hósdagur 9. november 2000síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 216 - 9. november 2000
19
18
Nr. 216 - 9. november 2000
Eiler Johannesen
valevni
Uppgávan hjá býráðnum er
at skapa góðar og tryggar
karmar um alt fyritaksemi í
býnum, tað verið seg at út-
vega grundøkir til bygging
av sethúsum, soleiðis at
fólk kunnu seta føtur undir
egið borð. Karmar fyri
framleiðslu og vinnurek-
andi, soleiðis at møguleikar
eru fyri arbeiðsplássum til
fólkið í kommununi, vega-
kervi – soleiðis at fólk trygt
kunnu koma og fara til og
frá arbeiði og skúla. Stovn-
ar til barnaansing, sum
kommunan nú hevur fulla
ábyrgd av, og harvið betur
er før fyri at tilrættaleggja
íløgurnar til at nøkta ans-
ingar tørvin. Karmar fyri
tann sum eigur bát, t.v.s.
bátapláss og – drátt til ym-
iskt viðlíkahald v.m.
Ein hin týdningarmesti
karmurin er møguleikin/-
evni til at fíggja tann tørv,
sum er í kommununi. Tí er
tað av stórsta týdningi, at
sum mest fæst fyri hvørja
krónu, sum rindað verður í
skatti. Sostatt kann vera
neyðugt at raðfesta íløgur-
nar soleiðis, at skuldin hjá
kommununi kann haldast
so lág sum gjørligt, og at
borgarin ikki rindar hægri
skatt enn rættvíst er.
Flokkurin ynskir at vera
við at ávirka politikkin og
harvið tær avgerðir, sum
skulu takast komandi 4
árini.
Tað er sera týdningar-
mikið at taka rættar avgerð-
ir og ábyrgdina av teimum.
Innan sethúsa marknaðin
vita vit, at útboðið í løtuni
er lægri enn eftirspurning-
urin. Hetta hevur við sær, at
kostnaðurin fyri sethús er
sera høgur, og eigur komm-
unan at betra umstøður
teirra ungu, sum standa fyri
at ogna sær egið heim. Ein
gongd leið kundi verið at
útvega bíligari eldraíbúðir
til tann, sum ikki longur
sær seg føran fyri at halda
sítt stóra sethús við líka, og
soleiðis lætta trýstið eftir
sethúsum.
Ásannandi at tað verða
fleiri eldri og gomul í
kommununi, (hetta er jú
tekin um trivnað) økist
tørvurin eftir umlætting og
umsorgan fyri tey eldru,
sum ikki longur hava sín
førleika.
Tórshavnar
Kommuna hevur tí tørv fyri
fleiri tilboðum til tílíkar
borgarar, her er útbyggjan
av umlættingarheims skip-
anini ein møguleiki.
Tað eru fleiri vegir í
kommununi, sum eru sera
belastaðir t.d. um morgun-
in, tá fólk skulu til arbeiðis,
eisini tí at mong koma úr
øðrum bygdum til komm-
ununa til arbeiðis, og má
ein loysn finnast upp á hesa
støðuna. T.d. er tað sera
vandamikið niðri við St.
Frans skúla og Kommunu-
skúlan um morgunin; tað er
sera trupult og vandamikið
at sleppa frá Tróndargøtu
inn í Niels Winthersgøtu
um morgunin, og tá ar-
beiðsdagurin er liðugur.
Eisini kann nevnast vega-
strekkið Sundsvegur/Norð-
ari Ringvegur; strekkið:
Hvítanesvegur/Eystari
Ringvegur.
Landavegur/
Frælsið; Grønlandsvegur/ J.
Paturssonargøta fyri at
nevna nøkur – og mong
onnur øki afturat.
Undirritaðið hevur játtað
seg sum valevni fyri Sjálvs-
stýrisflokkin fyri, um borg-
ararnir finna meg trúverd-
an, at vera við til at ávirka
gongdina í Tórshavnar bý-
ráð saman við hinum val-
evnunum í flokkinum, so-
leiðis
at
Tórshavnar
Kommuna kann vera ein
góð, trygg, barnavinarlig
og ellisvinarlig kommuna
at búgva í.
