Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-11-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. november 2000síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 216 - 9. november 2000 gult cyan magenta svart Eitt aftursvar til nak- að av tí, sum Hjørdis Heindriksdóttir hev- ur spurt meg um og til onnur, sum hava roynt at lagt mær onnur motivir til í samband við sátt- málan um økismál og minnilutamál Jóannes Eidesgaard fólkatingslimur og løgtingsmaður Forsøgan Sáttmálin um økismál og minnilutamál varð samtykt- ur 25. juni 1992 í ráðharra- nevndini hjá Europa Ráðn- um og kom í gildi 1. mars 1998. Sáttmálin hevur til endamáls at verja og fremja økismál og minnilutamál í Europa. Í februar 1998 sendir ríkisumboðsmaðurin sáttmálan til heimastýrið til ummælis. Heimastýrið vil siga landsstýrið og løgting, men tað er landsstýrið, sum avgreiðir mál vegna heima- stýrið. Men tíverri hendir tað, at táverandi løgmaður Edmund Joensen av sínum eintingum vegna heima- stýrið svarar í mars 1998, at heimastýrið hevur ongar viðmerkingar til, at sátt- málin verður settur í gildi. Jóannes Eidesgaard var tá løgtingsmaður og tí óvit- andi um tað, sum fór fram. Í uttanríkisráðnum ger man nú nakrar málsligar tillagingar í umsetingini av sáttmálanum, og tískil sendir man í sept. 1999 sáttmálan fyri aðru ferð til heimastýrið. Ríkisumboðið spyr vegna uttanríkisráðið landsstýrið, um heimastýr- ið hevur nakrar viðmerk- ingar til nýggju útgávuna, og um heimastýrið annars hevur aðrar viðmerkingar til, at sáttmálin verður rati- feseraður ella góðkendur. Hesu ferð svarar heimastýr- ið gjøgnum ein embætis- mann í landsstýrinum við brævi dagfest 29. okt. 1999, at heimastýrið ongar viðmerkingar hevur. Avdúkingin Tá føroysku fjølmiðalarnir seinni boða frá, at sáttmálin nú verður framlagdur í Fólkatinginum, tá sigur landsstýrið, at her má talan verða um eina reina provo- katión frá danskari síðu. Í einum munnligum fyri- spurningi á tingi spyrji eg Høgna Hoydal, hvat lands- stýrið hevur svarað í bræv- inum frá 29. okt. 1999. Hann fær ikki svarað, tí hann sigur seg ikki vita, hvat landsstýrið hevur svar- að. Eg kendi svarið, og tá vakna menn til »dåd«. Út frá hesum gongur týðiliga fram, at danskir myndugleikar í góðari trúgv hava tikið tað fyri givið, at hesin sáttmálin ikki fór at geva nakrar trup- ulleikar, tí landsstýrið í tveimum umførum vegna heimastýrið hevur svarað, at heimastýrið ongar sum helst viðmerkingar hevði. Føroya Løgting er ongan- tíð spurt um henda sátt- mála. Her skal eg eisini gera vart við, at sáttmálin heldur ikki av sitandi landsstýrið er lagdur fyri tingið, men bert fyri uttan- landsnevndina. Málsgongdin í Fólkating- inum er annars henda: • sáttmálin framlagdur 24. nov. 1999 • 1. viðgerð 8. des. 1999 • álit 23. mei 2000 • 2. og seinasta viðgerð 26. mei 2000 Við brævi dagfestum 26. nov. 1999 boðar landsstýrið nú frá, at man hevur við- gjørt málið av nýggjum og kann ikki taka undir við, at sáttmálin umfatar Føroyar. Hetta er tveir dagar eftir, at sáttmálin er framlagdur. 1. viðgerð í Fókatinginum Beint áðrenn fyrsta viðgerð byrjaði høvdu Óli Breck- mann og eg ein fund við Niels Helveg Petersen, utt- anríkisráðharra, har hesin segði seg vera sinnaðan at taka upp samráðingar við landsstýrið um spurningin og skjeyt upp møguleikan at gera eina yvirlýsing um støðuna hjá føroyskum máli. Men hann legði tó dent á, at hann mátti halda seg til tað, sum Heimastýr- islógn í grein 11 sigur um føroyskt sum okkara høv- uðsmál. Her er røðan, sum eg helt undir viðgerðini: »I bemærkningerne til konventionen bliver