hósdagur 12. januar 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 9 - 12. januar 2006
Seinstu tíðina hava vit her í Føroyum upplivað eitt orðskifti
um viðurskiftini hjá teimum samkyndu í samfelagnum.
Hetta orðaskiftið snýr seg um mong ymisk viðurskifti av
týdningi fyri trivnað og fyri fólkaræði. Men uttan mun
til evnið, so snýr hetta orðaskiftið seg eisini um talu- og
skrivifrælsið í Føroyum. Sum kunnugt er talu- og skrivi
frælsið ikki ein rættur, sum vit altíð hava havt. Hesin
rættur varð á fyrsta sinni um okkara leiðir staðfestur við
donsku grundlógini frá 1849. Fyri hetta var einki, sum æt
skrivi- og talufrælsi. Skrivi- op talufrælsi er ein tann mest
grundleggjandi fortreytin fyri einumhvørjum fólkaræði.
Orðaskifti og rætturin til at hava aðrar meiningar enn
statsvaldið er ein týðandi partur av fólkaræðinum, og tí
hevur skriv- og talufræslið so stóran týdning fyri eina
fólkaræðiliga samfelagsskipan. Vit síggja hetta so týðu
liga, tað ið einaræðisharrar taka valdið í einum fólkaræði.
Tað fyrsta frælsið, ið verður køvt, tá ið diktatorar taka
yvir, er talu- og skrivifrælsið. Okkara tíð hevur sæð hetta
henda í eitt nú Chile, Argentina og Grikkalandi. Vit hava
framvegis ikki talu- og skrivifrælsi í stórum partum av
heiminum – óneyðugt er at nevna dømi.
Av innlýsandi orsøkum er tað umráðandi at umsita talu- og
skrivifrælsið væl og skynsamliga. Hetta er ein orsøkin til,
at talu- og skrivifrælsið verður útinnt undir ábyrgd fyri
revsilógini. Tú kanst skriva og siga næstan alt, men tú mást
eftirfylgjandi standa til svars fyri tínum orðum. Nøkur
orð eru so niðrandi, at tað er bannað at nýta tey, eins og
tað ikki er loyvt at niðurgera ávísar samfelagsbólkar ella
at almannakunngera blasfemiskar ákoðanir. Í Føroyum
verður talu- og skrivifrælsið troytt til fulnar. Tað kunnu
vit væl skjótt semjast um. Orðaskiftið er ofta hvast og lítið
semiligt. Hetta er serstakliga galdandi millum andstøðu-
og samgonguflokkar ella politikkarar og tá vit skifta orð
um siðalig, átrúnaðarlig ella kenslulig evni. Tónin, orðalag
og orðaval eru avgerandi fyri eitt gott orðaskifti. Onkur
tinglimur hevur mælt til, at vit skulu tosa siðiliga og vinar
liga við hvønn annan. Hetta eru sera góð ráð, ið øll áttu
at umhugsa.
Orðaskifti er neyðugt, gagnligt og fremjandi fyri fólka
ræðið. Men tað er neyðugt av fyriliti fyri sama fólkaræði,
at øll vanda sær um tónan og orðalagið. Ein harður og
ósemiligur tóni fremur ikki fatan og tollyndi. Tann harðligi
tóni, ið eyðkennir samskiftið millum t.d. andstøðu og
samgongu økir ikki um virðingina fyri politisku skipanini.
Tað ógvusliga orðalagið millum teirra, sum umrøða støð
una hjá samkyndum, gagnar hvørki teimum samkyndu ella
fólkaræðinum. Fólkaræðið byggir á sínamillum virðing
– á virðingina fyri tí veruleika, at vit kunnu ikki øll vera
samd og at vit heldur ikki øll eiga at vera samd. Fólkaræði
merkir m.a. margfeldni í áskoðanum. At viðurkenna hetta
er samstundis at viðurkenna, at vit øll mugu fara við
hvørjum øðrum við virðing og respekt. Vit skulu øll vera
her, og tað er ikki neyðturviliga so, at tey, ið rópa harðast,
altíð hava rætt. Men hinvegin er orðaskifti og skifti av
meiningum ein neyðturvilig fortreyt fyri fólkaræðinum,
ið treytaleyst er tann besta samfelagskipan, sum nakrantíð
hevur verið til. Tí eiga vit sum sagt at vanda okkum um
tónan í almenna orðaskiftinum, alt meðan vit sjálvandi
eiga at halda fram við orðaskiftinum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Talu- og skrivifrælsi
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Ikki: fersken/fersknir,
appelsin og citrón.
Men: ferska/ferskur,
appilsin og sitrón!!
Agurka: Løgið, at næstan øll
hava vent agurkuni bakið og
eru farin at siga agurk!?
Sambært móðurmálsorða
bókini og tí, eg sjálvur eri
vanur við, eitur tað ein
agurka (veikt bent, tann lætt
ara bendingin)!!
Orðið bendist: agurkan,
agurkuna, agurkuni og fleiri
agurkur!
Skal tað broytast til agurk
(sterkt bent), bendist orðið:
agurkin, agurkina, agurkini
og fleiri agurkir (ki verður
jú úttalað tji)!!
Ferska: Ein ferska, fleiri
ferskur! Stutt og greitt! Veikt
bent , sum agurkan! Fersken/
fersknir er ikki føroyskt!
Appilsin: Appelsin er
útlendsk staving!
Sitrón: Ikki citrón, tí c er
ikki í føroyska bókstavarað
num!
