Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. januar 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 8 - 11. januar 2006 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Kistan við Karl E. Andreassen, vanliga nevndur Karl hjá Hildu, fer úr kapellinum á Klaks­víkar Sjúkrahúsi heim í Kristianskirkjuni mikudagin 11. januar klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Kristianskirkjuni hós­ dagin 12. januar klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Karl, kunu lata KFUM og K eina peningagávu. Konta í Norðoya Spari­ kassa. Kistan við Rigmor Rættá, vanliga nevnd Rigmor hjá Guttanum, fer úr Lands­sjúkra­hús­ kapellinum mikudagin 11. januar klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni hósdagin 12. janaur klokkan 13. Kistan við Mariu á Lakj­uni, Fuglafirði, fer úr kapellinum í dag klokkan 16:00. Jarðarferðin verður úr Siloa hósdagin 12. januar klokkan 13:00. Tey, sum vilja minn­ ast Mariu, kunnu lata eina gávu til trúboðar­ virksemi, konto í Føroya Banka. Martin Christiansen, ættaður úr Fuglafirði bú­­ sit­andi á Frede­riksberg, andaðist mánadagin 9. januar, 74 ára gamal. Jarð­arferðin verður leyg­ardagin 14.januar kl. 12:30, úr Bavenehøj kirke. Kistan við Marjettu Heine­sen, Klaksvík, fer úr kapellinum hósdagin 12. januar klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Kristians­kirkjuni fríggja­ dagin 13. januar klokkan 13. Tey, sum vilja minnast Marjettu, kunnu lata eina gávu til Sjómans­kvinnu­ ringin; konto í Norðoyar Sparikassa. Svenning Danielsen, Kaldbak, andaðist 7. januar, á Lágargarði, 87 ára gamal. Farið verður av Lágar­ garði týsdagin 10. januar, klokkan 14:00 Jarðarferðin verður úr Kaldbaks kirkju, miku­ dagin 11. januar klokkan 13:00. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, sum vilja minnast Svenning, kunnu lata eina peningagávu til Kald­baks kirkju. Konto í Føroya Sparikassa: 9181- 4951923. Andlát og jarðarferðir Tøkk Hjartaliga takka vit øllum sum á ymsan hátt hjálptu til og vístu samkenslu, tá kæra mamma, vermamma, omma, langomma og olduromma okkara Saloma Frederiksen Múla andaðist og varð jarðað. Tøkk til tykkum á Norðoyar Røktarheimið fyri tykkara umsorgan fyri henni, tey seinastu mongu árini hon var har. Tøkk til prestarnar Elsu Funding og Niels Paula Danielsen Tøkk fyri orgulspæl í kapellinum. Tøkk til degn, klokkara og organist í kirkjuni. Tøkk til førara av líkbili og gravara. Tøkk til sangarnar úti við grøvuna. Tøkk til tykkum øll, sum bakaðu og hjálptu til við ervinum. Tøkk fyri blómur, kransar og gávur. Tøkk øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Hjartaliga takk øll somul. Døturnar Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, ið var veitt okkum, tá ið góða mamma okkara Sofía Weihe og beiggi okkara Hermod Weihe Sørvágur andaðust og vóru jarðað. Gud vælsigni tykkum øll. Heilsan við sálma 121. Familjunnar vegna Børn og systkin Starvsvenjing Rani Nolsøe Johannessen Sum fleiri av næmingunum í Vágs Skúla, valdi Martin Tausen í Hovi at fara í starvs­ venjing í Havn. Vit fóru ein túr framið á Tórshavnar Skipasmiðju har Martin er í starvsvenjing og spurdu hann nakrar spuningar. Hví valdi tú just hetta ar­beiðis­plássið? Eg vildi royna okkurt, sum hevur eitt sindur av mínum áhuga, og valdi so skipasmiðjuna. Hvat dámar tær at verða her? Tað er fínasta slag. Hvat hevur tú gjørt higar­ til? Arbeitt við rørum umborð á Krúnborg, sveisað, slípað og tílíkt. Hvat gert tú beint nú? Bíði til hinir eru lidnir við tað teir gera, og skulu so gera okkurt annað. Kundi tú hugsað tær at ar­beitt við hesum í fram­ tíðini? Tað veit eg ikki, tað kundi altíð hent. Gleðir tú teg at sleppa í skúla aftur? Ja, eitt sindur. Til endans spurdu vit Martin hvussu tað er at verða í Havn. Við einum smíli segði hann at hann, helt tað verða hampuligt, men helt seg vera meira til bygdarlívið. Martin gongur 9.b í Vágs skúla. – Gott at vera á Skipasmiðjuni Dagurin í morgin 12. januar. Reinaldur. Týskur riddari, sum gjørdist munkur í Köln, men varð myrdur sv steinhøggarunum umleið ár 1200, tá ið hann koyrdi undir teir í arbeiðinum at byggja eina kirkju. Týskt navn, sum merkir tann, sum hevur vald á Gudum. Martin Tausen í Hovi, sum gongur í 9. b í Vágs skúla, er í starvsvenjing á Tórshavnar Skipasmiðju