Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. januar 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 9 - 12. januar 2006 11 – Hví halda summi fólk seg kenna allan san­nleikan og vilja bjarga Føroyum í Guds og sannleikans navni, spyr Hilmar Augustinussen, sum er troyttur av at lurta eftir fundamentalistunum Eru tit líka hamrandi troytt sum eg av at lurta eftir funda­mentalistum? Eg spyrji bara. Fundamentalistar, sum halda seg hava patent upp á og rætt til at kristna og einsrætta Føroyar? Eg spyrji bara Fundamentalisturin, sum byrjaði prosessina, var er­ligur nokk. Hann segði: »Tak ímóti dópinum ella fá svørið í høvdið«. Take it or leve it. Fair deal. Teir sum í dag eru í ferð við at kristna Føroyar av nýggjum eru meira be­sniss­ aðir. Teir pína fólk við les­­ara­ brøvum og enn­tá við talum av ting­sins røðarapalli. Teir fáa allar sína soldátar til at skriva lesarabrøv. Teir proklamerað »Skik følg eller land fly«, hvat nógv longu hava gjørt. Meðan onnur krúpa til Krossin. Um onkur mutar í móti, kanska roynir at skriva eitt lesarabræv ella við eini tekning, ja so verður hótt við at fara til fútan við honum við lógini í hondini. Tann lógin, sum skal verja fólkið, verður nú nýtt til at seta tey upp á pláss. Kanska hevur onkur fylgt við í orrustinu, sum hevur stungið seg upp um nakrar tekningar av profetinum Mohamed, sum stóð í Jyllandspostinum undan jólum. Um onkur er í iva um, hvat fundamentalisma førir til, kannið so hetta málið. Tekningarnar er, by the way, tiknar upp í norska kristeliga blað­num »Magazinet« www.magazinet.no . Fyri at stuðla talifrælsinum siga tey. Er tað munur á teim­um kristnu í Norra og Før­oyum? Eg spyrji bara. Hví heldur hesin herur seg kenna allan sannleikan og vil bjarga Føroyum í Guds og sannleikans navni. Hvør hevur givið teim­­um rætt til tað? Eg spyrji bara. Fyri ikki so nógvum árum síðani masjeraði ein annar herur runt í Evropa við merkinum »Gott Mit Uns« (Gud við okkum) graverað í beltaspennið, tí teir hildu seg kenna allan sannleikan. Hvat førdið tað til?  Eg spyrji bara. Ikki so nógv ár undan tí vóru fólk sum dittaðu sær at hugsa eitt sindur sjálvi, seta spurn­ing við sannleikan, brend á bálið. Beint undan hesum høvdu vit í Evropa kríggj um sannleikan. Religiónskríggini. Sigur navn­ið ikki nokk. Eg spyrji bara. Eg kundið tikið nógv onnur dømi um fram­ferð­ar­ háttin hjá hesum kennarum av sannleikanum. Tað er skrivað síða upp og síða niður um evnið. Tað sum tó ósvikaliga gongur aftur sum ein reyð­ ur tráður gjøgnum alt hetta er. MAKTGYRND. Hví eru so nógvar mein­ igheitir og fríkirkir í Før­ oyum? Lesa tey ikki øll úr somu Bók? Eg spyrji bara. Kann tað vera tí, at hesir bólkar hava ymsar meinigar um sannleikan, og hvussu Bókin skal tolkast?  Eg spyrji bara. Allir bólkarnir kunnu per defenitión ikki hava rætt. Ella, ja hvat so? Eg spyrji bara. Hvat hendir so við teim­ um, sum kanska ikki hava rætt. Eg spyrji bara. Verða tey brend á báli ella situr onkur og smáfnisar og bíðar eftir, at tey verða grillað í skerseldinum. Eg spyrji bara. Í bókini »Animal Farm« hjá George Orwell, ein bók um maktgyrnd, sigur grísurin Napoleon, »Øll dýr eru líka, men nøkur dýr er meira líka enn onnur.