mikudagur 11. januar 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
1. Steven
Gerrard
LiveRpool
Miðvallarin og liðskiparin
hjá Liverpool Steven Gerr
ard er ein øgilig maskina,
sum allatíðina arbeiðir.
Hann rennir nógv og er
øgiliga skjótur frameftir.
Hann ger nógvar kjansir,
og so skorar hann eisini.
Harafturat dugir hann væl
defensivt. Hann er ein
sovorðin leikari, sum er
ordiliga strævin at spæla
ímóti. Hann hevur eisini
hesar longu diagonalu
avleveringar. Hann er stutt
sagt, klassi!
2. Wayne
Rooney,
Manchester
United
Manchester United fram
herjin Wayne Rooney er
eisini heilt fantastiskur.
Hann hevur eina øgiliga
styrki. Hann hevur ræðuliga
góða balansu Hann hevur
eitt øgiliga lágt balansu
punkt, sum ger, at hann er
so øgiliga mobilur. Hann
flytur seg skjótari enn allir
hinir, og hetta skapar rúm
soleiðis, at hann sleppur
framvið.
Hansara fyrsta berøring
er eisini fantastisk. Tá hann
fær bóltin setur hann altíð
upp til skot. Harafturat
hevur hann eitt gott skot,
og hetta gevur mál.
3. Frank
Lampard,
Chelsea
Frank Lampard varð valdur
næst besti leikari í heimi
num. Eg sá hann fyrstu ferð
í 2001, tá var hann longu
ein góður leikari. Men
hann er mentur ótrúliga
nógv. Hann er tað slagið av
leikara, sum man einki fær
frá. Hann er ótrúliga sterkur
og missur ikki bóltin. Hann
er øgiliga sverur at koma
farmvið. Orsøkin til, at eg
haldi Gerrard vera betur er,
at Gerrard er skjótari fra
meftir. Hann sleppur oftari
framvið leikarum. Men
akkurát sum Gerrard og
Rooney, so hevur Lampard
eitt øgiliga gott skot.
4. Thierry
Henry,
Arsenal
Arsenal framherjin og
liðskiparin Thierry Henry
er eisini klassi. Hann hevur
ikki havt eitt so gott ár í
ár. Harafturat er hann ikki
tað slagið av spælara,
sum mær dámar. Hann er
nokkso arrogantur og tímir
ikki so væl at arbeiða fyri tí.
Hann skeldar viðspælarar,
tá tað ikki gongur væl
og hongur eitt sindur við
høvdinum. Men hóast
alt hetta, so slepst ikki
undan honum. Hann er so
ekstremt skjótur og er tí ein
spælari, sum eg ikki hevði
vilja spælt ímóti. Hann
hevur eisini eitt ótrúliga
gott skot, so hann er altíð
farligur. Men hann hevur
onkrar manglar, t.d. dugir
hann ikki at skalla.
5. John Terry,
Chelsea
Chelsea verjuleikarin og lið
skiparin John Terry er eisini
ein klassaspælari. Hann er
einasti fasti maður í ensku
miðverjuni. Tað sigur ikki
so lítið, at Sol Campbell
og Rio Ferdinand noyðast
at kappast um hitt plássið
í miðverjuni. Terry er ein
klókur spælari og stendur
altíð rætt og flytur seg
rætt. Hann er ikki so øgiliga
skjótur, er eitt sindur seinur
at venda, men tí, at hann
stendur rætt, er tað næstan
eingin sum sleppur framvið
honum, tí honum tørvar
ikki at venda.
Hann er ræðuliga sterkur,
og øgiliga ringur at spæla
ímóti. Hann er eisini øgiliga
ofta frammi, skallar væl og
skorar mál.
Bestu leikararnir
í Premier League
Premier League
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Fyrrverandi B-36’arin
og Arsenal leikarin Ingi
Højsted fór í vetur til enska
Premier League felagið.
Men av tí at enski trans
fermarknaðurin ikki lat
upp fyrr enn 1. januar og
orsakað av onkrum papírs
trupulleikum, hevur 19 ára
gamli føroyski leikarin enn
ikki spælt nakran dyst fyri
Birmingham City, hvørki
á eykaliðnum ella nakra
aðrastaðni.
Hann hevur fyribils sátt
mála við Birmingham City
til í summar, men vónar,
áðrenn kappingarárið er av
at hava sannført venjaran
Steve Bruce um, at hann
er ein leikari við framtíð í
felagnum. Í løtuni liggur
Birmingham City næst
niðast í bestu ensku fót
bóltsdeildini. Hetta hóast
liðið hevur nógvar navn
framar leikarar og hevur
brúkt nógvan pening til at
styrkja sær liðið seinastu
tvey kappingarárini.
Fimm teir bestu
Sum einasta føroying í
Premier League hava vit
spurt Inga um hvørjar
fimm leikarar hann metur
vera teir bestu í Premier
League.
Ingi er kendur fyri at vera
ein sera arbeiðssamur
leikari, ið alla tíðina rennur
og gevur alt. Hetta eru
eisini eginleikar, ið hann
metur høgt hjá leikarum.
Hann sigur: “Mær dámar
væl leikarar, sum arbeiða
hart og stríðast allan
dystin og geva alt”,
hetta sæðst eisini aftur
á teimum leikarunum, ið
hann hevur valt.
“Mær dámar væl leikarar, sum arbeiða hart og stríðast
allan dystin og geva alt”, sigur einasti føroyski leikarin við
fulltíðar yrkissáttmála í einum Premier League felagi, Ingi
Højsted í Birmingham City.