Eisini vil eg nýta høvi til
at ynskja Kollafjørð væl-
komna upp í Tórshavnar
kommunu, við ynski um
gott samstarv. Gott Sjálv-
stýrisval. Set krossin við
lista D, tín trygd fyri Dygd.
Hildur Eyðunsdóttir
Valevni hjá Tjóðveldis-
flokkinum
Sum limur í barnaverndar-
nevndini
í
Tórshavnar
kommunu, havi eg fleiri
ferðir av neyð verið við til
at senda børn og ung av
landinum. Hetta eru børn
sum vegna ymiskar trupul-
leikar hava gott av at koma
heimanífrá,
skifta
um-
hvørvi og hava brúk fyri
skúlagongd sum er mál-
rættað til teirra tørv, har
lærararnir og onnur starvs-
fólk eisini hava til uppgávu
at vera um og hava umsorg-
an fyri næmingunum.
Tað eru ikki bert børn og
ung úr Tórshavnar komm-
unu sum verða send av
landinum, men úr øllum
Føroyum. Eg haldi ikki at
tað sømir seg fyri land okk-
ara at vit ikki sjálvi taka
okkum av hesum børnum.
Ofta er tað talan um børn
ella ung sum eru umsorgar-
svikin ella vegna aðrar um-
støður eru illa fyri og hava
tí ikki bestu barlastina við
sær í viðførinum tá ið tey
fara til Danmarkar sum fyri
tey er eitt fremmant land
við aðrari mentan, máli og
normun. Tað hendir eisini
javnan at tey koma heim
aftur áðrenn skeiði er hálv-
runnið tí at tey ikki trívast.
Kunnu
vit
yvirhøvur
loyva okkum moralskt at
senda trupulleikarnir av
landinum og høvdu teir ikki
verið best loystir her heima.
Tað eru vit sum arbeiða í
nærumhvørvinum
hjá
børnunu, sosialráðgevarar,
barnaverndir, skúlar og
onnur sum síggja trupul-
leikan best.
Hóast eftirskúlar er ein
landsuppgáva so eru tað
kommunurnar sum hava
trupulleikarnar inni at sær,
og eg haldi at kommunal-
politikkarnir, barnaverndir,
komandi skúlastýrini o.o.
eiga at samstarva tvørtur
um
kommunumark
og
mæla landsmyndugleikun-
um til bestu loysnirnar.
Í dag gjalda vit tað tað
kostar at senda børnini av
landinum, hví ikki heldur
brúka peningin til eina før-
oyska loysn.
Heðin Mortensen
býráðslimur sambands-
valevni til Tórshavnar
býráð
Uttan fyri býráðshúsini í
miðbýnum
í
Havn
stendur vakra stand-
myndin av traðamann-
inum, ið m.a. hevur ver-
ið at sæð kring allan
heim í sjónvarpi gjøgn-
um sendingarnar frá
kappingini
»Atlantic
Giant«.
Samstundis sum vit
fegnast um hetta, eiga
vit at ansa eftir, at traða-
maðurin ikki fer í søg-
una, men eins væl kann
vera ímyndin av monn-
um í høvuðsstaðnum, nú
vit eru á veg inn í 21.
øld.
Traðirnar eru millum
ár og dag komnar mong-
um manni væl við, ið
vildi stytta sær stundir
og takast við aldargam-
alt ítriv, samstundis sum
tær eru við til at halda
lív í mongum gomlum
siðum og siðvenjum,
føroyingurin altíð hevur
sett eina æru í.
Tá vit so vita, at bíði-
røðirnar eftir at fáa trað-
ir eru langar, eigur Tórs-
havnar kommuna at taka
neyðug stig, so eisini
hesar
bíðirøðirnar
kunnu styttast.
Kommunan
eigur
nógva jørð, ið er væl-
egnað og uppløgd at
verða løgd inn til traðir,
so gleði kann fáast av
hesi jørð, samstundis
sum hon sleppur at geva
nakað av sær.
