Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. januar 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 8 - 11. januar 2006 Fráfarni norski forsætisráðharrin Kjald Magne Bonde­ vik gjørdi ikki nógv um seg á heimavølli. Han var á odda fyri minnilutastjórn, ið var veik og eyðkend av innanhýsis ósemjum. Hinvegin kom Bondevik langt við sínum uttanríkispolitikki. Hann setti av álvara Noreg á politiska heimskortið. Undir leiðslu Bondeviks gjørdist Noreg eitt undangonguland á tí humanitera økinum eins væl og við sínum virkna friðarpolitikki. Noreg gjørdist ein vælumtókt og sera virkin semingstjóð í altjóða politikki. Eftir áheitan frá ST ella frá pørtunum sjálvum skipaði Noreg fyri friðartingingum víða hvar í heiminum, eitt í á Sri Lanka og í Sudan. Men eisini í Miðeystri hevur Noreg undir leiðslu av Bondevik havt ein týðandi friðarleik­lut – fyri ikki at tala um tann humanitera leiklutin. Onnur dømi kundu verði nevnd. Undir leiðslu Bondeviks vísti Noreg seg ofta sum eitt land, sum ikki uttan víðari fylgdi eftir USA í einum og øllum soleiðis, sum eitt nú Danmark ger undir leiðslu av Anders Fogh Rasmussen. Nú Bondevik er farin úr politikki med alla, er hann farin undir eitt nýtt og sera áhugavert tiltak. Hann hevur stovnað ein altjóða friðar- og semingsstovn við heimstaði í Oslo. Talan er um ein stovn, ið skal granska ósemjur kring heimin, og sum skal koma við ítøkiligum uppskotum til loysnir av slíkum ósemjum. Eisini skal stovnurin støðugt gera metingar av politisku støðuni í heiminum. Og síðst men ikki minst skal stovnurin virka sum semingsstovnur í altjóða ómsemjum. Talan er serstakliga um ósemjur, ið kunnu enda við hernaðarligum samanbrestum ella beinleiðis við kríggi. Hesin nýggi friðar- og semingsstovnurin skal samstarva við stovnar av sama slagi í Finlandi og í Svøríki. Tað hevur eydnast Bondevik at skapa breiða polit­ iska undirtøku fyri sínum nýggja tiltaki. For­mað­ ur í stýrinum fyri stovnin er fyrrverandi for­mað­ur Arbeiðarafloksins, Torbjørn Jagdland, stórtings­for­ maður. Aðrir kendir norðurlendskir politikkarar eru stýrislimir t.d. finski forsetin. Tiltak Bondeviks hevur fingið sera góða og jaliga móttøku í øllum Norðurlondum og víða um allan heim. Tað er væl skiljandi, tí stórur tørvur er á einum slíkum stovni og stigtakarin hevur stóra altjóða virðing. Heimurin gerst alt meira ófriðarligur og konfliktir eru alla tíðina. Hartil koma teir ovurstóru trupulleikarnir av tí støðugt vaksandi muninum millum rík og fátæk lond. Júst í hesum er mangan upprunin til yvirgang og stórar og vandamiklar ósemjur at finna. Tað hevur tí stóran týdning at tað eru stovnar, ið kunnu granska altjóða ósemjur, sum støðugt kunnu fylgja við gongdini, og sum kunnu bjóða seg fram við semingsloysnum. Tað er áhugavert, at nýggi stovnurin verður fíggjaður av norska vinnulívinum. Sjálvandi fær vinnulívið nakað burturúr, eitt nú góða og jaliga umrøðu. Lat tað so vera, tað er kortini áhugavert, at privatar og almennar vinnufyritøkur taka ábyrgd av altjóða friði og seming. DAGSINS MEINING Sosialurin Tiltak í tøkum tíma VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. – Hví er tað so um­ráð­ andi hjá tjóðveldisfólki at sannføra øll um, at vit við uttanríkislógini hava avreitt rættindini? At sjálvsavgerðarrætturin er niðurbundin, at vit eru dnskir húskallar og at vit eru »kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne?« Skilur tjóðveldið veruliga ikki, hvussu vandamikið hetta er fyri sjálvstýrissakina, spyr løgmaður Í eini røð av lesara­brøv­ um undirgrevur Tjóð­veld­ is­flokkurin egna sak við aftur og aftur at føra fram, at vit við uttanríkispolitisku lógini eru komin undir grund­lógina, og at tað nú nærum er ógjørligt at koma úr ríkisfelagsskapinum. Ring­asta avleiðingini er, at fólkið verður villleitt, og í seinasta enda kann hetta skaða sjálvstýrismálið meira enn nakað annað. Innleggið frá Heidi Petersen »Sveik løgmaður føroysku tjóðina« er fult av pástandum, sum eru ikki bert skeivir, teir eru ógvuliga villleiðani. Heidi Petersen førir fram, at »eftir at uttanríkislóginar vórðu samtyktar á Føroya Løgtingi í summar, skulu dan­ir nú eisini avgera fram­ tíð okkara, tí nú skulu tvey donsk fólkating og ein donsk atkvøða til fyri at lima okk­ um út úr “kongaríkinum Dan­mark”, og teirri donsku grund­lógini.