der sagt, at spørgsmålet om Danmarks ratifikation har været forelagt det færøske hjemmestyre. Her vil jeg understrege, at det er dybt beklageligt, at det nuvær- ende landsstyre, men spe- cielt det foregående har udtalt sig på vegne af hjem- mestyret, dog uden at sagen har været forelagt det fær- øske Lagting. Den politiske definition af, hvad hjemme- styret er, er, at hjemmesty- ret er Lagting og lands- styre. Og lad mig dernæst understrege, at det er en meget gennemarbejdet praksis, at samtlige konven- tioner bliver behandlet af Lagtinget. Den danske re- gering har i denne sag handlet fuldstændig kor- rekt. Man har via Rigsom- budsmanden i februar 1998 forelagt konventionen det færøske hjemmestyre med adresse hos Færøernes landsstyre. Men så sker det, der ikke bør ske, nemlig at en lagmand pludselig be- tragter sig selv som Færø- ernes hjemmestyre. I et brev fra marts 1998, under- skrevet af daværende lag- mand Edmund Joensen, bli- ver der sagt, at Færøernes hjemmestyre ikke har noget at bemærke til, at konven- tionen bliver ratificeret med territorial virkning for Færøerne. Regeringen kun- ne derfor i god tro arbejde videre med forberedelsen af fremlæggelsen af konven- tionen her i Folketinget. I Udenrigsministeriet bli- ver man nu enig om, at den danske oversættelse kræver nogle sproglige præciserin- ger. Derfor sender Rigsom- budsmanden i september 1999 konventionen på ny til udtalelse hos hjemmestyret med samme adresse hos landsstyret. Der bliver spurgt, om man kan tilslutte sig den nye udgave, men desuden bliver der spurgt, om den nye udgave ændrer noget ved landsstyrets tidli- gere holdning til konventio- nens indhold. Og med et svar dateret 29. oktober i år svarer landsstyret, at man ikke har yderligere be- mærkninger. Efter at den færøske presse fortæller, at regeringen nu vil frem- lægge konventionen i Folketinget, går landsstyret ud og siger, at der nu er tale om en utilsigtet provo- kation fra dansk side, og når landsstyret i Lagtinget i en spørgetime bliver spurgt, hvad man har svaret i brevet fra den 29. oktober, så står man uvi- dende. Så foruden at have svaret positivt to gange ved forespørgsler om ratifika- tionen, så har Landsstyrets politiske opmærksomhed i den her sag været på nul- punktet. Man har kort sagt sovet i timen. Men det re- elle problem er jo, at fæ- røske politikere i Lagtinget hverken kender noget til konventionen eller endnu mindre til korrespondancen mellem regeringen og landsstyret. Selv om kon- ventionen kun rummer po- sitive intentioner rettet mod sproggrupper, der virkelig har problemer, vil jeg dog mene, at det er unødven- digt, at vi mellem Færøerne og Danmark starter en ny politisk broderstrid, der er overstået for mere end 60 år siden. Men det er en kendsgerning, at sagen let kan udvikle sig til noget helt andet end det, den bør dreje sig om. Sagen kan nemt få nogle politiske as- pekter om bl.a. statsret. Re- gion og regionalt sprog er fremmede begreber i hjem- mestyrelovens terminologi. Og al lovgivning på Færø- erne er færøsk, og i offent- lige forhold er sproget fæ- røsk. Derfor er konventio- nens ellers meget positive tiltag for regionale sprog u- nødvendige. Så hvad gør vi nu for at undgå, at denne uskyldige sag får lov til at udvikle sig uheldigt? Mit bud er, at sagen for tredje gang bliver sendt til hjem- mestyret, og denne gang skal Lagtinget få lov til at udtale sig. Og det er meget muligt, at udenrigsministe- rens forslag om, at der af- gives en erklæring i forbin- delse med ratifikationen om det færøske sprogs stilling, og at de særlige