mikudagur 11. januar 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 8 - 11. januar 2006
7
dstøðini
havnafútin, og við honum á
støðini fall prátið heilt nat
úrliga inn á veður og ættir.
Nakað seinni helt ein
teirra, at hesin skáin átti at
nýtast til okkurt skilagott.
– Kom, latum okkum
strekkja búkvøddarnar eina
løtu. Hygg, dartið hongur á
vegginum!
Jú, tað vóru menn sinnaðir
til. Og soleiðis gekk spælið
eina løtu.
Aftur á sama stað
Tá liðið er væl út um midnátt
helt støðleiðarin fyri, at
menn kundu bara fara til
hús. Einki stórvegis var hent
higartil í tí nógva vindinum,
men menn skuldu bara vera
klárir við tilkalling.
Sum sagt so gjørt. Menn
fór til húsa um eitt-tíðina,
men vóru ikki komnir meiri
enn til húsa aftur, tá telefonin
ringdi.
– Eg hevði júst sett lykilin
í úthurðina, tá teir ringdu.
Her var bara eitt at gera:
Avstað á støðina!, sigur ein
teirra.
Boð vóru nevniliga komin
enn einaferð úr Norðdepli.
Fyrru ferðina var tað ein
neystatekja. Hesa ferð ein
presending á einum set
húsum frá seinasta stormi og
sum var farin at leka aftur.
Fýra mans fóru beinan
vegin avstað norður í Sund at
tryggja hesa tekjuna. Meðan
teir eru á tekjuni komu næstu
boðini: Klædningurin á ein
um sethúsum í Klaksvík var
um at loysna.
Neyðugt var at tryggja
pláturnar, so tær ikki skuldu
detta av og forvolda skaða
á onnur hús. Hesa løtuna
var ikki so nógvur vindur,
men hinvegin so oysti regnið
niður.
Enn einaferð eydnaðist tað
monnum at tryggja seg ímóti
at skaði kom á húsini.
”Lukket og slukket”
Klokkan er nú vorðin 02:45,
og menn eru afturkomnir á
støðina.
Fyri teimum á borðinum
stendur nú nýgjørt kaffi og
restirnar av flakadøgverð
anum fyrr um kvøldið. Hetta
kom sum vera man væl við
hjá monnum.
Prátið gongur um tað sum
teir hava arbeitt við í nátt.
Lagið var gott á monnum og
láturin rungaði í høll.
Tíbetur hendi ikki meiri
hetta kvøldið, og kl. 03:15
fóru menn til húsa. Seinasti
maður stongdi og sløkti á
støðini.
Ein ódnarnátt var farin
aftur um bak. Ein nátt, sum
tíbetur ikki forvoldi teir stóru
skaðarnar í Norðoyggjum.
Hann er í ferð við at tryggja sethúsini í Klaksvík. Eingin slingur
var í valsinum, og arbeiðið var væl úr hondum greitt
Finn Hansen, sløkkiliðsleiðari er við hesa náttina. Hetta var
samstundis hansara fyrsta stóra uppgáva, og hana greiddi hann
til fulnar
Náttarinnar verk er lokið og menn sita og hugna sær saman
– fremst v.m.: Dennis Hansen, Finn Hansen, Dánjal Poulsen og
Jákup Joensen. Innast hm.: Jógvan Samson, Dan Hjelm, Ernst
Vágsgarð og Ólavur Hansen