Verður hetta gjørt,
kunnu tilfeingi sum epli,
rótakál, kjøt, fuglur og
annað koma mongum
húskjum í høvuðsstaðn-
um til góðar og vera til
stóra gleði.
Og í mongum førum
ber til hjá fleiri at vera
saman um traðirnar, so
eitt nú beiggjar ella
feðgar kunnu vera um
eina trøð, samstundis
sum bíðirøðin tá minkar
uppaftur skjótari.
Eg vil arbeiða fyri, at
kommunala jørðin á
henda hátt kann koma so
mongum sum gjørligt til
góðar, samstundis sum
jørðin tá fær sítt sanna
virði og lívgar gamlar
siðir og kemur at verða
mongum húskjum til
stórt gagn.
Høgni Djurhuus
Valevni Sambandsfloks-
ins til Býráðsvalið 2000
Grundin fyri at eg havi
latið meg stilla upp til
býráðsvalið í Havn er, at
eg vil vera við til at gera
trivnaðin
og
vinnu-
møguleikarnar her í
býnum enn betur enn
teir eru í dag. Fyri at
røkka hesum máli, vil eg
leggja dent á hesi trí
økini:
1. Umstøðurnar hjá
vinnuvirkjum
skulu
betrast.
2. Vit skulu hava góð-
ar skúlaumstøður og
góðan skúla.
3. Ferðslan í býnum
skal skipast ørvísi.
Vinnuvirkir
Virksemi og arbeiðs-
pláss eru ein fyritreyt
fyri at fólk skulu støðast.
Tí er neyðugt at betra
um umstøðurnar hjá
vinnuvirkjum,
so
at
fleiri virki innan fram-
leiðsluøkið koma til
Havnar.
Skúlin
Góðar
skúlaumstøður
eru neyðugar, fyri at tey
ungu skulu fáa góðan
lærdóm. Henda lærdóm
og kunnleika bera tey
aftur til samfelagið, tá
tey seinni í lívinum, við
góðari útbúgving fara til
verka.
Ferðslan
Ferðslan í býnum eigur
at ganga smidligari og
lættari, enn hon ger í
dag. Tær longu bíðirøð-
irnar um morgnarnar og
seinnapartarnar eiga at
gerast stytri, og eisini
skulu tey sum eru til
gongu ella á súklu hava
minni ampa av bilunum.
Meiri um hesi mál í
komandi greinum.
Býráðsvalið
21. november 2000
Vit senda børn og ung av land-
inum tí vit ikki hava nakað at
bjóða teimum her heima
Virkismøguleikar
og trivnaður í Havn
Traðamaðurin má
ikki fara í søguna
VIÐMERKINGAR
VIÐMERKINGAR
Til minnis um
Karl Vang
Ta› er altí› ringt at seta seg ni›ur at skriva minn-
ingaror›, og so serliga tá ta› er ein, sum man er
komin at halda nógv av.
Karl var ein ma›ur, i› ikki seg›i so nógv í or›um,
men álíkavæl vistu tú altí› hansara meining. ta› var
ótrúliga lætt at blíva gó›ur vi› hann, tí hann hev›i
sín serliga máta at vera uppá.
Um man kom inn til Annu og Karl ein sunnudag
kl. 17.00 kundi man vera vísur í at møta honum vi›
urinum í hondini, púra klárur at fara á møti kl.
18.00.
Men so bleiv Karl sjúkur, bleiv veikari og veikari,
ta› var ótrúliga ringt at síggja, hvussu hann vikna›.
Men eitt er vist, í dag hevur hann ta› gott, burtur úr
likaminum heima hjá Harranum, sum ta› bleiv sagt
bæ›i í kapellinum og til jar›arfer›ina, og eg veit at
vit ein dag skulu síggjast aftur heima hjá Harranum,
saman vi› øllum okkara kæru, vit sum hava tiki›
ímóti Honum sum okkara persónliga frelsara.
Eg havi altí› følt meg væl at koma inn í heimi›
hjá Annu og Karl í Kaldbak, altí› veri› væl móttikin
og altí› hava tey veri› klár at bjó›a okkurt gott, og
somulei›is er ta› eisini nú tú Anna situr einsamøll
eftir.
