Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. januar 2006síða 3

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 8 - 11. januar 2006 3 Bygdaráðið í Leirvík hevur nú broytt samtyktina, sum býtti kommunustýrið í ein meiriluta og ein minniluta. Nú standa allir sjey bygdaráðslimirnir saman um umstríddu verkætlanina við fjøruvegi og tunli Ferðsla Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á eyka bygdaráðsfundi í Leir­vík seinasta fríggja­kvøld sam­tykti bygdaráðið einmælt at halda fast um fjøruvegin við tunli. Áður hava fýra av sjey bygdaráðslimum verið fyri hesi loysnini, meðan hini trý helst vildu hava ein veg omanfyri bygdina. Eingin ímóti Fríðgerð Heinesen, borgar­ stjóri í Leirvík, heldur ikki, at tað er so undarligt, at hini trý í bygdaráðnum nú eisini eru við í nýggju samtyktini um fjøruvegin við tunli. – Eg vil siga, at eingin av okkum hevur verið ímóti fjøru­loysnini við tunli, men nøkur hava hildið, at ein veg­ ur omanfyri bygdina hevði verið ein skjótari loysn, nú Norðoyatunnilin er so nær. Hon fegnast um, at tað nú er eitt samt bygdaráð, sum mælir til, at fjøruloysnin, ið Teknistovan í Gøtu hevur tekn­að, verður framd. Á heimasíðuni hjá Leir­ víkar komm unu stendur, at samtyktin er eitt tilmæli til myndugleikarnar um rað­festing av farleiðini um Leirvík. »Bygdaráðið mælir til, at Projektforslag desember 2005, Farleið um Leirvík, tunnil 2, verður framt, og at samtyktin frá 19. september 2005 fellir burtur...« Uppskotið er sum nevnt einmælt samtykt. Kostnaðurin Hóast Leirvíkar bygdaráð nú stendur saman um fjøru­ loysnina við tunli, veit eingin, hvat endaliga úrslitið av nýggju vegaføringini í Leirvík verður. Sum skilst, er metti prís­ urin av fjøruvegnum við tunli komin dátt við hjá Leir­víkar bygdaráð og hjá Teknistovuni í Gøtu, sum hev­ur teknað verkætlanina. Landsverk hevur í fyrsta lagi mett, at verkætlanin fer at tátta í 150 miljónir krónur, men síðan er talið minkað nakað. Nú verður tosað um nakrar miljónir minni. Fríðgerð vísir á, at Tekni­ stovan í Gøtu nú eisini hevur havt ráðgevarar, sum eru vanir við slíkt arbeiði, at meta um verkætlanina, og hóast ymiskt er, hvussu Lands­verk og Teknistovan eru komin til sínar upp­ hæddir, er nú at kalla sam­ svar millum tølini. Upprunaliga metti Tekni­ stovan, at verkætlanin kundi fremjast nógv bíligari, men eisini tey eru bilsin av, at kostnaðarmetingarnar sam­an við serfrøðingum á økinum eru so høgar. Onkur hevur latið orð falla um, at Landsverk kanska hevur »pumpað« prísin upp fyri at mana hesa ætlan í jørð­ ina, men tað heldur borg­ar­ stjórin í Leirvík kortini ikki, at stovnurin hevur gjørt. – Nei, eg ivist ikki í, at hatta er tann prísurin, teir eru komnir til, sigur hon. NCC tølini Hon ásannar tó, at kostn­ að­armetingin av fjøruvegi við tunli er væl hægri enn upprunaliga mett. – Men vit halda framvegis fast um hesa loysnina, og nú er tað sum nevnt eitt einmælt bygdaráð, sum stendur saman. Vit halda, at hetta er ein góð loysn fyri framtíðar ferðsluviðurskiftini í komm ­ ununi. Hetta er ein loysn, sum vit verða glað fyri, og vit vóna, at hon kann fremj­ ast nakað bíligari, enn metingarnar siga, tá ið samanum kemur. Fríðgerð vísir á tað, sum umboð fyri NCC, ið byggir Norðoyatunnilin, hevur sagt. – Hesin metti, at