Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. januar 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

PETSI TVØRFOSS Petsi Tvørfoss hevur verið ein virkin songkvinna í fleiri ár, men tað er serliga eftir, at hon tók lut í danska Grand Prixnum, at hon av álvara hevur verið eyðsýnd í føroyskum tónleiki. Petsi hevur búð í Danmark í nógv ár, men hon hevur framvegis nógv samband við Føroyar, og hon er javnan her og hevur framførslur. Petsi hevur eina framúr góða rødd, og hon er kanska sterkast til tónleik, sum ikk júst er Grand Prix-tónleikurin. Henni dámar væl at syngja sangir, sum eru á tann jazzkenda bógvin, og hetta klæðir henni sera væl. 5 200 Desibel á Planet Awards Føroya fólkakærastu punkarar, bólkurin 200 spæla á Planet Awards. 200 hava vunnið nógv hjørtu við tí argandi og kontantu punkrokkfløgu- ni, “Viva La Republica”. Ummælini bæði innanlanda og uttanlanda hava verið sera góð, og á 15 teimum bestu lá bólkurin 9 vikur á ovastu rók. Niels Arge Galan sangari og gittarleikari í 200 segði í fjør við Planet. fo, at teir høvdu væntað at fingið av grovfílini, fyri freku og argandi fløg­una. Men ístaðin vórðu teir nummar eitt á einum hitlista og seldu nógv­ar fløgur Nú eru teir so eisini í uppskoti til tvær Planetir, og spæla á Planet Awards Galla veitsluni. Føroyar hevur flutt seg. Fólk tykjast at skilja skemtiligu tekstirnar, og børnini elska fløguna. Tað er ivaleyst held­ur eingin ivi um, at áskoðararnir á Planet Awards fara at elska bólk­in. Men kanska er tað ikki bara Føroyar, sum hava flutt seg. 200 hava eis­ini flutt seg tónlistarliga, punkurin er ikki líka punkuttur, og fleiri av løg­unum eru heldur rokkur enn punkur. Eisini er ljóðblandið av fløguni nógv vakrari. Óli Poulsen og hansara popfingrar, hava altíð dugað at snar­að knøttarnar á einum miksipulti á popkendan hátt. Hetta hevur hann eisini gjørt á Viva La Republica. FRÆNDUR Fáur føroyskur tónleikabólkur man hava havt so nógv hitt, sum Frændur hava havt seinastu stívliga 20 árini. Í 1984 kom fyrsta plátan hjá teimum, og síðani hevur bólkurin verið ein leiðandi bólkur í føroys- kum tónleiki. Teir hava givið fýra fløgur og ein tvísavnsfløgu út hesi árini, og á hesum útgáva er ein ørgrynna av kendum og fangandi sangum. Sangir sum Føroyar, Eros, Mítt Land, 80’ini, Dupultsong, Minnist Tú Gildið, Hundurin Brúni og nógvir afturat. Hetta eru sangir, sum framvegis liva í besta velgående. Hóast Frændur kann metast sum ein av gomlu bólkum í føroyskum tónleiki nú, so hava teir framvegis sera gott tak á teimum ungu. Tá ið teir spæla til konsertir og onnur tiltøk sæst tað aftur, at tað er líkamikið, um fólk eru blaðung ella tilkomin – øll kenna sangirnar hjá teimum. Tað er tí einki meira upplagt, enn at mastodontarnir í føroyskum tónleiki seinastu 20 árini spæla til Planet Galla. Yggdrasil og Kári Sverrisson Planet Awards tiltakið fær eisini vitjan av Kára Sverrissyni og Ygg­dra­ sil. Tey spæla heimstónleik við uppruna í føroyskum fólkatónleiki. Ygg­ dra­sil hevur í ár 25 ár á baki, og Kári Sverrisson hevur í fleiri av hesum ár­unum luttikið á konsertferðum saman við bólkinum kring heimin. Eisini henda konsert er partur av FO-DK konsertferðunum. Men er somu­leiðis ein partur av stóra føðingardagshaldinum hjá Yggdrasil. Yggdrasil hevur ongantíð havt eina fasta manning, men hesi seinnu ár­ini er tað ein kjarna, ið hevur verið við. Tey fyrstu árini, ið Yggdrasil var til, vóru teir flestu tónleikararnir skandinavar. Men í dag eru tað fyri tað mesta føroyingar, ið manna bólkin.