mikudagur 11. januar 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 8 - 11. januar 2006
Prestar hava sama
rætt at siga sína
meining sum onnur.
Hetta staðfestir Hans
Jacob Joensen, bispur,
sum ikki hevur
nakra viðmerking
til orðini hjá Ólavi
Rasmussen um, at ein
uppgerð er neyðug í
Fólkakirkjuni
FÓLKAKIRKJAN
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Í blaðnum í gjár var drúgv
samrøða við Ólav Ras
mussen, hvalbiarprest, har
hann í rættiliga bersøgnum
orðingum segði sína meining
um ymisk viðurskifti í før
oyska samfelagnum. M.a
segði hann hetta um Fólka
kirkjuna:
“-Tað var O.K. Olofson,
sum byrjaði hetta nýreligi
øsa rákið í Fólkakirkjuni. Tú
sært serliga hetta rák rundan
um Miðflokkin og nýggju
prestarnar í dag. Hetta rák er
við at drena næstrakærleikan
úr kristindóminum. Eg eri
bangin fyri, at teir sokallaðu
modernaðu prestarnir við
sínum miðaldarsjónarmiðum
fara at oyðileggja og knúsa
Fólkakirkjuna og kristin
dómin. Fólkakirkjan má
taka uppgerðina við hesi
trongdskygdu sjónarmið, tí
tað kann føra til ørskap um
vit skulu fortelja hvørjum
øðrum, hvør er verdur til at
kalla seg kristnan”.
Greinin er eftir øllum at
døma nógv lisin, tí í morgun
lá hon ovast á listanum yvir
mest lisnar greinir á Internet-
sosialinum, og onkur áheitan
er komin til redaktiónina,
har spurt verður um, hvørja
støðu Hans Jacob Joensen,
bispur, hevur til orðini hjá
Ólavi Rasmussen.
Rúmlig kirkja
Bispur hevur tó onga við
merkingar til samrøðuna
við hvalbiarprest, tí sum
hann sigur, so hava prestar
eins og øll onnur talu- og
skrivifrælsi við ábyrgd.
Bispur sigur, at hann
er eftirlitismyndugleiki í
Fólkakirkjuni í Føroyum.
Hetta inniber, at hann skal
hava eftirlit við, at prestarnir
røkja sítt embæti væl, og teir
boða tann kristna boðskapin
soleiðis, at hann er í samsvari
við ta luthersku læruna og
trúarjáttan Fólkakirkjunnar.
Hvat teir annars gera í pri
vatum ella politiskum virk
semi, kann bispur illa hava
eftirlit, sigur Hans Jacob
Joensen.
Til samanberingar kann
nevnast, at stutt fyri jól præ
dikaðu 200 prestar í donsku
fólkakirkjuni – sum tann
føroyska kirkjan er part
ur av – ímóti flóttafólka
politikkinum hjá donsku
stjórnini. Hetta valdu teir
10 bisparnir í Danmark at
lata fara aftur við borðinum.
Hinvegin valdi politiski
framsøgumaðurin
hjá
stjórnarflokkinum Vinstra,
Jens Rohde, at siga sín lima
skap í kirkjuni upp, men
hetta varð ikki væl fagnað
á Kristiansborg. M.a. helt
kirkjumálaráðharrin, Bertel
Haarder, sum eisini er limur
í Vinstra og ósamdur við
teimum 200 prestunum, at
prestar skulu hava loyvi til at
siga sína meining, og tí skulu
teir ikki fáa munnkurv.
Hvalvíkarprestur
er rættiliga varin í
sínum útsøgnum í
Ekstra Bladet, sum
hevur tosað við
hann í sambandi við
lesarabrævið, hann
hevði í bløðunum fyri
jól
SAMKYND
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Undir yvirskriftini »BØSSE
BALLADE – HOMOFILE
VEDERSTYGGELIGE:
Dansk præst på Færøerne
meldt til politiet for hetz«
hevur danska Ekstra Bladet
eina samrøðu við Mogens
Tilsted Christensen í mána
dagsútgávuni.
Eg eri ikki so
forferdiligur
Í samrøðuni við Ekstra
Bladet sigur Mogens Tilsted
Christensen, at hann ikki er
so forferdiligur, sum onkur
heldur, men kennir seg
misskiltan av teimum, ið
meldaðu hann. Men prestur
er varin í sínum útsøgnum
– kanska tí at revsilógin í
Danmark er øðrvísi.
