listan. Ta › kemur okkum øllum til gó›ar. Tí her kunnu vit øll fáa sama rætt. Og veru- leikin er tann, at liva vit, so ver›a vit øll gomul einafer›, uttan mun til, hvussu vit hava havt ta› frammanundan. Øll hava tørv á trygg- leika, umsorgan og kær- leika. Fólk skullu sostatt hava tí› og umstø›ur fyri at hetta skal lata seg gera. Vit í Sjálvst‡risflokk- inum vilja framhaldandi arbei›a fyri, at tey eldru ver›a meira hoyrd og, at tey sjálvi sleppa at siga frá teirra tørvi; óansæ› hvussu ymiskur tørvurin nú kann ver›a. Steinbjørn O. Jacobsen, varaborgarstjóri Lati› okkum nú eina lítla løtu dvølja vi› Kaksvíkar Havn, sum er merkt av stórum virksemi› og sum er so tætt kn‡tt at lívsæ›r okkara »Fiski og alivinnuni«. Lat meg siga beinavegin, at Klaksvíkar Havn skal mennast til at vera fram um a›rar havnir í Føroyum tann førandi Havn tá um fiski og alivinnuna ræ›ur. Og tí eiga vit at spyrja: Er Klaksvíkar Havn ta› hon kann at ver›a? Eg hugsi at vit samd kunnu svara, at ta› er hon ikki. Hvat eigur so at ver›a gjørt fyri at Klaksvíkar Havn kann gerast meiri virkin og kann hava størri útbo›. Alivinnan: Alivinnan sum er blivin ein so t‡dningarmikil vinna, sum gevur stórt avkast, sum kemur okkum øllum til gó›a. Alivinnan eigur av Klaksvíkar B‡rá› at fáa tær sømdir sum krevjast bæ›i á landi og vi› bryggjukantin. Og her er ney›ugt vi› tøtt- um samstarvi› so vit kunnu náa máli›. Útró›rarvinnan, lína og trol. Umstø›ur teirra eru ikki nøktandi, tí eigur enn dyggilagari at ver›a tiki› um umstø›ur teirra. Umstø›urnar hjá trolbát- unum at arbei›a trol teirra á landi› eru syndarligar, og ta› má sum skjótast fáast ein loysn á hesum trupul- leika, so tørvur teirra ver›- ur nøkta›ur. Eisini eigur Kommunan at halda áfram at betra um tørvin hjá línu og snellubátunum, sum er tann stórri partur av út- ró›rarflotanum. Tá vit so hugsa um smábátaumstø›- urnar, serliga vi› bátahylin á Bor›oyavík, eru umstø›- urnar har sera ótryggar, har má bøtast um vi›urskiftini. Farmavinnan: Av og á skipanin innan farmavinn- una er ikki nøktandi, og her mugu vi›urskiftir fáast uppá pláss, so stórri av- skipan fer fram av byngju- skipum frá Klaksvíkar Havn og ikki sum í dag, har stórur partur fer› vi› strandfer›sluskipinum, sum vi›førir, at Klaksvíkar Kommuna missir stórar inntøkur. Fer›afólkaflutningurin: Klaksvíkar Kommuna má leggja størri tr‡st á Strand- faraskip Landsins at fáa fer›afólkavi›urskiftini á eina tryggari legu, t.d. má sum skjótast gerast ein n‡ggj landgongd til Dúgv- una, tí her er bert spurning- ur um tí›, at ein vanlukka hendir á dekkinum, har lastbilar, trailarar, persón- bilar og fer›afólk er hvørt um anna› vaft, harafturat er ikki lætt at ver›a mann- ing, sum hevur eina veld- uga ábyrgd í hesum vána- ligu umstø›um. Framlei›sluvinnan: Vit hava í dag fleiri virksom virkir á havnaøkinum, og her mugu betri vi›uskifti fáast, vi› t.d atkomumøgu- leikum, o. ø. og eisini mugu tey fáa tær tænastur i› Kommuna kann veita Ta› er av sera stórum t‡dningi at karmarnir eru í lagi› til okkara egnu fyri- tøkur, á›renn vit markn- a›arføra út um okkum. Eitt er liggur eisini púra fast, ta› er, at fiskafram- lei›slan og okkara fiskifør skullu hava sítt virksemi› inni á Klaksvíkini. So leingi sum øll farmalei›in ver›ur avgreidd inni á vánni, er ógjørligt vi› tí virksemi› sum er í dag, at skapa nóg gó›ar umstø›ur hjá primervinnu okkara. Gó›shavnin í Ánunum má og skal gerast n‡tilig vi› atløgumøguleika vi› 12 metra d‡pi, og bingjuøki›, sum nøktar tørvin. Vit eiga heldur ikki at liggja á koddanum tá vit hugsa um oljuvinnuna, men fylgja gjølla vi›, hvat hendir á økinum, so vit eisini eru tilrei›ar til hesa stóru avbjó›ing. Samb‡ li› á Argjum Klaksvíkar Havn