Eg ynski vi› hesum fáu or›um at takka fyri ta›,
sum tit hava veri›, og tú Anna ert fyri meg, Karl,
Tordis og Mariannu. Má Harrin styrkja tykkum øll
og teg Annu á ein serligan hátt.
Æra veri minni› um Karl.
Takk fyri alt.
Heidi v/ fam.
Jógvan Arge
valevni tjó›veldisfloksins
til Tórshavnar B‡ rá›
Á alnótini spurdi ein brúk-
ari meg, hvat hjartamál eg
havi fyri Havnina. Eg má
vi›ganga, at eg í knappari
vend hev›i ilt vi› at taka
eitt mál fram um onnur.
Svari› bleiv tí ta› einfalda,
at eg havi bara hjartamál
fyri Havnina.
Havnin er ein gó›ur b‡ur
at búgva í. Havnin er okk-
ara kulla. Her tími eg at
vera. Eg stórtrívist millum
fólkini og húsini í Havn, og
eg veit, at ta› eri eg ikki
einsamallur um.
Vit eru mong, sum hava
ta› felags mál, at Havnin
skal vera ein gó›ur, vinar-
ligur, vakur, reinur og virk-
samur b‡ur at búgva í og
koma til. Her skal vera lív
og gró›ur og menning.
Men hetta kemur ikki bara
av sær sjálvum.
Fyri framman eru stórar
og spennandi avbjó›ingar,
sum seta krøv til borgarar-
nar og tey, sum stíla fyri í
Tórshavnar Kommunu. Vit
mugu leggja okkum eftir, at
b‡urin fylgir vi› menn-
ingini á øllum økjum, og at
kommunan er før fyri at
útinna sín t‡›andi leiklut í
landinum og Atlantshavin-
um.
Ongantí› er meiri aktuelt
enn nú at gera sær hugsanir
og leggja ætlanir um fram-
tí›ina hjá okkara høvu›s-
sta›i. Tann minkandi heim-
urin og tann vaksandi al-
tjó›ageringin geva okkum
møguleikar,
sum
vóru
óhugsandi fyri bert fáum
árum sí›ani.
Kollveltingin í telesam-
bandi og fer›asambandi
hava gjørt, at fjarstø›an
hevur lítlan t‡dning longur.
Umheimurin
kann
nú
lættliga taka okkum vi› í
sínar verkætlanir, og vit
kunna fara upp í verkætl-
anir saman vi› umheim-
inum á mestsum jøvnum
føti.
Fruktirnar
av
øllum
hesum n‡tí›ar møguleikum
skula sum frálí›ur síggjast
aftur í Havn, og ta› skal
eisini
síggjast
aftur
í
Havnini, at útlit eru fyri
olju undir Føroyum. Hesar
avbjó›ingar mugu takast
vi› opnum sinni og stórum
álvara og setast inn í
karmar, sum hóska saman
vi› okkara fyritreytum og
mentan.
Nøkur av mínum hjarta-
málum fyri Havnina eru
sostatt, at Havnin alsamt
ver›ur ein gó›ur b‡ur og
høvu›ssta›ur at búgva og
virka í, at Tórshavnar
Kommuna altí› at skarar
fram úr á Føroyakortinum,
og at Havnin og Tórshavnar
Kommuna til eina og
hvørja tí› eru før fyri at út-
inna leiklutin sum mi›-
stø›ir í Nor›uratlantshavi.
Maria á Dul
valevni Fólkafloksins til
Tórshavnar b‡ rá›
Nú, uppundir komandi
b‡rá›sval hevur serliga
nógv veri› tosa› um, at
kvinnur skulu ver›a
meira virknar í politikki,
og fleiri kvinnur eru
eisini uppstilla›ar hesa-
fer›.
Nú er so upp til velj-
aran at gera naka› vi›
ta›!
Men hví skulu kvinn-
ur vera virknar í poli-
tikki?