Í andsøgn við
lesarabrævið
Í samrøðu við danska blaðið
sigur prestur, at hann heldur,
at samkynd í veruleikanum
kunnu vera lærarar, men at
onkur bara hevur misskilt
lesarabrævið. Men so lætt
sleppur hann ikki, tá blað
maðurin vísir á, at prestur
skrivar, at tað er »en naturlig
diskvalifisering« fyri ein lær
ara at vera samkyndur, og
blaðmaðurin spyr, um tað
kann skiljast á annan hátt?
Til hetta sigur
hvalvíkarprestur:
»...Altså hvis en ansøger til
en stilling som pædagog,
lærer eller præst enten er
homofil eller pædofil eller
har sådan nogle ting, og der
er andre ansøgere, så mener
jeg, at vedkommende skal
fravælges. Det handler om
andre folks børn, og Biblen
fortæller at homoseksualitet
er en synd.«
Prestar og pyromanar
Prestur vil vera við, eins
og hann hevur ført fram í
føroyskum miðlum, at hann
ikki hevur samanborið
samkynd við pedofil. Men
verður spurdur av tíðinda
manninum um, hvussu
hann hevði uppfatað tað, um
tíðindamaðurin skrivaði, at
tú ikki eigur at lata prestar
og pyromanar sleppa inn í
hoyggjhús.
Hesum svarar Tilsted
Christensen, at hann hevði
ynskt, at tíðindamaðurin lat
vera við at siga tað. Men
at hann ikki hevði ætlað at
samanborið samkynd við
pedofil. Prestur vísir á, at
hann ikki hevur gjørt mis
mum á nøkrum, men einans
hevur sagt síni sjónarmið um
hetta mál.
Prestar hava eisini
talufrælsi
Mogens Tilsted Christensen:
Eg havi ikki gjørt mismun
Listamaðurin Ole
Wich hevur rættiliga
sett dagsskránna
hesa vikuna við
sínum homoFObia-
myndum. Hann hevur
verið avmyndaður á
tvinnum forsíðum
og luttikið í einum
sjónvarpskjaki. Bill
Justinussen heldur
tó ikki, at myndirnar
hjá Ole Wich kunnu
kallast list
Listakjak
Theodor E. D. Olsen
Kjakið um myndirnar
hjá Ole Wich er rættiliga
kyknað hesa vikuna, og
ikki kann sigast annað enn,
at myndirnar honum við
Merkinum við undirheitinum
“homoFObia” hava givið
afturljóð. Mánakvøldið
høvdu bæði Dimmalætting
og Sosialurin gjørt av at
seta myndir av Ole Wich
og hansara verkum á for
síðuna, og eisini eru aftur
svar komin úr tí politska
umhvørvinum.
Bill Justinussen, løgtings
maður fyri Miðflokkin,
hevur bæði í lesarabrævi
og práti við Sosialin funnist
at verkunum hjá Ole Wich,
og hann hevur eisini sagt,
at sjálvur metir hann ikki,
at homoFObia-átakið kann
kallast list. Í kjakinum í
SvF týskvøldið helt Bill
Justinussen fram við at
útgreina hesi sjónarmið
við m.a. at siga, at sambært
honum kundu t.d. málningar
hjá Ingálvi av Reyni kallast
list, meðan myndirnar Ole
Wich ikki kundu kallast list,
tí so kundi ein og hvør kalla
seg listafólk.
Hvør avger,
hvat er list?
Sosialurin royndi fyrrapartin
at fáa eina viðmerking úr tí
føroyska listaumhvørvinum
til útsagnirnar hjá Bill
Justinussen, og hvørjar
avleiðingar tað kann fáa
fyri eitt fólkaræði, um
politikarar skulu allýsa,
hvat list er, men hetta eydn
aðist ikki. Forkvinnan í
Listafólkasambandi Før
oya, LISA, var ikki at hitta,
og aðrir limir í nevndini
í LISA vildu ikki gera
viðmerkingar. Heldur ikki
formaðurin í felagnum
Føroysk Myndlistafólk var
at hitta, og tað vóru ymiskir
listaummælarar
heldur
ikki.
Sosialurin skilir tó, at
útsagnirnar hjá løgtings
manninum úr Miðflokkinum
hava vakt ans millum føroysk
listafólk, og at spurningurin
um at politikarar úttala seg
um, hvat er list og ikki,
verður viðgjørdur í løtuni.
Bill staðfesti, hvat er list – og ikki