Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-11, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. januar 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 8 - 11. januar 2006 15 Nr. 8 • mikudagur • 11. desember 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Rani skal spæla við AB Ein av teimum, sum í fjør var liðfelagi hjá nýggja AB venjaranum, flytir úr HB og út á Argir AB Jóannes Hansen Rani D. Christiansen skal í kappingarárinum, sum stendur fyri framman, spæla við AB. Tað skrivar AB heimasíðan, ab.fo. Rani D. Christiansen varð í fleiri ár roknaður sum ein tann evnaríkasti av nógvu ungu spælarunum í HB. Álvarsligur skaði bar við sær, at tað í eitt langt skifti ikki bar Rana til at spæla. Í 2004 var hann í AB. Í fjør royndi Rani seg aftur í HB, har hann var við í fýra lands­kapp­ ingardystum og fyri tað mesta var verjuspælari. Tríggjar ferðir varð hann skiftur inn, og eina ferð varð hann skiftur út. Millum liðfelagarnar hjá Rana D. Christiansen í fjør var Rúni Nolsøe, sum nú verður spælandi venjari hjá Rana og hinum í AB. Bjartur Nolsøe er nýggjur hjálparvenjari á Argjum. Hann og Rúni Nolsøe eru brøður, og teir spældu saman í barn­ dómsfelagnum í Vági i fleiri ár. Bjartur spældi á besta VB liðnum frá 1989 og fram til 1994. Í 1995 var hann partur av 1. liðs hópinum hjá HB. Bjartur hevur venjaraútbúgving. Hann hevur verið ung­ dóms­venjari í HB í tvey ár. Í AB ætla teir sær at gera enn eina roynd fyri fyrstu ferð nakrantíð at vinna kappingina um at flyta upp í bestu deildina. Besta mannfólkaliðið hjá Argja Bóltfelag hevur ong­antíð enn verið í bestu deildini. Bæði tey fremstu mansliðini hjá Kyndli skulu í kvøld royna seg í hálvfinalu í Coca-Cola kappingini Hondbóltur Jákup Mørk Serliga stórur man spenn­ing­ urin vera um dystin á Skála, har StÍF tekur ímóti besta mansliðnum hjá Kyndli. Hesi bæði liðini hava mang­ an verið partur av sera spenn­andi og undirhaldandi uppgerðum, og tað er einki, sum bendir á, at tað ikki verður soleiðis hesaferð. Ein vansi er tað tó av­ gjørt hjá heimaliðnum, at teir mugu vera Marian Cirloganescu fyriuttan hesaferð. Sterki málverjin fekk reytt kort, tá StÍF vitj­aði Neistan sunnudagin, og tí er hann leikbannaður hesaferð. Hinvegin, so hava júst strandingar stoltari steypa­ tra­ditiónir enn tey flestu. Í øllum førum, um tosast skal um Coca-Cola kappingina, soleiðis sum heitið hevur verið hesi seinastu seks árini. Fýra tær seinastu ferðirnar hevur StÍF verið partur av finaluni - tríggjar ferðir við steypinum sum úrslit. Hinar báðar ferðirnar hava tað ver­ ið Kyndils-menn, sum eru farnir við steypinum. Hin hálvfinalan stendur millum næst besta mansliðið hjá Kyndli, sum tekur ímóti VÍF. Her er einki av ivast í, at vestmenningarnir eru greiðir favorittar. Hinvegin vita teir eisini av, at næst besta Kyndils-liðið - væl styrkt sjálvandi - basti H71 í fjórðingsfinaluni. Og tí eru vestmenningarnir í øllum førum ávaraðir. Annað av triðju­ deildar­liðunum hjá KÍ verður í ár mannað av Viðingum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosilurin.fo Er tað nakað, sum allar norð­ oyggjar altíð hava staðið saman um, so man tað vera KÍ. Ítróttarliga flaggskipið í økinum hevur gjøgnum árini vunnið nógvar og stór­ ar sigrar, og ein av horna­ steinunum í øllum hesum hevur uttan iva verið samlaði uppbakingurin, sum felagið hevur notið. Mált upp á fólka­talið, so vildi tað jú ikki verið so veruleikafjart, um okkurt annað felag royndi at ota seg fram, men hetta hevur tó ikki verið gjørt. Heimastýrisskipan Nú tykjast viðingar tó spaku­liga at vera farnir eitt sjálvstýrisrák at kalla. Á Viðareiði, Í Havnnasundi og í Norðdepli hava menn í fleiri ár tosað um møguleikan at stovna eitt felag, men higartil hevur talan bara verið um tos. Í ár verður tó nakað gjørt við hetta - innan fyri heimastýrislógina at kalla. Saman við KÍ hava viðingar nevnliga gjørt av, at teir í ár manna eitt av liðunum í 3. deild. T.v.s. í deildini, sum fram til í fjør æt 4. deild. Manne W. Høgnesen, sum í nógv ár hevur verið ein av góðu kreftunum í KÍ, er nú fluttur til Viðareiðis, og tað verður eisini hann, sum kemur at taka sær av liðnum. – Hetta er nokk nakað, sum tosað hevur verið um leingi, men sum tó ongantíð er vorðið til álvara. Nú fara vit so at royna, og í fyrsta umfari verður hetta sjálvandi í samstarvi við KÍ. Ætlandi skulu vit venja tvær ferðir um vikuna, harav ein av hesum verður á Viðareiði, og so mugu vit bara síggja, hvussu leikur ferð. Og hann leggur afturat, at hann heldur fleiri fínar spælarar vera tøkar til liðið. – Her eru fleiri fínir spælarar, sum tó ikki hava spælt við nøkrum felag. Og so er talan sjálvandi eisini um spælarar, sum áður hava gjørt nógv um seg hjá KÍ. Men Viðareiði er fyri tað nógva sjómannabygd, og tí eru kanska fleiri, sum eru givnir við seriøsum fót­ bólti á ungum árum. Júst sjómanslívið ger helst eisini, at tað verður nakað óstøðugt við fleiri av spælarunum, men her kann samstarvið við KÍ so eisini koma væl við. Tí tað kundi jú verið, at vit onkra ferðina kunnu læna onkran spælara, heldur Manne at enda. Kvinnurnar bíða Tær báðar hálvfinalurnar hjá kvinnunum verða ikki spældar í kvøld, soleiðis sum ætlanin annars var. Hjá VB og Stjørnuni er nakað tvørligt at skulu ferðast úr enda í annan á landinum gerandisdagar, og tí er fyrra hálvfinalan teirra millum flutt til leygardagin. Tann dysturin verður í Vági, og longu sunnudagin tørna liðini saman aftur í Sunset-kappingini. Hesa ferð í Klaksvík. Hin hálvfinalan er millum Neistan og StÍF. Hesin dysturin er fluttur til hóskvøldið av praktiskum ávum. Hetta tí Kyndil eisini skal n‡ta høllina mikudagin, og tá tað eru einstøku feløgini, sum eiga inntøkurnar av hálvfinalunum, hava tey í Kyndli og Neistanum valt, at spælt verður hvør sín dag. -mørk Tvær hálvfinalur í kvøld Viðingar manna fótbóltslið Talan plagar at vera um ferðmiklar og undirhaldandi uppgerðir, tá Kyndil og StÍF takast Hálvfinalurnar Menn Dagur Dystur Dómarar 11.01 StÍF-Kyndil I Kristian og Sámal 11.01 Kyndil II-VÍF Karstin og Kristian Kvinnur 12.01 Neistin-StÍF Hallur og Petur 14.01 VB-Stjørnan Eyðun og Andreas