hósdagur 12. januar 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 9 - 12. januar 2006
Hvør ert tú?
Í TRYGD leggja vit størsta dentin á persónligar
eginleikar og hugburðin hjá tí einstaka starvsfólk-
inum. Harnæst koma bókligu útbúgvingarnar og
fakligi førleikin.
Søluráðgevi
· Tú hevur júst lokið ella ert í holt við seinasta partin
av einari miðnámsútbúgving
· Tú skalt kunna arbeiða sjálvstøðugt, samstundis
sum tú kanst samstarva og taka ábyrgd
· Tú ert í bestu árum, ert fyrikomandi og hevur lætt
við at seta teg í samband við fólk
· Tú ert málsøkin og opin fyri broytingum
· Tú arbeiðir skjótt, skipað og torir at taka avgerðir
· Tú hevur dyggan handilsligan sans og hevur eitt
munagott tænastu sinni
Vit bjóða
Uppgávurnar eru fjølbroyttar og avbjóðingarnar eru
nógvar. Høvið er sjálvsagt fyri framhaldandi, persón-
ligari, eins væl og fakligari menning í einum livandi
umhvørvi. Sum starvsfólk í TRYGD, verður tú partur
av áhaldandi menningini av felagnum og tær persón-
ligu dygdir, ið tú hevur við tær inn í felagið, koma at
gera sítt til at TRYGD gerst enn sterkari. Starvið
verður sett og lønt eftir serstøkum sáttmála.
Arbeiðstíðin er yrkadagar, millum kl. 16.00 og 22.00
Umsóknir og starvsseting
Starvið ynskjast sett skjótast tilber, men vit eru eisini
sinnað at bíða eftir rætta viðkomandi. Skrivlig
umsókn, við curriculum vitae og tilhoyrandi skjølum,
skal vera okkum í hendi innan 15. januar 2006, skal
sendast til:
P/F TRYGD
Att.: Ali Celebi
Gongin 7
Postboks 44
110 Tórshavn
Teldupostur: ace@trygd.fo
Trygd · Gongin 7 · Postboks 44 · FO - 110 Tórshavn · Tel. +298 35 81 00 · Fax +298 31 72 11
www.trygd.fo
Vilt tú verða við til vøkstur og menning?
TRYGD er eitt tryggingarfelag í vøkstri, og fyri at styrkja tænastuliðið, søkja vit eftir
ungum søluráðgeva.
Í seinastuni hava nógv
fólk varnast, at niðasti
partur av gamla
kirkjugarði í Havn
ofta stendur undir
í vatni. Tórshavnar
Kommuna er vitandi
um trupulleikan, sum
verður loystur í vár.
Yvirflóð
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tey, sum dagliga spáka
framvið gamla kirkjugarði
á Svínaryggi í Havn, hava
seinastu tíðina lagt til merk
is, at niðasti parturin av
kirkjugarðinum stendur
undir í vatni, tá ið nógv
avfall er. Hetta hevur mill
um annað havt við sær,
at fleiri gravir hava verið
undir í vatni. Trupulleikin
tykist verða ein á, sum renn
ur undir høvuðsgøtuni í
kirkjugarðinum.
Ógvuliga keðiligt
Býargartnarin í Havn, Tóri í
Hoyvík, sigur, at kommunan
er vitandi um trupulleikan,
og at tað verður tikið hond
um málið í nærmastu fram
tíð.
– Hatta er ógvuliga keði
ligt. Vit hava givið boð um
at loysa trupulleikan, og
fólk frá kommunui fara at
arbeiða við málinum í vár.
Eg dugi tó ikki at siga, nær
tað heilt nágreinliga verður
gjørt, sigur Tóri í Hoyvík.
Hann greiðir frá, at trup
ulleikin tykist verða, at tey
rør, sum í sínari tíð eru løgd
at leiða vatnið úr ánni, sum
liggur undir høvuðsgøtuni
í kirkjugarðinum, burtur,
helst eru partvís oyðiløgd,
og tí fløðir tað, tá ið nógv
avfall er.
– Har er okkurt galið við
frárenningini, og vit eru
sjálvsagt ógvuliga harmir
um, at so er, men málið
verður loyst, sigur Tóri í
Hoyvík.
Fløðir í gamla kirkjugarði
Tað er ikki nøkur hugalig sjón, ið møtir teimum avvarðandi, tá ið tey fara í gamla kirkjugarð at vitja síni kæru, ið liggja grivin har.
Mynd: Álvur Haraldsen
Í gjár vóru tvey hús, ið
standa vestan fyri SMS
á Trapputrøðni í Havn,
rivin niður. Talan er um
hús, ið SMS hevur keypt,
og sum nú eru tikin niður
fyri at skapa rúm fyri fleiri
parkeringsplássum.
Niels Mortensen, stjóri í
SMS, sigur, at arbeiðið er
ein partur av útbyggingini
í SMS, og at nýggja økið
vestan fyri bygningarnar
fer at geva eini 70 nýggj
parkeringspláss.
tn
Fleiri
parkeringspláss
í SMS
Hesi bæði húsini við Tinghúsvegin í Havn eru nú farin í søguna
– og í teirra stað koma 70 nýggj parkeringspláss til SMS
Mynd: Jens Kristian Vang