Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-11, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. januar 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Uni leggur botnin Trummuleikandi jarðfrøðingurin Uni Árting hevur havt ein virknan leiklut í menningini av føroyskum tónleiki seinastu 14 árini. Við tíðini er Uni vorðin ein av Føroya allar bestu trummuleikarum. Á Planet Awards er hann við í fýra uppskotum til planetir 6 Planet Awards Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Uni Árting er fýra ferð í uppskoti til planetir fyri sítt trummuspæl í 200 og hjá Peturi Pólsyni. Fløg­ ur­nar Viva La Republica og Koma eru í uppskoti til planetina fyri bestu út­gávu, 200 er í uppskoti til planetina fyri besta før­oyska og Petur Pólsson fyri besta nýggja. Orkumaskina Uni er ivaleyst best kendur sum orkumaskinan í 200, sum við 200 km/t buldrar av­stað. Hann er ein av Føroya bestu trummuleikarum og hevur seinastu 14 árini ver­ið ein týdningarmikil við­leikari í menningini av før­oyskum tónleiki. Ruskmálmur á føroyskum Fyrstu ferð Uni var at síggja á føroyska tónleikapallinum var í ruskmálmsbólkinum Ob­livion. Oblivion var fyrsta føroyska boðið uppá ein bólk, ið spældi hetta slagið av tónleiki. Løg­ini vóru øll egin og nøk­ur á føroyskum. Hetta var í 1992 og var nærum óhoyrt tá, tí flest allir rokk­bólk­ar spældu lániløg í teirri tíðini, og teir, ið skriv­ aðu tónleik, skrivaðu flest all­ir á enskum. Føroyski grungebólkurin Eftir at Uni og bassleikandi sang­arin Niels Arge Galán góv­ust í Oblivion, ið tó helt áframm nøkur ár eftir hetta, stovnaðu teir bólkin Mold saman við Niclasi Thor­ steins­sýni, Kristin N. Bech og Gudmundi Helmsdal. Mold mynd­aði tann føroyska grunge pall­in í fleiri ár, og var eitt stórt tónleikanavn í miðj­um 90’árunum. Bólkurin lut­tók á fyrstu Prix Før­ oy­ar finaluni í 1995 og á fyrstu Rock í Føroyum fløg­uni hjá TUTL í 1995. Mold gav seinni tvær fløgur út Mullich Mulli 1996 og í 1998 Sun Magnet. Gimpar, hasj og helviti Saman við Niels og bass­ leik­aranum Mikael Blak stovn­aði Uni alternativa rokk­bólkin 200. Burtur úr hes­um samstarvi kom í 1997 sang­urin “Vit eru 200” á TUTL fløguni Rock í Føroyum 2, ein sangur sum skuldi prógva at alternativur rokk­ ur væl kann syngjast á før­oyskum. 200 flutti seg yv­ir í punkin og gav í 2001 fløguna “200%” út, við spei­ rek­andi fullveldispunki og sang­um um gimpar, hasj og helv­iti. 200 luttók í Prix Før­oyum í 1997 og í 2001, í 2001 eydnaðist tað at koma í finaluna. Beint í upptøkuhølið Í 1999 fór trummuleikarin í MC-Hár úr bólkinum eina viku áðrenn upptøkurnar til fløguna Burn Me skuldu byrja. Tá­verandi gittarleikarin í MC-Hár Niels Arge Galán ringdi beint eftir Una, ið trein inn í upptøkuhøli og spældi alíkavæl frálíkt á fløg­uni. Bæði Niels og Uni fóru stutt eftir burtur úr bólki­num og løgdu næstu ár­ini alla sína orku í hjarta­barnið 200. 