mikudagur 11. januar 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Fløgur
Rókur Jákupsson Jakobsen
rokur@sosialurin.fo
Tutl fløgur eru væl umboðaðar í
tilnevningini um at gerast ársins
fløga.Talan er um blandaðan tón
leik, men felags fyri tær allar er,
at Plátufelagið Tutl hevur útgivið
allar tilnevndu fløgurnar uttan
tí eini. Tann eina, sum Tutl ikki
hevur útgivið, er fløgan “Førist”
hjá Páll Finnur Páll. Planet setti
seg í samband við skrivaran í
Tutlnevndini fyri at fregnast um,
júst hví Tutl er so væl umboðað í
tilnevningini.
“Tað hevur gingið sera væl hjá
Tutl í ár”, sigur Knút H. Eystur
stein, sum hevur verið skrivari í
Tutlnevndini í tvey ár. Afturat
honum eru Sólarn Solmunde og
Ólavur Olsen í nevndini. Hann
fortelur okkum, at Tutl dominerar
útgávumarknaðin í Føroyum í løtuni,
og sostatt er nógvur tónleikur at
taka av í úrvalinum hjá Tutl. Men
orsøkin til at tað hevur ligið so
væl fyri man vera tann, at tað eru
góðir bólkar sum velja at koma til
Tutl, og bólkarnir tykjast at vera
fegnir um samarbeiði.
Tutl stuðlar føroyskum
tónleiki
Spurdur um hví bólkar velja at
geva tónleikin út umvegis Tutl,
metir Knút, at Tutl bjóðar bólkunum
holla vitan og hjálp. “Tá ið bólkar
velja at geva tónleik út ígjøgnum
okkum (Tutl, blðm.), vita teir
at vit hjálpa teimum við nógvum
viðurskiftum. Vit hjálpa teimum
fíggjarliga við at framleiða og
útgeva tónleikin. Men tað sum
kanska ger Tutl til nakað serligt
fyri bólkarnar er, at teir koma á
okkara katalog sum útlendingar hava
atgongd til. Vit selja tónleikin
í sølubúðum, men sanniliga eisini
á netinum, og hetta er helst ser
liga spennandi fyri tónleikarar
sum vilja marknaðarføra seg í
útlandinum.
At tónleikurin verður seldur
umvegis heimasíðuna www.tutl.com,
gevur útgávuni veldugar møguleikar
at gera vart við seg aðrastaðni
enn her í Føroyum. Men hetta gerst
alsamt meiri vanligt í útheiminum,
og sjálvandi vil Tutl ikki verða
eftirbátur hvat tí viðvíkur.
Øll hendan hjálpin byggir á tí
ásannan, at tað er tungt og hart
at útgeva tónleik, um man sjálv/ur
skal hanga uppá tað heila. Sostatt
geva vit tónleikarunum eina hjál
pandi hond, og teir geva okkum tað
sum vit liva av – tónleikin.
Knút vísur eisini á, at Tutl
ikki velur og vrakar útgávur. Øll
sleppa framat hjá Tutl, tí hetta er
eitt plátufelag sum stuðlar øllum
tónleiki.
Botnstøði hækkar
Fløgurnar sum eru tilnevndar í
strembanini eftir at gerast ársins
fløga, eru mestsum nútímans tónleik
ur. Um nakað undantak er, so er
tað “Dámliga gøtan” hjá Tveimum av
Kamarinum”. Men tað er ein ásannan,
at fløgan “Alt” hjá Kim Hansen ikki
er at finna millum hesar fløgur,
hóast hon er tann mest selda fløgan
í 2005. Hví man tað vera, spyrji
eg Knút.
“Tað er ilt at meta um, men tað
eru dómsnevndir sum avgera slíkt.
So man kann ikki siga, at tað
endiliga er samanhangur millum kvan
titet og kvalitet, tí tað eru fólk
sum hava skil fyri tónleiki, sum
meta um dygdina”, sigur Knút.
“Men vit kunnu staðfesta, at
støðið á tónleikinum, sum kemur út
í Føroyum, er hækkandi. Vit leggja
merki til, at tónleikarirnir kykla
meiri um tónleikin nú enn teir
gjørdu áður, og hetta sæst aftur í
kvalitetinum í útgávunum. Ljóðið er
gott og tónleikurin er væl spældur.
Tað merkir í síðsta enda, at tað
gongur rætta vegin í føroyska tón
leikinum”, vísur ein avgjørdur Knút
H. Eysturstein á.
2006?
Tutl hevur sum sagt verið sera
virkið í 2005, men hetta merkir als
ikki, at 2006 verður minnið spenn
andi. “Risastova” við Yggdrasil er
júst útkomin, og aðrar spennandi
verkætlanir eru á gáttuni. Ein før
oyskur rappari, sum er búsitandi í
Kanada fer at geva eina fløgu út
umvegis Tutl, og afturat tí koma
Gestir og Marius út við hvør sínari
fløgu.
At enda spyrji eg Knút, hvørja
føroyska fløgu honum dámdi best
í 2005. “Tað má helst verða “Viva
La Repulica” hjá 200”, sigur hann.
“Hon var eitt veruligt wake up
call hjá okkum øllum. Vit fingu
eitt spark í reyvina frá 200, og
tað vóru ikki bara vit, sum dáma
tónleikin hjá teimum, sum merktu
tað. Fløgan er sera væl spæld, og
ljóðið er í topp, so vit koma ikki
uttan um, at hetta var ein hin
besta føroyska fløgan í nógv, nógv
ár”, sigur Knút Háberg Eysturstein
at enda.
Tutl tutlar víðari!
Tað er onki at dylja yvir, at 2005 var eitt framúr ár hjá plátufelagnum Tutl.
Í hesum døgum royna bæði Dimmalætting og Sosialurin at gera upp, hvørjar fløgur vóru
bestar í árinum. Og tað tykist sum um tað er rættiliga breið semja um, at fløgurnar
Viva la Repulica, Koma, A Place to stand on, Dámliga gøtan og Morning Dew eru millum tær
bestu. Felags fyri hesar fløgur er, at tað er Tutl sum stendur fyri útgávuni