Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. januar 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 8 - 11. januar 2006 Smyril er ein partur av tilbúgvingini í Suðuroy og borgar­ stjórin á Tvøroyri er sera misnøgdur við, at hann verður lagdur í Havn nú hann segði frá ódnarveðri síðstu nátt Tilbúgving Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað líkist ongum, at Smyril verður lagdur í Havn í nátt. Kristin Michelsen, borg­ arstjóri á Tvøroyri, er sera misnøgdur við, at Smyril varð lagdur í Havn, nú hann segði frá ódnarveðri síðstu nátt. Smyril fór úr Suðuroy klokkan 15.30 í gjár, eftir ferðaætlanini. Men longu á miðdegi í gjár, boðaði Strand­ferðslan frá, at av tí at hann boðaði frá ódn, sigldi hann ikki suður aftur klokkan 19 í gjárkvøldið eftir ferðaætlanini. Ístaðin skuldi hann sigla suður klokkan 7 í morgun árini og so norðuraftur klokk­ an 9.30. Men síðani varð fráferðin úr Havn aftur útsett til klokk­ an 13.30 í dag. Mistu trygdina Hetta er fallið borgarstjór­ anum á Tvøroyri fyri bróst­ ið. – Smyril er ein týðandi part­ur av tilbúgvingini hjá Suðuroynni. Fyri trygdina hevur tað stóran týdning, at hann liggur í Suðuroy og tí eigur hann ikki at verða tikin frá okkum, sigur Kristin Michel­sen. – Vit hava bygt skip fyri næstan 300 milliónir og nýggja Havn í Suðuroy fyri 60 milliónir, so tað er heilt óskiljandi, at hann ikki kann liggja har, men verður tikin frá okkum, nú boðað var frá ódnarveðri. Hann spyr eisini um tað yvirhøvur kann góðtakast, at vit hava bygt eina havn fyri 60 milliónir, sum skipið ikki kann brúka í øllum veðri. Hann sigur, at nú hann segði frá ódn, hevði tað verið sjálvsagt, at Smyril varð liggj­andi í Suðuroy í nátt, skuldi ein neyðstøða tikið seg upp í óveðrinum. – Var ikki siglandi, var ongin orsøk at siglt norður seinnapartin í gjár, leggur hann afturat. Við tað, at Smyril varð liggj­andi í Havn í nátt, er trygdin sostatt eisini tikin frá suðuroyingum í eini møgu­ ligari vandastøðu og tað kunnu vit ikki góðtaka. – Tók ein neyðstøða seg upp í Suðuroy í ódnar­veðr­ inum síðstu nátt, minkaðu møguleikarnir at fáa hjálp, munandi, tá ið Smyril lá í Havn. – Tí skuldi hann heldur lig­ið í Suðuroy í nátt, tí vit eru hóast alt tað økið, sum eru longst burtur frá Lands­ sjúkrahúsinum. Borgarstjórin á Tvøroyri fer tískil at taka spurningin upp, bæði í Tvøroyrar Komm­unu, men eisini við hinar kommunurnar í Oynni, umframt við bjargingarfeløg og onnur í hava við trygd og hjálpararbeiðið at gera. – Hetta mugu vit øll mót­ mæla í felag, so at tað ikki hendir aftur, sigur hann. Í fyrstu syftu hevur Tvør­ oyrar Býráð samtykt at senda Strandferðsluni skriv, har tað verður mótmælt, at Smyril varð lagdur í Havn, tá ið boðað varð frá óveðri, samstundis sum Býráðið vil hava Strandfersðluna at bera so í bandi, at tað ikki hendir aftur. Seinni verður so málið tikið upp við aðrar partar, sum hava við tað at gera. – Vit mettu ikki, at Smyril hevði ikki ligið nóg trygd í nýggju samferðsluhavnini í Suðuroy í slíkum veðri, sum boðað varð frá síðstu nátt og tí varð gjørt av at leggja hann í Havn Tilbúgving Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað er ein stórur trupul­ leiki, at vit toku trygdina frá suðuroyingum síðstu nátt. Men vit mugu eisini hugsað um trygdina hjá Smyrli. Tað kemur ikki óvart á Kristian Davidsen, stjóra á Strandferðsluni, at suður­ oyingar gera vart