beskyttel- sesregler i pagtens afsnit III ikke finder anvendelse for det færøske sprog, er et forslag, vi kan arbejde vi- dere med. Men det er altså dybt beklageligt, at lands- styret har handlet så klod- set, som det har i denne sag, og derfor vil jeg som parlamentariker appellere til Folketingets forståelse og overbærenhed. Jeg er overbevist om, at Lagtinget vil gøre sit bedste for at finde en løsning« . Óli Breckmann fólka- tingsmaður seði m.a. undir somu viðgerð (brot úr hans- ara talu): »Udenrigsministeren har skriftligt forsikret, og det er jeg glad for, at regeringen og landsstyret udsteder en fælles erklæring, som kan afgives i forbindelse med en ratifikation af pagten, hvor færøsk betegnes som hovedsprog på Færøerne. Jeg vil endda gå så langt som at håbe, at man fore- slår, at man bestemmer sig for, at færøsk skal være na- tionalsprog på Færøerne. Jeg vil derfor henstille til Folketinget og regeringen om at støtte udenrigsminis- terens tilsagn om, at denne beslutning ikke endeligt vedtages, før landsstyret og regeringen har haft de nød- vendige forhandlinger og har indgået en aftale. Jeg har også noteret mig udenrigsministerens løfte om, at en kommende rap- portering om afsnit II i pagten om regionale sprog kun foretages med landssty- rets medvirken. Men derudover forventer jeg, at denne pagt måske snart mister sin relevans for færøsk vedkommende, da færøsk som national- sprog for et selvstyrende Færøerne bliver stadfæstet i den aftale, som indgås i foråret mellem landsstyret og regeringen om Færøer- nes fremtid som selvstæn- digt land, og som vil blive godkendt af Lagtinget og et solidt færøsk flertal ved en efterfølgende folkeafstem- ning.« Viðgerðin í uttan- landsnevndini Málið varð viðgjørt í uttan- landsnevndini 2. mei 2000. Løgmaður boðar frá, at utt- anríkisráðharrin er sinnað- ur til at gera eina yvirlýsing um rættarstøðuna hjá før- oyska málinum samsvar- andi heimastýrislógini, ið verður latin aðalskrivara Europa Ráðsins sum partur av danska staðfestingar- skjalinum. Løgmaður sigur víðari, at hann er sinnaður at góðkenna mannagongd- ina, um yvirlýsingin er al- tjóðarættarliga bindandi og staðfestir, at føroyskt er tjóðarmál og almenna mál Føroya. Um uttanríkisráð- harrin ikki skuldi tikið undir við hesum, fer lands- stýrið at halda fast um av- gerð sína frá 26. nov. 1999, har boðað verður frá, at landsstýrið ikki tekur undir við, at sáttmálin verur sett- ur í gildi fyri Føroyar. Nevndin býtur seg í ein meiriluta og tveir minni- lutar. Meirlutin (Jógvan við Keldu, Jóannes Eides- gaard, Jákup Sverri Kass og Jenis av Rana) tekur undir við ætlanum løg- mans. Ein minniluti (Ed- mund Joensen og Heðin Mortensen) tekur undir við uppskotinum frá uttanríkis- ráðharranum, meðan sein- asti minnilutin (Hergeir Nielsen) mælir landsstýrin- um til art halda fast um av- gerðina frá 26. nov. 1999. 2. og endaliga viðgerð- in í Fólkatinginum 2. og endaliga viðgerðin fer fram 26. mei 2000. Sátt- málin verður samtyktur við 111 atkvøðum fyri, ongari ímóti, ongin hvørki fyri ella ímóti, og 68 vóru ikki á fundi, harímillum undirrit- aði og Óli Breckmann. Um vit atkvøddu ímóti, so hevði tað einki broytt úrslitið. Onkur hevur viljað verið við, at eg skuldi havt felt stjórnina við einum misáliti orsakað av hesum máli. Men fyri tað fyrsta so er tað ikki vanliga parla- mentariska mannagongdin, fyri tað næsta, so hevði eingin tikið teg fyri fult við einum misáliti í hesum máli, tí semjan í tinginum var einmælt og fyri tað triðja, so hevur føroyska handfaringin av hesum máli verið út av lagi vána- lig. Tvær ferðir hevur landsstýrið boðað frá, at alt er í lagi og ongar viðmerk- ingar eru. Úrslitið Úrslitið av øllum verður sum kunnugt, at henda yvirlýsingin verður skrivað. Í henni stendur rættarstøð- an hjá føroyskum sambært galdandi heimastýrislóg. Men harumframt stendur: »Danmarks ratifikation af pagten vil ikke på nogen måde prejudicere udfaldet af forhandlingerne om Fæ- røernes fremtidige forfat- ningsretlige status« V.