mikudagur 11. januar 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
BRANDUR KARLSON
JACOBSEN
Í nógv ár hoyrdist lítið til tónleikaran Brand Karlson Jacobsen. Men
hann kom afturíaftur í singer/songwriter kappingini á Hafnia Lounge í
fjør og vann hesa kapping. Nú er hann tilnevndur sum besti sangari til
Planet-heiðurslønirnar
30 ára gamli Brandur Karlson Jacobsen var við í bólkinum Ikaros í
90´unum, men seinnu árini hevur hann verið lítið og einki frammi við
tónleiki.
– Eg havi fyri tað mesta bara spælt heima, sigur hann.
Nú er hann ein av teimum, sum er tilnevndur sum besti sangari til
Planet-heiðurslønirnar, og hann spælir eisini á Planet gallakvøldinum.
Nógvur góður
tónleikur til
Planet-kvøldið
Umframt handanin av teimum ymsu heiðurslønunum til tónleikarar, fara eisini fleiri bólkar og einstaklingar at hava
framførslur til stóra Planet gallakvøldið á Hotel Føroyum.
Tað verður eitt bland av ymsum tónleikastílum, nýggir og eldri bólkar, sum fara at spæla hetta kvøldið.
Tað verður friðarligur tónleikur við Brandi Karlsson Jacobsen, og tað verður tað reina anarki við punkbólkinum 200. Og
millum alt hetta fara eisini nøvn sum Kári Sverisson, Frændur og Petsi Tvørfoss at spæla.
Tað verður ein livandi kvøld við nakað av tí besta, sum føroyskur tónleikur hevur at bjóða.
Terji Rasmussen
Terji og Føstufressar góvu fyrst í 90’árunum kanska bestu føroysku
fløguna nakrantíð út, henda fløga er ongantíð givin við at selja. Hóast
fløgan einki beinleiðis hitt hevði, so eru mest sum øll løgini vorðin
fólkaogn. Á Planet Awards fer Terji at undirhalda við nøkrum av hesum
nýtímans tónleikaklassikarum.
Terji er mr. Entertainment og hevur ótrúligar gávir til at fáa fólkið við,
hetta er óansæð um talan er um Terja við kassagittara ella við stórum
bólki. Hetta hevur hann víst, sum einstaklingur, í Moirae, Føstufressum
og Frændum.
Serliga og egna røddin er vorðin ein partur av føroysku fólkasálini.
Tað er eingin ivi um, at Terji gevur tí spennandi skránni á Planet
Awards eina fólkaliga síðu. Syngið við góðskan er í øllum førum høg.