við seg, nú Smyril varð lagdur í Havn, nú hann boðaði frá ódn síðstu nátt. Ein, sum ikki ætlar at lata tað fara afturvið borð­ inum, at suðuroyingar mistu trygdina, nú boðað varð frá ódn síðstu nátt, er borgarstjórin á Tvøroyri Kristian Davidsen ásann­ ar, at tað er stak óheppið, at Smyril varð lagdur í Havn, tá ið boðað varð frá ódn síðstu nátt, tí skuldi ein neyðstøða tikið seg upp, var Smyril ikki tøkur at hjálpa. Men hann staðfestir eisini, at tey mugu eisini hugsa um trygdina hjá skipinum sjálvum. – Skiparin metti ikki, at tað var nóg trygt hjá Smyrli at liggja í nýggju ferjuleguni í Suðuroy í slíkum líkindum, sum vóru væntandi síðstu nátt og tí gjørdi hann av at leggja skipið í Havn ístaðin, sigur Kristian Davidsen. – Skiparin stúrdi fyri, at hann fór at slíta, leggur hann afturat. Sum stjórin á Strand­ ferðsl­uni hevur skilt tað, er metingin tann, at molin í ferjuleguni er ov stuttur til, at skipið kann liggja trygt í líkindum sum teimum, sum vóru væntandi síðstu nátt. Metingarnar siga, at mol­­in skuldi verið einar 20-30 metrar longur fyri at fáa havn­ina nóg trygga til veður sum tað, ið var væntandi síðstu nátt, leggur hann afturat. Tóku trygdina frá suður­ oyingum – Tað hevði verið ein stór trygd í at havt Smyril liggjandi í Suðuroy, nú hann boðaði frá ódnarveðri síðstu nátt. Tí kann tað als ikki góð­takast, at Strandferðslan hev­ur gjørt av at leggja hann í Havnini, sigur borgarstjórin á Tvøroyri. Trygdin hjá Smyrli í vanda í Suðuroy í nátt – Tað er ein stórur trupulleiki, at trygdin verður tikin frá suðuroyingum í nátt, men vit hava eisini trygdina hjá skipinum sjálvum at hugsa um, sigur Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni – Í slíkari ódn, sum varð fráboðað síðstu nátt, kann heldur ikki Smyril ger nakað, sigur skipari Tilbúgving Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Skiparin á Smyrli tók eina rætta avgerð, tá ið hann gjørdi av at leggja Smyril í Havn síðstu nátt. Tað sigur ein royndur skip­ ari í Suðuroy, sum vit hava tosað við, men sum kort­ini ikki vil leggja navn til. Hann sigur, at tá ið slík­ ur stormur er, sum tað var væntandi síðstu nátt, liggur Smyril ikki gott á Krambatanga, tí tað glaðar so ógvusliga, at vandi er fyri, at hann slítur og so kann tað gerast ein galin endi. Hann sigur, at varð tann ódnin, sum væntandi var, kann heldur ikki Smyril gera nakað, hóast hann er stórur. – Smyril kann kanska sigla ímillum, men hann kann ikki manøvrera trygt inni í eini havn og so ber heldur ikki til at sigla, tí skip og manning kunnu ikki setast í vanda heldur. Fær hann eina hvirlu av teirri styrki, sum var vænt­ andi, munar heldur ikki maskinkraftin hjá Smyrli nóg mikið til at hann kann manøvrera trygt inni í eini havn. – Eitt er at veita hjálp. Men tann, sum veitir hjálp, má heldur ikki seta seg sjálv­an og síni í vanda. Hendir eisiin nakað við hjálp­aranum, er onki vunn­ ið, tí so er skaðin uppaftur størri. – Ódnir sum hesar, ið vóru fráboðaðar í nátt, eru tívetur sjáldsamar og tað er onki at gera enn at góðtaka tær og at hava virðing fyri teimum og sostatt eisini at laga sítt virksemi eftir teimum. Skiparin vísir eis­ ini á, at vit hava verulig bjarg­­ingarskiparskip, eitt nú Tjaldrið og Brimil, sum eru smíðað til endamálið og hjá teimum er lættari at manøvrera í ólíkindum enn hjá einum stórum ferða­ mannaskipi sum Smyrli. Røtt avgerð av skiparanum á Smyrli