Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-11, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. januar 2006síða 33

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 8 - 11. januar 2006 25 UTTAN ÚR HEIMI Eysturríkska flogfelagið Austrian Airlines hevur sum tað fyrsta evropeiska flogfelagið gjørt av at fara undir rutuflúgving ímillum Evropa og Irak. Ætlanin er at flúgva tríggjar ferðir um vikuna, og tann fyrsta ferðin verður tann 9. mars. Austrian Airlines ætlar at brúka floghavnina í bý­num Ebril har norðuri í Irak. Umleið ein millión fólk búgva í býnum, sum er tann fjórðistørsti í landi­num, og tað er eisini tann býurin, sum veksur skjótast. Austrian Airlines vísir eisini á, at ST er í ferð við at stovna eina hjálparstøð tætt við býin, og at fleiri altjóða feløg hava fingið sær skrivstovu har. Harafturat er stutt haðani til aðrar týðandi býir so sum oljubýin Kir­ kuk. Flogførini hjá Austrian Airlines fara at flúgva ímill­um Wien og Ebril, men leiðslan í flog­fe­lag­ num dylur ikki fyri, at hon væntar sær nógv ferða­fólk úr londum sum Týsklandi, Bretlandi og Niðurlondum umframt USA og Kanada. Rutuflúgving til Irak Síðani í november hev­ur svenska løgreglan leit­að eftir nøkrum monn­um, sum rændu ein pengaflutnings­ bil í Gøte­borg, men nú heldur løgreglan seg hava prógv fyri, at minst tvær kvinnur vóru ímillum ráns­ menninar. Í gjár handtók løgreglan í Stockholm ein 36 ára gamlan mann og tvær kvinn­ ur um sama aldur, og tey vórðu alt fyri eitt skuldsett fyri at hava verið við til at ræna pengaflutningsbilin í novembur. Ránið var sera ógvusligt. Tjóvarnir hóttu flutningsmenninar við maskinbyrsum, og teir sprongdu flutningsbilin í luftina, eftir at teir høvdu tikið pengarnar og virð­ isskjølini úr honum. Tey seinastu árini hev­ur Svøríki verið illa plagað av slíkum ránum, og í fjør vóru ikki færri enn 37 tílík rán. Kvinnur rændu pengaflutning Granskarar á Fiskeri­ forskning í Tromsø vilja vera við, at lívfrøðilig evni úr rækjum kunnu forða fyri, at AIDS breiðir seg í mannakroppinum. Granskararnir vísa á, at í øllum virusum eru evni, hvørs uppgáva er at gera nýggj virus, og teir vóna nú at finna evni í rækjum, sum kunnu forða hesum og á tann hátt fyribyrgja, at eitt nú AIDS kann breiða seg. Norsku granskararnir eru í ferð við at kanna ym­isk ryggleys dýr í havi­num so sum rækjur, skeljar og krossfik fyri at vita, hvat teirra hevur tað neyðuga lívfrøðiliga evnið í sær. Eydnast tað at finna tað rætta evnið, skulu teir norsku granskararnir ar­beiða saman við svensk­ um granskarum við tí fyri eyga at gera heilivág burtur úr evninum, skrivar ANB. Fiskeriforskning hevur leingi arbeitt við at finna evni úr fiski og sjódýrum, sum kunnu brúkast innan biotøkni, og sambært gransk­aranum Inge W. Nilsen hava teir góðar vónir um at finna evni, sum kunnu brúkast í bar­ daganum ímóti AIDS. Rækjur ímóti AIDS Løgreglan í Mexico City leitar eftir einum manni, sum eftir øllum at døma hevur beint fyri minst 24 eldri kvinnum tey seinastu trý árini. Maðurin bankar upp á hjá kvinnunum og sigur seg koma frá sosialu deildini hjá kommununi. Hann er altíð í konufólkaklæðum, og tað hevur víst seg, at hann dugir væl at sann­ føra kvinnurnar um, at hann kemur í almennum ørindum. Í hvussu er biðja kvinnurnar hann koma inn­ ar, men í minst 24 førum hev­ur avleiðingin verið tann, at hann hevur beint fyri kvinnunum. Onnur halda, at talan er um mun­­andi fleiri kvinnur, og