Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. januar 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 8 - 11. januar 2006 11 – Tá alt virksemi løg­mans er leyst av skip­að­um manna­gongdum, hevur um­sitingin í Tinganesi úr at gera við at fram­ leiða løgfrøðiligar grund­ gevingar fyri mistøkum hansara, heldur Hergeir Nielsen, løgtingsmaður Í tí seinasta notatinum frá 9. jan. 2006 verður leit­að eftir øllum hugsandi grund­ gevingum fyri, hví altjóða samfelagið við vold og makt skuldi kunnast um neyð­tøkuna av føroyska sam­felagnum, samstundis sum hetta skuldi dyljast løg­ ting­inum. Upplagt var jú, at løg­ ting­ið varð kunnað um hesa fráboðan, tá løgliga grundarlagið var fingið til vega undir sjálvari máls­ viðgerðini í vár, men so var ikki. At lata løgtinginum hesa fráboðan undir viðgerðini, hevði sjálvandi elvt til óneyð­ ugan iva og ørkymlan, og tí var frægast at tiga, meðan bundið varð niður á rættini. Vit hoyrdu lóggevaran Kallsberg siga, at tað hevði nú verið best, um tær før­ oysku viðmerkingarnar vóru sendar við til ST. Fær man ikki tað man elskar, ja so elskar man tað man fær, var so radikala íkast hansara í tjóðskaparstríðnum hesuferð. Í farnu viku hoyrdu vit løgmann siga, at landsstýrið í oktober 2005 fekk at vita, at Danmark fór at senda frá­ boðanina til ST. Í gjár segði sami mað­ur útvarpinum, at uttan­lands­ nevndin fekk hesi tíðindi longu 25. februar 2004. Hetta er ósatt, og talan er beinleiðis um villleiðandi tíðindi fyri føroyska fólki­ num, sum formaðurin í uttan­ landsnevndini ikki eigur at hava sitandi á sær. Nær og hvar landsstýrið fær síni tíðindi vita vit ikki, men uttanlandsnevndin fekk onga fráboðan 25. februar 2004, sum annars var annar dagurin eftir, at formaðurin í uttanlandsnevndini varð varpaður úr landsstýrinum. Vit eru á einum vegamóti í tjóðaskaparstríðnum. Heima­ stýrisflokkarnir eru vorðnir fleiri, størri og sterkari, og tað eiga vit at fyrihalda okk­ um til. Tað verður lumpað og lirk­að sum ongantíð fyrr, og sjálvandi var fráboð­an­ in til ST av stórum uttan­ landspolitiskum týdningi, og tí eitt stýrisksipanarligt krav til løgmann, sama hvat frøðingarnir í Nesinum verða trýstir til at siga. Í eini tjaksending í farnu viku segði løgmaður seg ikki hava góðtikið fráboðanina, hava mótmælt henni, og ikki hava tikið støðu til hana. Kortini vartaði hann upp við og fegnaðist um hesa somu fráboðan um nýggj­ árs­leitið. Tað hendir seg ferð eftir ferð, at løgmaður rót­ar stjórn­ ar­skipanarligu viður­skifti okk­ara upp í ein ellibita. Lógirnar um altjóða­rætt­ arligar sáttmálar og yvir­ tøkulógirnar vóru skrumbl­ aðar ígjøgnum løgtingið á náttartíð, og skilið er har­ eftir. Sáttmálin um vørufrælsi við Ísland varð als ikki lagdur fyri uttanlandsnevndina, og upp á fyrispurning hava vit fingið at vita, at løgmaður onga skrivliga tilráðing fekk til hetta brotið á stýris­skip­ anarlógina. Hoyvíkssáttmálin er propp­ fyltur av álvarsligum mis­ tøkum, og sleppur ikki snikkaleysur úr uttan­lands­ nevndini, og soleiðis kundu vit hildið áfram. Sami løgmaður, sum vass­ ar í mistøkum fýrdi ikki fyri at taka løgtingsins for­ mansskap av ræði, tá hann undan jólum fyriskipaði ein­um misáliti á sjálvan for­ mansskapin, og sostatt eisini á løgtingið sjálvt. Lúsingarnir til formannin í uttanlandsnevndini taka ongan enda, og nú er