Her kann skoytast uppí, at
onkur hevur havt einar tvær
súrar stavivillur í heilt nógv
ár!?!
Við súrari málkvøðu!
eydun.a.borg@skulin.fo
Súrlig málrøkt: Agurka, ikki agurk!!
Tað at sannleikin sjáld
an er væl lýddur, kunnu
vit lesa í greinini við
yvirskriftini: ȯvund
sjúka luktar eisini«, sum
orðloysingurin Heðin
Mortensen hevur skrivað
Orðloysingurin skrivar, at
tað er honum fyri at takka,
at Sambandsflokkurin fekk
trý umboð í Býráðið til
valið seinast. Tað at hann
skrivar slíkt, vísir hvussu
stórur egoistur hesin orð
loysingurin er. Sjálvur
haldi eg, at vit kunnu takka
øllum valevnunum á Sam
bandslistanum og ikki minst
veljarunum fyri at vit fingu
trý umboð vald. Øll valevnini
á Sambandslistanum eiga
eina tøkk uppiborna og hava
æruna av at okkara flokkur
fekk tríggjar býráðslimir.
Hesum skal orðloysingurin
Heðin Mortensen ikki einsa
mallur taka sær æruna av.
Orðloysingurin skrivar
eisini: »Einki hevur Heðin
Mortensen vent nøkrum
bakið«. Álvaratos Heðin, tá
tú hevur skrivað undir eina
avtalu og ikki heldur hana,
so ert tú ein orðloysingur.
Um tú ikki heldur teg
vera ein orðloysing, so
eigur tú at stevna meg
fyri ærumeiðing, tí um tú
letur meg kalla teg slíkt
niðursetandi, og ikki letur
við teg koma, tá ert tú
veruliga ein lítil maður.
Tað hevur verið skrivað
í onkrari blaðgrein, at borg
meistarasessurin verður skift
ur út í hesum valskeiðnum,
men eg ivist um so verður.
Heðin Mortensen er so
glaður fyri at hava tilrænt
sær borgmeistarasessin,
at hann eisini gleðiliga
loypir frá avtaluni um borg
meistaraskiftið við Jógvan
Arge, tá tann tíðin kemur.
hogni@torshavn.fo
Orðloysingurin Heðin Mortensen
Býráðslimur fyri
sambandsflokkin
Høgni
Mikkelsen
– Tað er ræðandi, um
fólk verða lokkað at
halda, at vit kunnu
lóggeva okkum burtur
úr gerandisdegnum og
teimum evnum, sum
skaparin gav, heldur
Súsanna Dam
Katólska kirkjan bjóðar
fólki, sum vilja sleppa
undan gerandis órógv og
stríði møguleika til at fara í
kleystur. Í mínum hugaheimi
ein sera áhugaverd tilvera,
hóast eg veit, at hetta lívið
ikki er hóskandi fyri meg og
allarahelst ikki fyri meirlutan
av mannaættini. Áðrenn ein
sleppur í katólskt kleystur,
skal ein vera tilkomin og
skal lúka eina áralanga
læru – royndartíð. Skuldi
ein, hóast sjálvboðin og eftir
lokna royndartíð, ikki verið
førur fyri at tillagað seg til ta
avbyrging og tann sakn, sum
kleysturlívið krevur, hevur
ein eisini møguleiki fyri at
sleppa leysur aftur.
Spell at luteranarar ikki
hava tikið kleystursiðin við
sær, tí av tí vitleysa religións
kjakinum sum fer fram her
á landi sæst tíðiliga, at her
eru fólk (kanska enntá stórur
partur av fólkinum), sum í
staðin fyri valfrælsi, ætlar
at lóggeva okkum øll til
eina kleysturtilveru. Her er
einki krav um, at fólk skulu
vera tilkomin og myndug
ella sannførd um, at hendan
tilveran er hin rætta. Her
skal heldur eingin royndartíð
vera. Flongd við Bíbilini eru
vit ávegis aftur í einveldið.
Hitt óupplýsta.
Agnið er bara eitt lyfti frá
sjálvkravdum profetum um
eina æviga sælu, og álvara
tos, í mínum hugaheimi er
hesin »profetaskari« einki
annað enn maktgreðingar,
sum lova okkum avlát ímóti
at vit ganga undir teirra treyt
ir.
Øll minnast helst vallyftið
frá Jenis av Rana, um at
bara hann fekk maktina, so
skuldu øll fáa tað so gott, ja
hann skuldi gera alt so gott,
at hann ikki átti orð til at
greiða nærri frá, men treytin
er altso, at vit avnokta okkara
egnu tilvitsku og laga okkum
til hansara lóg. Eina lóg, sum
hann og hansara líkar í teirra
fákunnu hava flikkað saman
úr nágreiniliga tilætlaðum
brotum úr Bíblini.
Av og á frættist um tey
ræðuligastu lógarbrot av
øllum handa slagi, sum
eru framd innan avbyrgdar
kleysturmúrar. Hetta tí at
nøkur ikki hava megnað at
tamt tær tráðanir, sum hvør
einstakur okkara hevur fing
ið til at umsita eftir hvør sín
um evnum og vilja. Púra vist
er tað ræðandi, um stórur
partur av føroyingunum er
lokkaður til at halda, at her
á landi kann mann bara lóg
geva seg burturúr gerandis
degnum og teimum evnum
sum Skaparin gav.
damsusanna@hotmail.com
Skulu vit lóggevast til kleysturlív?
Bankakvinna
Súsanna
Dam
Lærari
Eyðun á
Borg