Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-11, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. januar 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 8 - 11. januar 2006 – Taka vit skjótasta veg úr Gøtudali til Havnar, so er tað sjálvandi beint suðureftir. Tí undrar tað,a t Landsverk mælir til at gera ein tunnil í ein vestan fyri síðani at koyra norðureftir, sigur Regin Jacobsen m. a. Í tilmæli sínum »Eystur­oyar­ tunnilin og avleiddar verk­ ætlanir«, mælir Landsverk til, at verandi farleið millum Gøturnar og Skálafjørðin verður broytt. Tveir møguleikar verða nevndir fyri eini nýggjari leið, (1) ein tunnil frá rund­ koyringini í Gøtudali til Ánirnar sunnan fyri Skála­ botn og (2) ein nýggjur vegur frá rundkoyringini í Gøtudali oman fyri Gøtugjógv og Syðrugøtu um Gøtueiði. Í tilmæli sínum leggur Landsverk dent á, at ein av høvuðsfortreytunum, sum atlit eiga at verða tikin til, tá nýggjar farleiðir verða gjørdar er, at »tíðin tað tekur at koma frá A til B« er eitt mát fyri góðskuna/ dygdina á ferðini. Hyggur tú á Føroyakortið, so kemur tú skjótt eftir, at um farast skal úr Gøtudali til Havnar, so er skjótasta farleið at fara í ein beinan sunnan, tá kemur tú nevniliga beint til Havnar. Tá Gøtudalur verður nýtt sum knútapunkt, so er tað júst tí, at hetta er knútapunktið, sum einir 8.000 borgarar norðan fyri Gøtueiði hava fyri at koma suðuryvir. Tá Tórshavn verður nýtt í hin­ um endanum, so er tað tí, at hagar er nógv tann størsta ferðslan, og tað er sjálvandi eisini hagani, at størsta ferðsl­ an er norðureftir. Tí undrar tað, at Landsverk í hesum førinum mælir til at gera ein tunnil úr Gøtudali í ein beinan vestan, fyri síðani tá komið verður út at koyra norðureftir. Taka vit skjótasta veg úr Gøtudali til Havnar, so er tað sjálvandi beint suður­ eftir. Verður ein tunnil lagd­ ur beint suðureftir (nr. 3 á myndini) við nøkulunda somu longd, sum tann sum Landsverk mælir til (nr. 1), so kemur hesin út aftur við rundkoyringina í Søldarfirði, sum eisini er nýggj – gjørd nýliga fyri nógvar mió kr. Vegastrekkið oman fyri Søld­arfjørð og oman fyri Runa­vík frá rundkoyringini í Søldarfirði er einans 7 km og skal hesin liggja beint oman fyri bygt øki (mynd 3). Mynd 2 vísir farleiðina úr Gøtudali við tunli vestur eftir til Skálafjørðin, haðani norð um Skálafjørð og síð­ani suðureftir vestaru síðu á Skálafjørðinum. Landsverk nevnir í tilmæli sínum, at henda vegalongd er uml. 4 km longri enn leiðin á eystursíðuni á Skálafjørðinum. Harafturat nevnir Landsverk, at neyðugt er at føra henda landsvegin gjøgnum bygdina Strendur, tí gjørligt er ikki at leggja linjuna annarleiðis. Sagt verður, at hetta vegastrekkið má fáa neyðugar ábøtur, so ferðslan verður til so lítlan ampa, sum gjørligt. Mynd 3 vísir skjótastu far­leið úr Gøtudali til Suð­ ur­streym, nevniliga ein tunn­il til rundkoyringina í Søldarfirði, og haðani ein vegur oman fyri Søldarfjørð, Glyvrar og Runavík. Í hesum førinum ber til at koyra eftir 80 km vegi uttan fyri alt bygt øki líka úr Gøtudali til Havnar. Fyri­ munirnir við hesi loysn eru sostatt bæði tað, sum Lands­verk nevnir sum høv­ uðsfortreyt fyri eini góðari vegaføring og tað, sum Ráð­ið fyri Ferðslutrygd ar­beiðir fyri nevniliga, at lands­vegirnar ikki ganga gjøg­num bygt øki. Hugsa vit um tryggastu, stytstu og bestu fíggjarligu loysnina, so er undrunarvert, at Landsverk ikki kemur til ta loysnina, sum er stytst, gongur gjøgnum óbygt øki, har størsta vinnuliga virk­ semið er og harvið gevur før­oyska samfelagnum