mikudagur 11. januar 2006síða 32
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 8 - 11. januar 2006
Bæði í Føroyum
og í Danmark eru
Suzuki-bilarnir ein
góð søluvøra. Her hjá
okkum hava teir lagt
seg á odda sum mest
selda bilmerki. Nýggi
Grand Vitara og Swift
hava gjørt sítt til góðu
søluna
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Við 304 seldum bilum hava
Suzuki lagt seg á odda, sum
mest seldi bilur í Føroyum í
2005, framman fyri Toyota
(262), og Ford (147).
Tilsamans vóru seldir
1684 bilar í fjør. Berg
Motors, sum selja Suzuki,
seldu tilsamans 419 bilar,
t.v.s. fjóðra hvønn bil.
Tað er ikki einans í Føroy
um at Suzuki seta sølumet,
eisini í Danmark eru teir
millum teir fremstu, har
vóru meira enn 18.000
Suzuki seldir í fjør, hetta
er ein vøkstur upp á 40 pro
sent í mun til 2004 og ein
trífalding í mun til 2003.
Suzuki hava seinnu árini
verið mest seldu jeepar Dan
mark, og nýggi jeepurin
Grand Vitara saman við per
sónbilinum Swift hava gjørt
sítt til góðu søluna.
Suzuki mest
selda bilmerki
Audi hava nú
almannakunngjørt,
at rasarabilurin Le
Mans Quattro, nú
skal framleiðast á eini
nýggjari verksmiðju
í Neckarsulm í Týsk
landi. Bilurin skal
eita Audi R8, fær
420 hk og kemur á
marknaðin í 2007
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Higartil hevur konseptbilurin
Audi Le Mans Quattro, sum
fyrstu ferð var alment sýndur
fram fyri tveimum árum
síðan, verið roknaður sum
ein desideraður racarabilur.
Men nú er avgerð tikin um,
at bilurin skal framleiðast
á eini nýggjari verksmiðju
í Neckarsulm í Týsklandi
undir navninum Audi R8.
Audi hava gjørt eina íløgu
upp á 28 milliónir evrur í
hesa verksmiðju. Tað verður
dótturfelagið hjá Audi,
Quattro GmbH, sum fær
ábyrgdina av framleiðsluni.
Bilurin verður ein tann
fyrsti á marknaðinum við
LED-forlyktum (diodulykt
um).
Fyrimunirnir við hesum
lyktum er, at umframt at tær
lýsa sera væl, halda tær alla
livitíðina hjá bilinum.
Bilurin verður permanent
drivin av øllum fýra hjólu
num, og motorurin verður
ein 4.2 litur V8 við beinleiðis
innspræning og 420 hk.
Seinni kemur R8 helst eisini
við V10 motori.
Audi R8, ið sær út sum ein
rasarabilur, lágur og breiður
við sera sportsligum designi,
kemur á marknaðin í 2007.
Audi Le Mans Quattro verður til R8
Rasarakonseptbilurin Audi Le Mans Quattro verður til Audi R8, tá hann kemur á marknaðin. Sum rasarabilur hevði hann 5.0
litur V10 motor við 610 hk
Í 2007 kemur hesin sportsligi Audi R8 á marknaðin við 4.2 litur motori við 420 hk. Leggið til merkis LED-diodu forlyktirnar
Suzuki hava lagt seg á odda, sum mest selda bilmerki í Føroyum
Lesið
- so eru tit við