mikudagur 11. januar 2006síða 31
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 8 • mikudagur • 11. desember 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Suzuki M1800 R
Motorurin
2-syl. v-motor 4-ventilar / 1783 kubikk
Dekkstødd
Framman 130/70ZR-18
Aftan 240/40ZR-18
Seturhædd
70,0 cm
Eginvekt
315 kg
Prísur
kr. 129.830,-
Søluumboð MC-Sølan
Skemmingsgøta 23
FO-100 Tórshavn
Tel. 315674 / 216300
www.mc-solan.fo
FAKTA
Suzuki M1800R:
Nú eru motor
súkklurnar
bíligari
Suzuki M1800R tekur seg
væl út við stóru dupultu
útstoytunum og ekstremt
breiða bakdekkinum
Hjá teimum sum
dáma væl motor
súkklur, er gott
nýtt at frætta, tí
1. januar lækkaði
skrásetingargjaldið
við 75 prosentum.
Ein av spennandi
motorsúkklunum
er Suzuki M1800R,
sum fær heitið
SuperCruiser frá
motorjournalistum
MC
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Hóast sølan av motorsúkkl
um í Føroyum hevur verið
í støðugum vøkstri seinastu
árini, rokna motorsúkklu
handararnir við, at gongd
av álvara kemur á søluna,
nú skrásetingargjaldi upp
á motorsúkklur eru farin úr
125 prosentum niður í 50
prosent frá 1. januar 2006
at rokna.
Anders Berg frá MC-
Søluni sigur, at ein motor
súkkla sum fyrr kostaði
umleið 200.000 krónur,
nú liggur um eini 130.000
krónur. Hann væntar, at hetta
kemur at hava við sær, at tey
flestu nú heldur keypa sær
eina nýggja motorsúkklu
í staðin fyri eina góða
brúkta.
Ein av spennandi nýggju
motorsúkklunum sum er á
veg á marknaðin er Suzuki
cruisarin M1800R við sera
flottum og nútímans designi,
sum samstundis minnir um
motorsúkklurnar frá 50-
unum.
Súkklan tekur seg væl
út við stóru dupultu út
stoytunum og ekstremt
breiða bakdekkinum. Instru
mentir við LCD-display og
analogum speedometri, sum
eisini er í besta retro-stíli.
Motorurin er ein 2-syl. við
1783 kubikkum og nýggjum
framkomnum ventilsystemi
og knastakslum. Súkklan
hevur eisini elektroniska
innspræning.
Suzuki hava enn ikki av
dúkað hvussu nógvar hesta
kreftir motorurin hevur, men
roknað verður við umleið 100
hestum. Suzuki M1800R er í
sama klassa sum t.d. Honda
VTX, Kawasaki VN2000 og
nýggja Yamaha XV1900.
Motorjournalistar kalla
súkkluna fyri eina ”Sup
erCruiser”, tí samstundis
sum hon er sera sportlig,
eru koyrieginleikarnir eisini
gjørdir til langar túrar, t.d.
tvørtur um alt USA, um tað
so skal vera.
Á heimasíðuni hjá MC-
Søluni: www.mc-solan.fo
eru upplýsingar um úrvalið
av t.d. motorsúkklum og skut
arum og hópin av leikjum til
aðrar MC-síður.
MC-Sølan selur bæði skut
arar, motorsúkklur og hópin
av MC-útgerð. Fyritøkan
umboðar eisini sponsku
Derbi, taiwansku PGO, og
italsku Piaggio og Gilera
skutararnar. Motorsúkklunar
teir umboða eru italsku
Ducati og japansku Kawa
saki og Suzuki. Eisini
fáast t.d. hjálmar, stivlar,
handskar, jakkar, draktir í
ymiskum kendum merkjum
sum t.d. ”Rukka,” ”MP-
ASU,” “Frank Thomas,”
“Spyke,” og “Alpinestars”.
Allir vanligir eykalutir til
skutarar og motorsúkklur
eru á goymslu og stórt úrval
av Michelin, Mezeller og
Pirelli dekkum.