ø.o. verður fullveldissáttmáli samtyktur, so verður yvir- lýsingin broytt samsvar- andi. Ella um heimastýris- lógin í grein 11 fær nýggja orðing, so verður yvirlýs- ingin broytt. So nakað er nú litið okkum upp í hendi at fáa avgreitt. Hinvegin er tað øllum greitt, um vit vilja vera við tað ella ei, at ein uttanríkis- ráðharri, eins væl og vit øll onnur, noyðist at halda seg til galdandi lóg og rætt. Heimastýrislógin er ein veruleiki, og so leingi hon er tað, so noyðast vit at for- halda okkum til hennara. Tað er tó ongin loyna, at eisini javnaðarfólk vilja hava hann útskifta sum skjótast, men enn er tað ikki vorðið veruleiki. Ann- ars stendur tað eisini sitandi samgongu frítt at leggja fram uppskot um at broyta heimastýrislógina og kanska serliga grein 11, sum snýr seg um málið, nú alt røkist fyri, at heimastýr- islógin verður okkara veru- leiki eina langa tíð afturat. Eftir stendur tó framveg- is, at Føroya Løgting ong- antíð er spurt eftir sinari meining um sáttmálan. Hetta er veruliga søgan í hesum máli um málið. Hava fólk hug at gera ávís- ar politikkarar til synda- bukkar, so er tað í lagi, men roynið so at gera tað út frá onkrum sakligum grundar- lagi. Málið um málið VIÐMERKINGAR Nr. 216 • hósdagur • 9. november 2000 • 74. árgangur • www.sosialurin.fo Í fyrstu atløgu er talan bert um nakrar fáar fermetrar, sum skulu roynast í vetur, men er úrsliti› nøkt- andi, ver›ur talan kanska um ein spildurn‡ ggjan vøll til klaksvíkingar GRASLÍKI Jákup Mørk Fyri rúmari tí› sí›ani skriva›u vit, at Klaksvíkar Kommuna var fari› í sam- rá›ingar vi› t‡ska felagi›, sum hev›i lati› n‡ggja graslíkisvøllin í Klaksvík. Hetti hendi, tá ta› vísti seg, at vøllurin í Klaksvík ikki er førur fyri at taka ímóti stóru vatnmongdu- um, sum eru, tá glopraregn herjar klettar okkara. Loysn í eygsjón Av heimasí›uni hjá KÍ frættist nú, at ein loysn er í eygsjón hesum vi›víkjandi. Jógvan vi› Keldu, borg- arstjóri í Klaksvík, sigur vi› Sosialin, at enn er so ikki komi› á mál hesum vi›víkjandi, men at tær tó eru komnir naka› ávegis. – Partarnir hava veri› í samrá›ingum í longri tí›, og fyri fyrst eru partarnir so komnir til hvør sína ni›urstø›u fíggjarliga. Enn eru vit tó ikki heilt nøgdir vi› teirra stø›u í málinum, men teir hava tó flutt seg nógv í spurninginum higar- til, sigur Jógvan vi› Keldur. Ví›ari sigur hann, at um- bo› hjá Klaksvíkar B‡rá› hava veri› í München og Frankfurt, har tey hava hugt eftir møguligum n‡ggjum vallum. – Her er naka› n‡tt kom- i› fram, tí ta› vísir seg, at t‡skarar nú eisini eru byrj- a›ir vi› eini n‡ggjari kon- struktión, har gummikúlur ver›a lagdar omaná sandin, ísta›in fyri at eitt skúmlag ver›ur lagt undir sandin. Gummikúlurnar hava sama eginleika sum skúmlagi› solei›is at vøllurin gerst bleytari, men harumframt eru fleiri a›rir fyrimunir. Ein av hesum er, at vøllurin betri er førur fyri at taka ímóti nógvum vatni, tí kúl- urnar í størri mun lata hetta seyra ígjøgnum vøllin. Harumframt letur eisini til, at mótstø›an av kúlun- um er minni, enn hon er av vanliga sandinum, og tí gerst vandin fyri teimum ska›um, sum ofta ser- merkja graslíkisvallir, minni. Hetta eru aloftast ska›ar, sum íkoma, tí