Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-11, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. januar 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Lohan hevði bulimi Unga sjónleikarkvinnan Lindsay Lohan viðgon- gur nú í amerikanska blaðnum Vanity Fair, at hon hevur havt bulimi, og at tað var orsøkin til, at hon var so óvanliga kløn. Samstundis, sum hon avdúkar hetta, fortelur hon eisini fyri blaðnum, at hon hevur roynt rúsevni, og at hon hevði ein sálarliga niðurtúr einaferð. Lohan slapp av við bulimi fyri átta mánaðum síðani, og nú verður sagt, at hon sær sunnari og run- dari út, enn hon gjørdi fyri einum ári síðani. TV-2 seldi mest Danska plátuvinnan hevur gjørt upp, hvørjar fløgur seldu mest í Danmark í 2005. Ovast á listanum er gamli poppbólkurin TV-2, sum var aktuellur við útgávuni De Første Kærester På Månen. Í hølunum á teimum kom bretski Robbie Williams, og nummar 3 var Simone við Vindens Farver. Av 20 teimum best seljandi útgávuni í Danmark í fjør vóru 11 danskar. Black Eyed Peas ovast Eftir at Madonna í nakrar vikur hevur ligið ovast á 15 teimum bestu við sanginum Hung Up, hevur Black Eyed Peas gjørt seinasta lopið upp eftir listanum um vikuskiftið. Sangurin My Humps var í farnu viku nummar 3 á listanum, men hesa vikuna eru Black Eyed Peas nummar 1. Í hølunum á teimum koma Pipar & Salt við sanginum Høm Høm, sum hevur verið á lista- num í heilar 13 vikur – tær flestu av teimum millum tríggjar teir fremstu sangirnar. Enski sjónvarpskokkurin Jamie Oliver hevur í bestu senditíð lært ensk børn at eta sunt, og tað kostar tú arbeiðspláss í fastfood-vinnuni. Eitt felag, sum letur burgarar og pylsur til skúlakantinur, hevur 200 milliónir krónur í halli. Jamie Oliver hevur víst børn­un­ um á, at grønmeti er líka cool at eta sum burgarar, og børnini taka hetta til sín. Felagið Canterbury Foods, sum letur burgarar og pylsur til skúlakantinur, hevur havt eitt vánaligt ár, og nú eru 400 arb­eiðs­ pláss hjá felagnum í vanda. Samstundis sum Jamie Oliver hevði sínar sendingar um mat­pakk­ ar og mat til skúlabørn fyrsta hálv­ár í fjør, misti Canterbury Food sølu fyri 33 milliónir krónur, og nú eru tvær av fýra fabrikkum hjá felag­ num afturlætnar. at eta sunnari Jamie Oliver fær børn Vælumtókti sjónvarpskokkurin Jamie Oliver hevur fingið bretsk skúlabørn at eta sunnari mat