Jú! Um tú skalt fáa
nóg breitt grundarlag at
taka avger›ir út frá er
ney›ugt at fáa l‡st stø›-
urnar frá øllum sjónar-
hornum. Ta› fæst ikki
bara vi› monnum.
Javnvág má inn í av-
ger›argrundarlagi›
–
avger›irnar!
Ta› er væl kent, at har
menn hugsa í eindum,
hugsa kvinnur í heild-
um, menn hugsa meira
um tey »hør›u« tingini,
havnir o. s. v., kvinnur
hugsa meira um tey
»bleytu« tingini, heilsu -
og
sosialmál
o.s.v.,
harvi› sjálavndi ikki
sagt, at ta› eina er meira
t‡dningarmiki› enn hitt,
ella at bæ›i kyn ikki
duga at taka avger›ir um
bæ›i, men vi› eisini at
velja kvinnur inn í b‡-
rá›i› er størri møguleiki
fyri at tær avger›ir tikn-
ar ver›a, vera til frama
fyri heildina.
Gott val!
Regin av Steinum,
valevni á tjó›veldis-
listanum til b‡ rá›i›
Tórshavnar kommuna hev-
ur eina rúgvu av málum,
sum bí›a eftir at vera gjørd
li›ug. Øll kosta tey nógvan
pening, og fleiri teirra
ver›a tí ikki gjørd li›ug
eftir einum ári.
Her kunnu nevnast:
• ansingarmáli›, runt í all-
ari kommununi
• munandi útstykkingar
• skúlabyggingar, t.d. á
Argjum og í Hoyvíks-
haganum
• 2 ítróttahallir, í Kollafir›i
og Hoyvík
• ringvegurin
• ídna›arøki
• ymisk vinnufremjandi og
-lættandi tiltøk
• bryggju- og havnarvi›ur-
skifti, t.d. í Kollafir›i
• bátahyljar at gera lidnar,
t.d. á Argjum og Signabø
• smærri og størri vega-
ábøtur ymsasta›ni
í kommununi
• umstø›ur til frælsan ítrótt
í Havn
Listin er ivaleyst longri,
men vit skulu minnast til, at
øll hesi málini skulu setast
upp ímóti einum ávísum
skattaprocenti (18,5%?),
sum gevur so og so nógvar
milliónir í kommunukass-
an. Hvussu stórt rúm ver›-
ur nú til onnur mál? Ta› er
sjálvandi eisini ein áhuga-
verdur spurningur.
Høvu›ssjónarmi› mítt er,
at nevndu málini skulu
fremjast í komandi val-
skei›i innan fyri vanligar
fíggjarkarmar.
Schumann Hjaltalin,
b‡ rá›slimur, valevni fyri
Sambandsflokkin
Hans Jákup Simonsen sigur
í grein í blø›num tann 1.
november, at hann hevur
siti› í sosialu nevnd sum
umbo› fyri Kollafjar›ar
kommunu og fylgt tí polit-
iska
or›askiftinum
um
barnaansingina og hevur
harvi› fingi› stóran áhuga
fyri barnaansingarøkinum.
Hvussu Hans Jákup hevur
fylgt vi› í tí politiska or›a-
skiftinum, kann eg ikki
gera vi›merkingar til, men
tá hann sigur, at b‡rá›i›,
undantiknir javna›arpolit-
ikarnir, koyrdu máli› um
barnaansing í nevnd fyri at
súlta máli›, so er hettar ikki
rætt. Ta› var einmalt sam-
tykt at koyra máli› í nevnd,
eisini
Javna›arflokkurin
tók undir hesum.
Nú veit eg ikki, um Hans
Jákup hevur fylgt ov illa
vi›, men rætt skal ver›a
rætt.
Annars hevur B‡rá›i›
samtykt vi› fyrstu vi›ger
av fíggjarætlanini at seta
pening av til barnaansing-
arøki›, solei›is at ansingin
ver›ur loyst til ár 2003, á
hesum fundi luttók eisini
Hans Jákup Simonsen.
Kvinnur í politikk?
Hjartamál fyri Havnina
Vi›merkingar til Hans Jákup
Simonsen, Kollafjør›ur
Hvussu langt kemst?