mikudagur 11. januar 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 8 - 11. januar 2006
Fugloy: Ov tíðliga er at siga nakað um tíðarætlanina,
men neyðugt er í øllum førum at dagføra tyrlupallin á
Kirkju.
Talan er um eitt arbeiðið, sum er liður í eini dagføring
av tyrlupallunum í landinum.
Hetta er eitt krav frá Statens Luftfartsvæsen (SLV), og
tá hetta arbeiðið er liðugt, lúka allir tyrlupallar í Føroyum
tær ásettu treytirnar.
Sum støðan er í dag, er sjálv prosjekteringin liðug.
Keyp av lendi til hesa verkætlan er kortini ikki fingið
uppá pláss.
Hinvegin so er prosjektgóðkenning fingin frá SLV, eins
og játtan frá friðingarmyndugleikanum og byggiloyvi til
verkætlanina.
Av Landsverki verður upplýst, at henda verkætlanin
fer at kosta um 2 mió. kr.
sb
Svínoy: Fólkatalið minkar støðugt og arbeiðsplássini
fækka.
Hetta er støðan í Svínoy, soleiðis sum hon verður lýst
í Glóðini, blaðnum hjá útoyggjunum.
Hóast hesar veruleikar, so eru tað kortini tey, ið ikki
hava mist allar vónir fyri eini framtíð á hesi oynni. Tvær
verkætlanir eru nevniliga á veg.
Í fyrra førinum er talan um ta gomlu og nógv eftirspurdu
ætlanina um prosjektering av tunli og ferjuhavn. Og í
seinna førinum er ein ætlan í umbúna um bygging av
einum ferðavinnudepli.
Verða hesar ætlanirnar til veruleika, og batna umstøð
urnar annars í oynni, so er ikki óhugsandi at ungfólk hava
áhuga í at flyta aftur til oynna at búgva, skrivar blaðið.
sb.
Tvær verkætlanir skulu
venda gongdini
Støðan í Svínoy er ikki góð, men hetta hevur tó ikki
tikið mótið frá fólk um eina verkætlan í sambandi við
ferðavinnuna
Seinastu tyrlupallurin
skal dagførast
Umframt ferðasambandið við Másanum hava fugloyingar
eisini møguleika at fara av oynni við tyrlu. Nú skal
tyrlupallurin á Kirkju dagførast so hann lýkur allar treytir
fyri hesi flúgvingini
Mynd: Landsverk
Vinnuhúsið hevur
vegna gistingarhús-
og matstovufelagið,
sum heldur til í
húsinum, í drúgva
tíð ført fram fyri
Vinnumálaráðnum, at
handilsligu treytirnar,
sum matstovur og
gistingarhús fáa í
Rúsuni, eru burturvið.
Men nú er ein glotti at
hóma fyri framman
Matstovuvirksemi
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Í farnu viku gramdu nakr
ir matstovustjórar seg her
í blaðnum um handilsligu
treytirnar, ið teir fáa í Rúsuni, tá
ið teir keypa vín og brennivín.
Stjórin í Vinnuhúsinum,
Jan Mortensen, er samdur
í atfinningunum, men hann
sigur eisini, at Vinnumála
ráðið hevur lovað bata í hesum
sambandi.
Fáa heimild at
geva avsláttur
Jan Mortensen sigur, at síðst
í oktobur mánað í fjør fekk
Vinnuhúsið eitt uppskot
um nýggja kunngerð fyri
Rúsdrekkasøluna til hoyr
ingar, sum millum annað
loyvdi Rúsuni at veita mat
stovum og gistingarhúsum
at keypa upp á borg og at fáa
mongdaravsláttur.
– Vit tóku undir við nýggju
kunngerðini og sendu beinan
vegin Vinnumálaráðnum aft
ur. Vit hava roynt at fingið
svar upp á, hvar málið
liggur, og eg havi júst nú
verið í Vinnumálaráðnum og
spurt meg fyri. Har siga tey,
at kunngerðirnar væntandi
verða lýstar í komandi ting
setu. Tað merkir, at hetta
væntandi kemur í gildi í
komandi mánað, sigur Jan
Mortensen.
Stjórin í Vinnuhúsinum
sigur, at alla aðrastaðnis
er tað vanligt, at størri
kundar so sum matstovur
og gistingarhús fáa vín og
brennivín til heilsøluprís,
men soleiðis er ikki í Før
oyum. Hann heldur tí, at tað
er upp á sítt pláss, at hesin
trupulleiki verður loystur
nú, soleiðis at matstovurnar
fáa betri kor at virka undir.
Eins og fleiri onnur hava
ført fram í miðlunum, so
heldur Jan Mortensen tað
verða ein trupulleiki fyri
Rúsdrekkasølu Landsins, at
stovnurin hevur fingið álagt
at hava eitt ávíst yvirskot
av landsmyndugleikunum,
tí tað merkir, at prísirnir
noyðast at verða á einum
ávísum støði.
Sløkkiliðið í Havn
var úti nakrar ferðir í
nátt, men annars var
ikki talan um nakra
skaðanátt
Ódnarveður
Snorri Brend
Havn: Tað vóru mest smá
vegis skaðar í tí nógva vind
inum í nátt.
Menn frá sløkkiliðnum
vóru úti fleiri ferðir, tí
ymiskt lá leyst í vindinum.
Men talan var ikki um teir
stóru skaðarnar, sum óttast
var fyri.
Fráboðanirnar í Havn vóru
ymiskar:
Ein brotin rútur, vatn í
einum kjallara, ein leys
parabol, eitt leyst stakitt og
ein leysur bátur, - bara fyri
at nevna nakað.
Annars var ikki talan um
nakrar ógvusligar tilburðir.
Jan Mortensen, Vinnuhúsið:
– Vinnumálaráðið lovar bata
Jan Mortensen, stjóri i Vinnuhúsinum, sigur, at hann hevur
fingið at vita í Vinnumálaráðnum, at ein kunngerð, sum fer
at heimila Rúsuni at geva til dømis matstovum avsláttur,
væntandi verður lýst í komandi mánað
savnsmynd
Fáir skaðar í Havn
Menn frá sløkkiliðnum taka eitt skelti niður, sum kundi farið í vindinum. Betri er at vera fyrivarin enn eftirsnarin
Mynd: Alf Haraldsen