summir fjølmiðlar vilja vera við, at maðurin hevur beint fyri umleið 60 kvinnum, og at hann framdi tað fyrsta morðið longu tíð­ liga í nítiárunum. Løgreglan heldur, at maðurin er um 35 ára aldur, men hóast stór løgreglulið hava leitað bæði væl og leingi, er hann framvegis ikki funnin. Drepur eldri kvinnur Nýggi flokkurin hjá Ariel Sharon kann vinna ísraelska tjóðartingsvalið, sjálvt um formaðurin ikki stillar upp Ísrael Árni Joensen: fartekst@mail.dk Tá Sharon legðist sjúkur, væntaðu flestu eygleiðararnir í Ísrael, at tað fór at forkoma nýggja flokki hansara, men nýggjar veljarakanningar vísa, at flokkurin fær minst líka stóra unditøku nú, sum áðrenn formaðurin mátti leggjast undir skurð fyri heila­bløðing. Læknarnir hava boðað frá, at Sharon verður ikki tann sami aftur, og at hann verður neyvan førur fyri at halda fram í politikki. Men tað tykist ikki ørkymla veljararnar. Sambært einari kanning hjá bløðunum Maariv og Haaretz í gjár fær Kadima 44 ella 45 av teimum 120 sessunum í tinginum, tá valið verður tann 28. mars. So stóra undirtøku hevur flokkurin ikki fingið í nakrari kanning fyrr. Kanningin ghevur Ar­beið­ araflokkinum ímillum 16 og 18 umboð í tingið, með­ an tann borgarligi Likud fær ímillum 13 og 15 ting­ menn. Nógvir ísraelsmenn hava ivast í, um Ehud Olmert, vara­forsætisráðharri, er før­ur fyri at taka við eftir Sharon, men kanningarnar benda á, at ísraelsmenn hava álit á honum. Undir valstríðnum hevur Olmert talað fyri at flyta fólkið úr nøkrum niður­setubygdum á Vestara Áarbakka, men at varðveita tær flerstu bygdirnar, og tað hevur uttann iva givið hon­ um satkvøður. Ísraelsku læknarnir søgdu í gjár, at Sharon hev­­ur tað betur nú, men at kann taka mánaðir at fáa staðfest, hvusu stóran skaða hann hevur fingið av heilabløðingunum. Fyri fimm árum síðani royndi USA at seinka iransku ætlanini at fáa sær kjarnmorkuvápn, men tiltakið kann hava havt øvugta ávirkan Kjarnorka Árni Joensen: fartekst@mail.dk USA og ES eru í øðini, tí stjórnin í Iran hevur gjørt av at taka arbeiðið á kjarnorkuverkunum upp­ aft­ur, og ES hótti í dag við at leggja málið fyri trygd­ arráðið hjá ST. Men sambært einari nýggj­ ari bók, sum eru komin út í USA, kunnu amerikanarar­ nir kanska takka sær sjálvum fyri, at Iran er komið so langt á kjarnorkuøkinum. Í bókini verður greitt frá, at í 2000 gjørdi umsitingin hjá Bill Clinton, forseta av at lata iranum ymsar upplýsingar um kjarnokuløðingar. Men amerikanararnir høvdu lagt eina villu í upplýsingarnar, soleiðis at løðingarnar kundu ikki bresta. Tað eydnaðist CIA at fáa ein fyrrverandi sovjetskan kjarnorkuverkfrøðing at geva iranum tær skeivu upp­­lýs­ ing­ arnar, men van­lukkutíð varn­ aðist hann vill­una og segði iranum frá. Harafturímóti segði hann einki við CIA, og amerikanararnir vóru tí í góðari trúgv stendur í bókini. Í bókini stendur eisini, at Iran hevði longu fingið tær røttu kjarnorkuupplýsingar úr Pakistan, men at tað er lítil ivi um, at upplýsingarnar úr USA kortini hjálptu iran­ um. Tað er James Rison, blað­ maður hjá New York Times, sum hevur skrivað nýggju bókina. Hann heldur, at royndin hjá CIA at villleiða Iran er eitt tað størsta mis­ takið, sum amerikanska fregnartænastan hevur gjørt í nýggjari tíð. - Vit góvu teimum kjarn­ orku­tekningarnar í hondina, skrivar Rison. CIA gav Iran týðandi kjarnorkuvitan Kadima kann vinna valið uttan Sharon Tað skortar ikki upp á góðynski til Ariel Sharon í hesum døgum Mynd: Reuters