tað so løgtingsformaðurin, sum er farin at leggja rygg til. Hví sambandsflokkurin letur allan hendan ágangin og alla hesa eyðmýkingina móti sær lynda, er ilt at skilja. Hvussu leingi samgongu­ menn finna seg í hesum hurli­ vasanum, vita vit sjálvandi ikki. Hóast bæði leikur og lærd­ ur mótmælir, so kollrennir løgmaður polit­isku skipanina ferð eftir ferð við sínum óbúgvnu niðurstøðum. Tann føroyska tjóðin sakn­ar meira enn nakrantíð stundisligt umhugsni úr erva. Tað stendur fast, at tað ikki varð kunnað nakrastaðni undir málsviðgerðini, at danska lógin skuldi kunnast ST. Tvørturímóti, so varð upp­lýst, at danska lógin og donsku viðmerkingarnar ongan týdning høvdu fyri føroysk viðurskifti. Heimastýrisflokkarnir løgdu dent á, at man var samdur um at verða ósamdur, og at føroyingar skuldu stýra eftir nýggju føroysku heimastýrislógini - meðan alheimurin hevur fingið eitt annað kort at stýra eftir. »Góðan morgum, øksa­ skaft,« plaga danir at siga um tílíkan velling. hergeir@logting.fo – Hvat hjálpir tað at kunna yvirtaka, at kunna gera uttan­ ríkispolitiskar sátt­málar, og at vit hava rættin til sjálvi at avgera okk­ara stjórnaligu viðurskifti, um vit ikki gera nakað við tað, spyr Jógvan Sundstein, sum heldur, at tað nú ræður um at nýta tey amboð, sum vit hava, til praktiskan politikk Á hugavert hevur verið at fylgt við í orðaskiftinum um føroyskan sjálvs­av­ gerð­arrætt og donsku frá­ boðanina til ST um uttan­ ríkispolitisku lógina og setn­ingin um, at hetta er sam­bært sjálvsavgerðarrætt føroyinga. Summi fólk eru dog­mat­ isk, onnur eru pragmatisk. Tá ið eg sá orðaskifti í sjón­­varpinum millum Høgna Hoydal og Jóannes Eidesgaard kom týðuliga fram, hvør var dogmatikarin og hvør var pragmatikarin. Vit kunnu eisini rópa tað teoretikarin og praktikarin, sjálvt um fyribrigdini ikki samsvara heilt. Men her sóu vit Høgna royna at gera alt ómøguligt út frá teoret­iskum, dogmatiskum, juridiskum sjónarmiðum, meðan Jóannes royndi at vera tann, sum orðnaði alt á ein pragmatiskan praktiskan hátt. Eg skal viðganga, at tað seinra fellur mær betri, men kortini skal tað vera ein haldbarur rættarligur grundvøllur undir. Sjálvandi er tað nakað juks, at uttanríkispolitiska lógin og yvirtøkulógin eru samtyktar í Føroyum og Dan­mark við ymiskum við­merkingum, men tað er nú eina ferð gjørt. Eisini er danska fráboðanin send ST. Um møguleikin fyri eini supp­lerandi fráboðan frá før­ oyskari síðu er til staðar má so vísa seg. Tað hevði helst veri rætt at avgreitt tað. Tað, sum nú ræður um, er, at nýta tey amboð, sum ein hevur, til praktiskan politikk og arbeiða út frá tí. Amboðini eru: Ein yvirtøkulóg, sum gev­ur fríar ræsir (betur enn heimastýrislógin) til yvir­ tøku av øllum málum »líka til loysingina«. Ein lóg um uttanríkismál, sum gevur ávísar uttan­ríkis­ politiskar heimildir. Lógin er ikki fullkomin, men brúki­lig. Føroya fólk hevur sjálv­ savgerðarrætt. Føroyingar lúka allar treytir fyri at vera ein tjóð bæði geo­ graf­iskt, søguligt og etn­ iskt. Føroyingar hava ong­an­tíð limað seg inn í Dan­mark ella givið seg und­ir donsku grundlógina konstitutionelt. Heldur ikki við samtyktini av teimum báðum frammanfyri nevndu lógunum. S jálvsavgerðarættur før­ oy­ingar er staðfestur á hend­an hátt: Føroyingar eru sjálvir samdir í, at vit hava hendan rætt. Danir, sum vit eru saman