mikudagur 11. januar 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 8 - 11. januar 2006
Nýggi leiðarin hjá
sløkkiliðnum í
Klaksvík, Finn Hansen
stóð fyri síni fyrstu
stóru uppgávu í
nátt. Boðað varð frá
ógvusligum vindi úr
eini ætt, sum ikki er
so góð norðanfyri.
Nakað eftir kl. 01 var
sløkkilið aftur boðsent
Ódnarveður
Snorri Brend
snori@sosialurin
Myndir: Bárður Lydersen
Klaksvík: – Eg var júst lið
ugur við at skimma Norð
lýsið ígjøgnum, tá telefonin
ringdi.
– Her var bara eitt at gera:
Aftur á støðina!
Tá henda telefonin ringir
soleiðis í eini ódnarnátt,
er tað eitt greitt tekin um,
at nú er brúk fyri góðum
sløkkiliðskreftum til ein
hvørja neyðstøðu.
Lítla løtu seinni var hesin
maðurin og allir hinir í
sløkkiliðnum á støðini, og
kundu fara undir enn eina
uppgávu farnu nátt.
Boð vóru nevniliga komin
norðan úr Norðdepli. Ein
presending, sum varð løgd
á eini sethús fyrr í vikuni,
var við at fara. Varð ikki
borið skjótt at, kundi skaði
standast av hesum.
Hetta var aðru ferð at teir
vóru í Norðdepli í hesum
umfarinum. Men annars var
talan um eina róliga nátt hjá
sløkkiliðnum í Klaksvík.
Flak og ættir
Boðað varð frá nógvum
vindi, og tí hevði sløkkiliðið
fyrireikað seg upp á tað, sum
henda kundi.
Kl. 21 fingu teir fyrstu
boðini: Ein neystatekja í
Norðdepli stóð til at fara.
Neyðugt var at tryggja hana
av nýggjum.
Menn óttaðust fyri, at
tekjan skuldi ríva av hesum
neystinum. Mett varð, at hon
fór ikki at klára eina slíka
ódn aftrat.
Tað var nógvur vindur
hesa løtuna, og arbeiðið var
eitt sindur trupult í teimum
hvøssu hvirlunum. Men við
skilvísi og royndum gekk
hetta eisini eftir ætlan.
Menn savnaðust nú aftur
á støðini fyri at tosa um tað
sum var hent. Teir høvdu
ikki bíðað leingi, fyrrenn
ein hvítur flamingokassi var
borin inn á støðina.
Onkur merkti beinanvegin
angan av steiktum flaki. Rætt
var: Í kassanum lá steikt
toskaflak við eplum, og tað
var ikki frítt, at hetta kom
væl við hjá monnum.
Meðan teir soleiðis sita og
eta støkkur fólk inn á gólvið
fyri líkasum at fregnast um,
hvat teir hava tykist við fyrr
um kvøldið. Ein teirra er
Friðarlig nátt á brand
Teir arbeiða við eini húsatekju í Norðdepli, har lektirnar vóru loysnaðar. Hon fekk skaða í fyrra storminum, og var nú farin aftur at leka
Pláturnar eru loysnaðar, og menn kanna, hvussu
teir skulu bera seg at, so ikki størri skaði hendir
Teir eru klárir at fara til verka við sethúsini í Klaksvík. Løtu
seinni vóru húsini tryggjað
Teir fara at strekkja sær búkvøddarnar við einum dartspæli.
Løtu seinni vóru boð eftir teimum aftur. Ernst Vágsgarð kastar,
meðan havnafútin Jógvan Ziska Dahl fær sær ein bita