fjøru­ loysn­in við tunli sambært líkn­andi projektum, sum teir arbeiða við í Noregi, kann fremjast fyri einar 80-90 miljónir krónur. So, kanska kunnu NCC fremja hesa verkætlan bíligari Hon sigur, at sjálvandi ynskja leirvíkingar eina loysn, har bygdin ikki verð­ ur »krøkt« av, men kann fáa nakað burtur úr ferðslu­ streyminum, sum hon tekur til. Fríðgerð vísir á tað, sum landsstýrismaðurin og samgonguflokkarnir søgdu síðsta heyst um málið. – Vit fingu at vita, at sam­gongan var til reiðar at fylgja tí, sum bygdaráðið í Leirvík vildi, men tá var so talan um eitt krónutal, sum lá millum 60 og 80 miljónir, ið verkætlanin tá varð mett at kosta. Hon leggur dent á, at tað hevur stóran týdning fyri leir­víkingar, at ein sømilig loysn verður samtykt í landsstýrinum skjótast tilber, nú Norðoyatunnilin letur upp um nakrar mánaðir. – Vit bíða eftir eini greiðari útmelding úr Vinnu­ málaráðnum, og vit vóna, at hetta verður ein loysn, sum leirvíkingar kunnu verða glaðir fyri í framtíðini. Hon vísir á, at tað verð­ur ógvuliga trupult hjá bygda­ ráðnum at broyta samtykt­ ina, sum nú er einmæld, tí neyvan fæst meiriluti fyri vegi omanfyri bygdina, ei heldur fyri vegi framvið fjør­ uni – uttan við tunli. – Ein fjøruvegur við tunli, er nakað, sum vit øll í bygdaráðnum kunnu semj­ ast um, sigur Fríðgerð Heinesen, borg­arstjóri í Leirvík. Leirvíkar bygdaráð: Full semja er um fjøruveg við tunli – Vit bíða eftir eini greiðari útmelding úr Vinnumálaráðnum, og vit vóna, at hetta verður ein loysn, sum leirvíkingar kunnu verða glaðir fyri í framtíðini. Ein fjøruvegur við tunli, er nakað, sum vit øll í bygdaráðnum kunnu semjast um, sigur Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri í Leirvík Ferðsla Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Palli Gregoriussen, arkitektur, hevur av sínum einting­um gjørt tvey uppskot um, hvussu hann heldur, at ferðsluviðurskiftini í Leir­vík kunnu loysast, nú leir­víkingar um nakrar mán­aðir noyðast at liva við ferðsluni, sum stendst av, at Norðoyatunnilin letur upp. Fríðgerð Heinesen, borg­ arstjóri í Leirvík, sigur, at upp­skotini hjá Palla vóru á borðinum, tá ið bygdaráðið hevði eyka bygdaráðsfund seinasta fríggjakvøld. – Men tey vóru ikki til við­ gerðar á hesum fundi, sigur hon. Hon sigur, at bæði upp­ skotini snúgva seg um, at veg­ur verður bygdur niðan á brekkuna, síðan verður farið inn í fjallið við tunli - og at enda inn í verandi Leir­víkstunnil. Borgarstjórin vísir á, at vegalongdin sambært upp­ skotunum hjá Palla er ymi­ sk, og ymiskt er eisini, hvar í Leirvíkstunlinum, nýggi tunnilin kemur inn. – Í øðrum førinum kemur nýggi tunnilin inn umleið miðj­an Leirvíkstunnilin – og í hinum førinum kemur hann inn nakað longur framm i Gøtu-megin. Í øðrum førinum er veg­ urin stytri og tunnilin longri – og í hinum førinum er øvut; vegurin longri og tunnilin styt­ri. Fríðgerð Heinesen vísir á, at Palli Gregoriussen sam­ bært tølum, vit kenna við tunnils-og vegagerð, heldur, at projektini høvdu ligið um einar 75-80 miljónir krón­ ur. – Á eyka bygda­ráðs­ fundinum kundu bygda­ ráðs­limirnir hyggja at upp­ skotunum, men her eru nógv­ir spurningar, sum ikki eru svaraðir, tí ongar detaljur eru við í uppskotunum, sigur borgarstjórin. Uppskotið hjá Palla ikki viðgjørt í bygdaráðnum