200 til Føroya fólk Í 2004 flutti Uni heim til Før­­oy­ar aftan á at hava ver­ið í Dan­mark og lisið jarð­frøði.Tón­listarliga gjørd­ist 2005 ár­ið har 200 gjørdust Føroya størsti rokk­ bólk­ur. Teir vóru føroyska høvuðsnavnið á tveimum festi­valum, spæl­du á AME í Før­oyum og í Danmark, teir vóru í Grøn­landi og spældu á festi­vali har, umframt sera væleydnaða luttøku á íslendska festivalinum Air­­waves. Teir hava havt eitt lag ovast á 15 teimum bestu í 9 vikur, hava ligið ov­­ast á sølulistanum í fleiri vikur, og spældu á Ment­­anarnáttini fyri einum stúgv­­andi fullum SMS. Nýggjasta fløgan hjá 200 Viva La Republica kom út í 2005. Hon hevur fingið frá­­lík ummæli, og er vorðin fólka­­ogn. Tað er einki und­­ur í, at bólkurin er í upp­­skoti til tvær Planet virð­­islønir. Sniðgevi og listamaður Uni og Niels vunnu í fjør AME virðislønina fyri snøgg­ asta fløguhúsa fyri Viva La Republica. Teir hava sam­starvað um fløguhúsar í nógv ár, og eiga nakrar av flott­astu føroysku verkunum í hesari listagreinini. Teir hava innan fyri hetta øk­ið lyft føroyska støðið sera langt upp, og eiga stór­an lut í æruni fyri at før­oyska fløguhúsalistin er á so høgum støði. Umframt fløgu­húsar hava Uni og Niels gjørt annað grafiskt arb­eiði, sum t.d. plakatir og heimasíðir. Innan fyri heima­síðulistina er Uni vorð­ in sera dugnaligur, og ger sera snotiligt arbeiði. Uni uttan Niels 2005 gjørdist eisini árið, tá Uni veruliga byrjaði at gera um seg uttan Niels Arge Galán. Síðan fyrstu tíðina í Oblivion hava Niels og Uni spælt saman. Men í bólkinum hjá Knút Háberg Eysturstein spælir Uni og ikki Niels, tað sama er galdandi í bólkinum hjá Peturi Pólsyni. Á fløguni hjá Peturi leggur Uni trygga botnin, og er motorurin í berur fløguna fram. Uni er við árunum vorðin ein av Føroya bestu trummuleikarum. Útgávur har Uni Árting hevur luttikið: Rock í Føroyum - Ymisk (TUTL), 1995, lagið “9” við Mold Mullich Mulli – Mold (TUTL), 1996 Rock í Føroyum 2 – Ymisk (TUTL), 1997, Lagið “Vit eru 200” við 200 Sun Magnet - Mold (TUTL), 1998 Burn me – MC-Hár (3’arin), 1999 TUTL 2000 Rock/Pop – Ymisk (TUTL), 2000, lagið [a’u:ga] – Mold Prix Føroyar 2001 – Ymisk (3’arin) Um tú ikki ert við uppá loys­ing, so ert tú skíti klikk­aður – 200, Edmund – 200, Jóannes - 200 200% - 200 (TUTL), 2001 TUTL 25 ár Live (TUTL), 2002, Drive Me Over – Mold Punkurin frá helviti 2 - 200 Viva La Republica – 200 (TUTL), 2005 Petur Pólson – Koma (TUTL), 2005 Popplist 4 (3’arin og TUTL), 2005, Musclemanblað - 200 Sagt um Una: Niels Arge Galán um Una: ”Uni er besti trummu­ spælari, eg nakr­an­ tíð havi spælt við. Vit báðir hava spælt tón­leik saman síðani vit vóru 14. Uni er raskasti mað­ ur, eg kenni. Hevur 2 lítlar synir, hús, bil og unnustu, er við at gerast dokt­ ari í jarðfrøði OG spæl­ir í harðasta rokk­orkestri í landi­ num. Eg eri sera, sera góð­ur við Una. Hann er mín besti vinmað­ ur.” Petur Pólson um Una: “Eg ivaðist ongantíð í, um hvør skuldi spæla trummur. Uni er ein fantastiskur trummu­sláari.”