við undir sama kongi, hava staðfest og fráboðað, at vit hava hendan rættin. Hetta er gjørt í nevndu fráboðan til ST, men minst líka stór­ an týdning hevur tað, at allir danskir flokkar hava týðuliga og klárt sagt frá undir viðgerðum í danska lóggevandi tinginum, (sein­ ast undir viðgerðini av nevndu tveimum lógum), at føroyingar hava hendan rætt, og at tað vil verða respekterað um, og tá, før­ oy­ingar taka avgerðina um at stovna egið ríki. Rætturin er fráboðaður alheimsfelagskapum. M en hvat nyttar tað, at vit hava øll hesi rættindi, um vit ikki nýta tey. Hvat hjálpir tað at kunna yvirtaka, at kunna gera uttanríkispolitisk­ar sátt­ mál­ar, og at vit hava rætt­in til sjálvi at av­gera okk­ara stjórna­ligu viður­skifti, um vit ikki gera nakað við tað. Politiskt hava menn sett sær fyri at gera Føroyar til besta land at liva í. Tó ikki fyrrenn í 2015, men tað er hóast alt ikki meira enn 9- 10 ár. Men fyrsta fyritreytin fyri, at landið skal vera gott at búgva í, fyri ikki at tala um besta land, er, at landið og fólkið klárar seg sjálvt uttan varandi hjálp frá øðrum og er politiskt sjálv­ støð­ugt. Tað er tí avgerandi neyð­ ugt at politiskar atgerðir verða framdar, sum skunda undir føroyskt fullveldi. Við frammanfyri nevndu amboðum ræður um skjótast gjørligt: At niðurskriva blokk­stuð­ ulin yvir eitt stytri áramál At fremja allar yvirtøkur eisini yvir eitt stytri ára­ mál Síðani at fremja suve­ reni­tets­yvirtøkuna nakað áðrenn 2015. U m tað skal ganga við somu ferð sum higartil, so verður 2015 ikki nakað søguligt minnisvert ár. sundstein@mail.dk VIÐMERKINGAR Tinganes í coma Sjónarmið: Sjálvsavgerðarrættur – táta ella veruleiki Løgtingsmaður Hergeir nielsen Fyrrverandi løgmaður JÓGVaN SUNdsTEIN Viva La Republica er prentað á vinyl og kemur í ávísar fløguhandlar í næstu viku, men longu leygarkvøldið ber til at ogna sær hana, tá 200 spælir útgávukonsert í Kagganum, við sær hava teir Marius Tónleikaútgáva Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Fyrsta nýprentaða føroyska LP plátan í 15 ár kemur í teir betru fløguhandlarnar mánadagin, tað er útgávan Viva la Republica hjá 200, ið nú verður givin út í betri ljóðgóðsku enn nakrantíð áður, og sambært einum ljóð­kønum, ið hevur lurtað eftir LP’ini, ljóðar hon fan­ tastiska væl. LP’in er framleidd í Týsk­landi og er nú komin til Føroyar. Leygarkvøldið verður útgávukonsert í Kagganum. Har fer umframt 200, GBOB vinnarin Marius at spæla. Hetta eru tveir bólkar, ið eru í uppskoti til Planetina fyri besta bólk, um­framt at Marius er í upp­ skoti til Planetina fyri besta nýggja bólk og Viva La Republica fyri bestu fløgu. Hetta skuldi sostatt verið ein konsert við føroyska rokk kreminum. Konsertin verður leygar­ kvøldið eftir miðnátt. Á kon­sertini verður møguligt at keypa LP’ina, tveir dag­ar áðrenn hon kemur í handl­ arnar. Viva La Republica fekk AME virðislønina fyri besta fløguhúsa, men tað er ikki bara ein endurgerð av hesum húsanum, ið prýðir LP’ina. Ístaðin hava Niels Arge Galán og Uni Árting gjørt ein heilt nýggjan húsa, ið eisini sæðst á myndini. Rættiliga fitt av fólki hevur longu skrivað seg upp til LP’ina á heimasíðuni hjá 200, og tey hava fingið boð um hvussu tey fáa LP’ina longu í dag, um tey ynskja hetta. Nú kemur Vinyl La Republica Nýggja Viva La Republica LP’in hjá 200 verður at fáa mánadagin