leik- arar at kalla standa fastir á vøllinum. – Fyri fyrst hava vit so gjørt av, at vit í vetur fáa nakrar fermetrar av hesum slagnum av graslíki heim, solei›is at vit kunnu síggja, hvussu ve›ur og vindur her hjá okkum fara vi› vøllin- um. Alt eftir úrslitunum av hesum royndum, fara vit so at gera av, hvussu farast skal ví›ari í málinum. Skúmi› ov kompakt Trupulleikin vi› gamla vøllinum, sum tó ikki er eldri enn tvey ár, er, at sonevnda skúmlagi›, sum liggur undir vøllinum, er ov kompakt. Hetta hevur vi›- ført, at vatni› ikki hevur seyra› ígjøgnum í nóg stóran mun, og tí íkoma stórir hyljar, tá nógv regn er. Besta dømi um hetta mundi vera seinasti dyst- urin í fótbóltskappingini í fjør millum KÍ og ÍF. Hev›i ta› ikki veri› t‡dningin av dystinum (KÍ vann FM og ÍF flutti ni›ur), mundi ta› veri› ivasamt, um dysturin yvirhøvur skuldi leikast, somiki› nógv vatn var á vøllinum. Sum sagt, so ver›ur talan í fyrstu atløgu um eina royndartí›, tí í Klaksvík eru tey ikki serliga áhuga› í at fremja enn eitt mistak hes- um vi›víkandi. – Ikki tí, vit fingu gó›a hjálp frá serkunnleikanum, tá núverandi vøllurin var› lagdur á, men ta› fara altí› at ver›a mistøk, sum man ikki fær vart seg fyri, sigur Jógvan vi› Keldu. Hvussu stórur kostna›- urin av einum n‡ggjum vølli ver›ur, vil borgar- stjórin einki siga um, tí sum sagt, so vilja teir hava t‡ska veitaran at førka seg naka› afturat. Jógvan vi› Keldu leggur tó dent á, at talan so langt ífrá ver›ur um eina íløgu, sum svarar til ein n‡ggjan vøll. Eftir 5-0 tapi› á úti- vølli fyri AEK Athen hjálpti ta› líti› , at føroyski landsli›s- málverjin vardi fyri einum brotssparki t‡ skvøldi› UEFA-CUP Jákup Mørk Sum vænta›, so eydna›ist ikki Herfølge at vinna 5-0 lei›sluna, sum grikkar høvdu vi› sær á fer›ini, aft- ur. Hinvegin, so kundu Ják- up Mikkelsen og li›felag- arnir endiliga aftur fegnast um ein sigur, eftir eitt hig- artil sera solti› kapping- arár. Herfølge leg›i annars sera bragdliga fyri, og á›renn fyrsti minutturin var lagdur aftur um bak, hev›i Lars Jacobsen sett bóltin í griksku meskarnar. AEK kom tó heilt skjótt inn í dystin, teir fingu taki› á mi›vøllinum, og tá teir so eftir hálvan tíma javna›u lei›sluna, mundi seinasta vónin hjá Herfølge fara. Hetta hendi, tá Milen Pet- kov var› spældur púra leys- ur framman fyri málinum hjá Jákupi. Faxe nøgdur Bert tveir minuttir inn í seinna hálvleik fekk Chris Hermansen eitt ivasamt brotsspark, sum hann sjálv- ur setti í neti›, og hetta vísti seg eisini at ver›a avger- andi máli›. AEK fekk eisini tilluta› eitt ivasamt brotsspark frá dómaranum, men Jákup Mikkelsen, sum brots- sparki› var› dømt ímóti, vardi, tá hann leg›i seg á vinstru li›ina. Bjargingin hjá Jákupi, sum ikki var tann einasta í dystinum, var sostatt ein av høvu›sorsøkunum aftan fyri sigurin, sum Herfølge- venjarin tóktist sera væl nøgdur um. – Vegna spælararnar eri eg sera fegin um sigurin. Sí›ani meistaraheiti› hevur talan nærum bert veri› um vónbrot hjá okkum, men vónandi kann hetta ver›a vi› til at venda skeivu gongdini, seg›i Faxe eftir dystin. Komandi sunnudag skal Herfølge royna seg í sera t‡dningarmiklum dysti. Teir skulu tá til Århus, har AGF rættiliga hevur fingi› gongd á, og millum anna› hevur yvirhála› Herfølge ´í botnstrí›num. N‡ tt graslíki á veg til Klaksvíkar Sum kunnugt, eru tey í Klaksvík í fer› vi› at byggja n‡tt sk‡li›. Nú røkist eisini fyri, at n‡ggja sk‡li› fær ein n‡ggjan vøll at hyggja at Herfølge vann seinna dystin Hóast teir ikki komu ví›ari í europeiskum høpi, so betra›i sigurin á grikkum ivaleyst um sjálvsáliti› hjá Jákupi og teimum