Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-11, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. januar 2006síða 30

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 8 - 11. januar 2006 Hølir til leigu Í bygningi okkara á matr. 252b, har Bónus heldur til, verða 700 fermetrar bjóðaðir út til leigu. Hølini eru væl egnað til handlar, kontór, goymslur ella okkurt heilt annað. Hølini kunnu leigast partvís ella undir einum. Stórt parkeringsøkið til kundar er runt um bygningin. Nógv ferðsla er dagliga inn á økið til nýggja Bónus handilin og umstøðurnar til aðrar handlar er framúr góðar. Vit vilja luttakað í at byggja um- ella tillaga hølini til røttu leigararnar. Bygningurin liggur við høvuðsvegin til og frá flogvøllinum. Áhugað kunnu venda sær til: 370 Miðvágur Tlf. 332 422 • Fax 333 222 Ella skriva ein teldupost til jakup@oilwind.fo Starvsfólk søkist til arbeiði uttanlands 2006 Vit sóknast eftir nógvum dugnaligum fólkum til arbeiði uttanlands. Vit søkja eftir maskinmeistarum, maskinsmiðjum, rørleggjarum ella fólki við royndum innan nevndu fak. Upplýsing um arbeiði fáast við at venda sær til: 370 Miðvágur Tlf. 332 422 • Fax 333 222 Ella skriva ein teldupost til jakup@oilwind.fo Fysioterapeutur til Landssjúkrahúsið Søkt verður eftir fysioterapeuti til fysioterapideildina á Landssjúkrahúsinum frá 1. mars 2006. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Málbólkurin er sjúklingar innlagdir á Landssjúkra- húsinum og sjúklingar, sum koma ambulant á Landssjúkrahúsið til viðgerð og vegleiðing. Fysioterapeutiska arbeiði á Landssjúkrahúsinum er at: • Leggja til rættis, gjøgnumføra og samanhangandi eftirmeta málrættaða viðgerð og rehabiliterings upplegg í samstarv við brúkara, avvarðandi og onnur starvsfólk. • Kunna og vegleiða sjúklingin við tí endamáli at økja um hansara egna fysiska, psykiska og sociala tilfeingi. Hetta at fremja nýtsluna og menningina av tilfeinginum og at afturvinna ella betra um funktiónevni, førleikamøguleika og lívsvirði. • Seta í verk tiltøk og hættir, sum ávirka støðuna hjá sjúklinginum, fyri gjøgnum hetta at betra um kropsligu, sálarligu heilsustøðuna og sosiala virkisevni. • Undirvísa og vegleiða starvsfólk á Landssjúkrahús- inum í fysioterapeutiskum kjarnuveitingum Fysioterapideildin: Á fysioterapideildini eru 12,0 fulltíðarstørv. Yvir- fysioterapeutur, deildarfysioterapeutur, fysiotera- peutar og sjúkrahjálpari, tilsamans 15 fólk. Vit søkja eftir einum fysioterapeuti við áhuga at arbeiða á sjúkrahúsi. Vit vænta, at tú ert ágrýtin, hevur góð samstarvsevni, er opin og er til reiðar at arbeiða neyvt saman við starvsfólkunum á heili- ráðdeplinum. Á Landssjúkrahúsinum verður í løtuni arbeitt við at broyta leiðslubygnaðin. Hetta ber í sær, at ergoterapideildin og fysioterapideildin verða ein rehabiliteringseind undir medisinsku depilsleiðsluni. Fleiri upplýsingar um arbeiðstíðir, arbeiðsupp- gávur o.a. fáast við at venda sær til Marjun Poulsen, yvirfysioterapeut ella Karin Djurhuus, deildarfysio- terapeut, tlf. 304599, lok 5790. Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fysioterapeutfelag Føroya og Fíggjarmálaráðið. Umsóknarfreistin er 30. januar 2006 kl. 12.00. Tað er umsøkjarans ábyrgd, at umsóknin er á Lønar- og Starvsfólkadeildini áðrenn freistin er úti. Skrivlig umsókn, merkt »umsókn til starv« við avriti av prógvum og viðmælum skulu sendast til: Landssjúkrahúsið Lønar- og Starvsfólkadeildin FO 100 Tórshavn Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um størv við at klikka á leinkjuna »starvsfólk« Landssjúkrahúsið Fo 100 Tórshavn Sjúkrarøktar- frøðingur til Anæstesideildina Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi til anæstesideildina frá 01. mars 2006 ella eftir nærri avtalu. Førleikakrøv: Góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur. Prógv sum anæstesisjúkrarøktarfrøðingur. Góð samstarvsevnir. Setanartreytir: Løn- og setanartreytir samb. sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið. Fyrimun hevur umsøkjari, ið býr so tætt við arbeiðsstaðin at hann kann hava vakt I. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Annfríð Winther, tlf. 455463, lokal 403, ella Jonu Nielsen, fyristøðukvinnu lokal 106. Umsókn við avriti av prógvi, autorisation og møguligum viðmælum skulu sendast til: Umsjónar- mannin, Klaksvíkar Sjúkrahús, FO-700 Klaksvík. Umsóknarfreist: 3. februar 2006. Klaksvíkar Sjúkrahús FO-700 Klaksvík Klaksvíkar Sjúkrahús FO-700 Klaksvík