« Veruleikin er, at donsku viðmerkingarnar siga, at skulu vit hava uppaftur víðari heimildir enn uttanríkislógin gevur okkum, uttan at vit fara úr danska ríkinum, so er neyðugt at broyta donsku grundlógina. Vit loysa frá Danmark eftir egn­ari av­ gerð nær vit vilja utt­an nakra grundlógar­broyt­ing yvir­­høvur! Uttanríkislógin broytir ikki eitt komma í ríkisrættarligu støðu okkara. Vit sleppa eins væl úr ríkisfelagsskapinum nú, sum áður. Heidi Petersen skrivar víð­ ari, at vit eru fullspottað, tí uttanríkislógin nú er frá­ boðað ST. Uttanríkislógin hevði onga meingin givið, varð hon ikki fráboðað ST, tí tað er við fráboðanini, at umheimurin fær boð um, at vit nú hava víðkaðar heimildir á uttan­ ríkispolitiska økinum! Síðani skrivar Heidi, at »allur heimurin verður gjørd­ ur kunnugur við, at Føroyar eru samrunnin partur av Dan­mark og er undirgivin donsku grundlógina.« Hvør skal siga, at henda seinasta fráboðanin frá dønum broytir nakað heilt grundleggjandi. Men sum eg fleiri ferðir havi ført fram, so hava dan­ ir sent fráboðanir til ST mang­­ar ferðir síðani 1948, m. a. í 1998, har skrivað verð­­ur »According to this Act the Faroe Islands are a self-governing community within the Danish Realm«. Sum merkir: »Sambært hesi lóg (Heimastýrislógin) eru Føroyar eitt sjálvstýrandi “fólka­­samfund” í danska rík­i­­num.« Heidi Petersen veit fullvæl, at tað var Høgni Hoydal, vara­­løg­maður, sum umsat sjálv­­stýr­is­mál, tá ið henda frá­boðanin varð send ST. Síðani vísir Heidi Peter­sen á brotið »... det vil der­­for for­ udsætte en grund­lovs­­ænd­ ring, hvis Færøerne stats­ret­ ligt skulle have ad­gang til på egne vegne at handle i mell­ emfolkelige anligg­ender«. Hvørki Føroy­ar ella Grøn­ land hava í dag rættin at føra seg fram sum sjálvstøðug ríki, tí vit eru ikki sjálvstøðug ríki. Heldur ikki her broytir uttanríkispolitiska lógin nak­ að. Fara vit úr ríkinum, er henda regla sjálvandi ikki galdandi longur, tí tá er ikki talan um at geva einum parti av ríkinum sjálvstøðugar heim­­ildir. Hinvegin gevur Uttan­ ríkis­­politiska lógin okkum rætt­indi til at gera avtalur – uttan at biðja um heimildir í Danmark – á økjum vit sjálvi ráða yvir. Tí hava vit nýliga skrivað undir sátt­ mála við ES, Norra, Sveits og Ísland í sambandi við kummuleringsskipanina. All­ir hesir sáttmálar eru undirskrivaðir av Føroyum, og uttan danska luttøku yvir­ høvur. Hetta ber til einans tí at uttanríkispolitiska lógin kom í gildi á Ólavsøku. Hví er tað so umráðandi hjá Heidi Petersen og Tjóð­ veldisflokkinum at sannføra føroyingar og umheimin um, at vit við uttanríkislógini hava avreitt rættindini? Við hugtøkum sum: »sjálvsavgerðarrættur okkara liggur niðurbundin í danskari lóggávu« »danskir húskallar heldur enn frælst fólk« At vit nú bert eru »konge­ riget Danmark for så vidt angår Færøerne?« Skilur tjóðveldið veruliga ikki, hvussu vandamikið hetta er fyri sjálvstýrissakina? »Eingin er fullspottaður, fyrr enn hann spottar seg sjálv­an...« skrivar Heidi Peter­sen!! jei@tinganes.fo Svíkur Tjóðveldisflokkurin føroysku tjóðina? Løgmaður Jóannes Eidesgaard – Bert einaferð í lívinum havi eg kent meg hongdan alment tí eg var »øðrvísi«. Tað var av Annitu á Fríðriksmørk, tá hon østi seg inn á Bill Justinussen, tí hann hevði valt meg og onnur í vísindasiðsemisnevndina, skrivar Dánial á Dul Jacobsen Eftir kjakið í SvF týskvøldið rann mær í huga, tá eg sum 5-6 ára gamal, ørkymlaður kom heim og spurdi mammu mína: »Mamma, hvat er tað at vera pappitist?« »Hví spyrt tú um tað góði?« »Maria bleiv ill og sig­ur, at eg sleppi ikki at spæla saman við henni og hin­um børnnum, tí eg er pappi­ tist«. Mamma fortaldi mær so um munin millum tey, sum gingu í Ebenezer og á teimum, sum gingu í kirkju. Seinni fortaldi hon mær eisini um langommu, Agnas hjá Jógvan á Dul, sum varð koyrd frá sum lærari, tí hon var blivin pappitist og doypt umaftur. Upp í gjøgnum barna- og skúlaárini bleivst tú av og á mintur á, at tú vart øðrvísi enn onnur. Tó, ikki nakar stórvegis trupulleiki og um nakað, so menti hetta meg. Lærdi tíðliga at verja mínar egnu meiningar og ikki vera fullkomiliga bundin at meiningunum hjá øðrum. Bert einaferð í lívinum havi eg kent meg hongdan alment út vegna »munin«, og tað var av Annitu á Fríð­ riksmørk. Hetta var tá hon, saman við øðrum, østi seg inn á Bill Justinussen, tí hann hevði valt meg og onnur í vísindasiðsemisnevndina. Hetta hóvaði, vegna henda sama mun, ikki henni. Í viðmerkingunum til »Upp­skot til ríkis­lógar­til­ mæli um broyting í revsi­ lógini...« varð sagt at: »Uppskotsstillararnir eru fult greiðir yvir, at ein hvørki kann lóggeva ella revsa mannamun og happing úr føroyska samfelagnum.« Hetta haldi eg, at Annita sjálv er besta dømi um. danjac@post.olivant.fo Fyristøðumaður Dánial á Dul Jacobsen Mamma, hvat er tað at vera pappitist?