størst møguliga nytta av verkætlanini við minni dálk­ ing og tryggasta ferðslu kervi­num. Nú verður tað Løgting­ið, sum skal gera av um tunn­ ilsfelagið við kommununum við Skálafjørðin og Kaup­ thing, skulu fáa loyvi at gera ein tunnil tvørturum Skála­ fjørðin og ein frá Runavík til Suðurstreym. regin@bakkafrost.com VIÐMERKINGAR Skálafjarðartunnilin – avleiddar verkætlanir Býráðslimur í Runavíkar kommunu REGIN JACOBSEN 22 km úr Gøtudali til Suðurstreym 18 km úr Gøtudali til Suðurstreym gjøgnum óbygt øki Faroese Telecom International og First Lego League í Føroyum skrivaðu í gjár undir sáttmála, sum tryggjar føroyskum ungdómi luttøku í komandi Lego-kappingunum Sponsor-avtala Jákup Mørk First Lego League er ein norðurlendsk kapping millum skúlanæmingar, har tøkni og Lego-leikur skulu nýtast á kreativan hátt. Hetta verður gjørt við at uppfinna og seta saman tólmenni av ymsum slag, sum síðani kunnu nýtast til ávísar upp­ gávur. Endamálið við hesum er sjálvandi at menna hugin til nýskapan hjá ungdóminum, soleiðis at hesi verða enn betur brynjað til tær av­­bjóð­ ingar, sum ein alt meira tøkni-kend framtíð hevur at bjóða. Vilja menna barnadirvið Tróndur Djurhuus, sum er stjóri á International-deildini hjá Føroya Tele, staðfesti á tíðindafundinum, at tiltakið við First Lego League av­gjørt er í samsvari við enda­málið hjá FTI. – Vit eru sannførd um, at at ein kreativ og smidlig nýtsla av framkomnari tøkni verður ein hornasteinur í allari før­­ oyskari vinnumenning - eis­ ini okkara. Hetta krev­ur, at føroyingar longu á barna­ árum fáa eina góða fatan av og ein tokka og eldhuga til náttúruvísindi. – Tað er heldur eingin ivi um, at tess meira vit varð­ veita av teimum skap­ anarevnum og tí dirvi, sum børn eiga. Tess lættari frinna vit føroyingar júst tær røkurnar, har vit kunnu gera mun í alheims høpi. Tí fegnast Faroese Telecom International um, at vit nú ahva fingið First Lego Legue í Føroyum. Faroese Telecom Inter­ national (FT International) er tann parturin av samtakinum, sum hevur ábyrgdina av at menna virksemið uttanlands við rakstri, íløgum og út­ flutningi. Somu hornasteinar Í Føroyum er tað Kurt Mad­ sen, sum hevur tikið stig til First Lego League, og hann var sera fegin um, at átakið nú hevur fingið ein høvuðsstuðul. Hetta ger fíggjarligu karmarnar betri, nú ætlanin er, at føroyskir næmingar á hvørjum ári skulu takast við javnaldrar úr øðrum Norðanlondum. Ein kapping, har Føroyar enn eru at rokna sum novisur, men við góðari hjálp frá NORA- felagsskapinum, bar tó til at hava trý føroysk lið við til seinastu kapping. – First Lego Leage er eitt opið tiltak, har vit leita upp upplýsingar og samstarva á altjóða stigi eins væl og lokalt. Kreativitetur, loysnir, nýhugsan og samstarv tvørt­ ­ ur um mørk eru horna­steinar í hesum átaki, sum eisini røkkur tvørtur um fak­lig, ald­ urs-, kyns- og landa­frøði­lig mørk. Tí byggir hetta í stóran mun á somu grundhugsjónir, sum FT International, og vit vænta okkum tí eitt samstarv, sum kann verða báðum pørt­ um at gagni, staðfesti Kurt Madsen, tá sáttmálin varð undirskrivaður. Sáttmálin millum partar­ nar er galdandi í trý ár, so­leiðis at føroyska luttøkan til FLL er tryggjað til og við 2008. Vilja hava tøknina við á barnaárum Umframt undirskrivingina av sáttmálanum, kundu næm­ ingarnir eisini sýna nakað av tí, sum føroysku luttakararnir høvdu verið við til at ment undan fyrstu kappingini Mynd: Finnur Justinussen www.sosialurin.fo Tríggir møguleikar fyri farleið úr Gøtudali til Skálafjørðin