« Hví eru nøkur meira líka enn onnur. Eg spyrji bara. Hví skulu ávísir bólkar í okkara landi hava minni rættindi enn onnur. Eg spyrji bara. Eru vit ikki øll líka fyri lógini? Eg spyrji bara. Tora tit at spyrja? hilmar.aug@gmail.com VIÐMERKINGAR Eg spyrji bara fulltrúi Hilmar Augustinussen – Latum okkum varð­ veita okkara fríu fiski­vinnu, sum hevur roynst okkum so væl higartil, at hon sjálvt eitt vána ár til fiskiskap og fiskaprísir gevur 3,5 miljardir krónur og eitt gott ár 4,4 miljardir krónur í útflutningsvirði, skrivar Sámal Jacobsen, skipari í viðmerking til tað, sum Kári Petersen, búskaparfrøðingur førdi fram í útvarpinum á nýggjárinum um at selja fiskikvoturnar á uppboði Nú fingu búskapar­frøð­ ing­arnir, Kári Petersen og Johnny í Grótinum, brell eftir at umsita fiska­ stovnarnar. Teir kappast við fiski­frøðingarnar um at sleppa at stýra fiskimonnum, fiskiskipum, ja allari fiski­ vinnuni. Teir ynskja at selja fiskiloyvi á almennum upp­ boði. Endamálið við hesi árligu uppboðssølu av fiskiloyvum, siga teir, skal vera nakað so »samhaldsfast« sum: – at fáa meiri »dynamikk« í fiskivinnuna. – at øll skulu kunna bjóða upp á fiskiloyvi »á jøvnum føti«, – at loyvini ikki longur skulu latast »persónum við framíhjárætti«, – at »nýggj fólk« skulu sleppa inn í vinnuna, – at fiskivinnan skal fáa meiri »vanlig yvirskot«, – at »íløgumynstrið skal gerast meiri fjølbroytt«, – at landskassin skal tjena 300 mill. kr. um árið frá loyvissølum, – at hesar milliónir skulu latast í skattalætta osfrv. Nógv mjúk orð og fagrar grundir fyri, at embætismenn sum Kári og Johnny (vegna »Føroya fólk«) nú skulu fáa sínar byrokratisku kløur í tey virði, sum skipsfiskimenn í 120 ár, vátir og kaldir, móðir, burtur heimanífrá í dagar, vikur og mánaðir, ja við lívi­num í váða, hava drigið upp úr sjónum og sjabbað til lands. So frægur dynamikkur hev­ur verið í høvuðsvinnu Føroya og teimum, sum eiga, reka og manna føroysk fiskiskip, at Føroyar hava ráð til eitt risa tal av em­bæt­ is­fólki. Teir hava fyri eitt pappírsprógv so trygg størv fyri so góða løn, at bert fiskimenn við bestu skipum hendinga ár forvinna makan. Teir flestu liggja niðri á hálv­ ari akademikaraløn. Veruleikin, sum hann er Lat meg fyri rættleikans skuld endurtaka nøkur ting, sum eg sjálvur og aðrir nógv kønari fiskimenn hava sagt ferð eftir ferð: – At fiskimenn kappast ímóti veðri og vindi, móti tekniskum avbjóðingum og trupulleikum, móti rent­um og avdráttum, móti kassa­ kredittum og útgerð­arlánum hvønn dag fyri at sleppa undan halli og húsagangi. – At allir fiskimenn stríð­­ast sum ungir í last­ini og á dekkinum, frammi undir bakkanum og uppi í nótapavninum, við línu­­rull­ una og í egning­arskúrinum, á trolbananum og við blóðg­ ingarkarið, áðrenn vit gera okkum tankar um ella eiga nóg mikið til at seta pening í bátar og skip. – At tað tekur tíð, áræði og hegni at blíva yvirmaður á brúgv ella í maskinrúmi, júst sum tað krevst heppin hond fyri at blíva eigari av báti, skipi og fiskiloyvi. Akkurát tað sama, sum tað krevur treysti, ágrýtni og royndir at ogna sær ein handil, eitt handverks-, ídnaðar- ella fiskavirki. (Hvør kann bara traðka inn á ein bóndagarð og reka hann við skili og avlopi? Ella heldur Kári, at »nýggir menn« kundu gjørt hansara arbeiði?). – At tað kostar milliónir at keypa ella byggja bát ella skip. – At eingin hevði gjørt íløg­ ur í skip uttan vissu fyri at sleppa at fiska. – At eingin »nýggjur« ella »gamal« fær fígging til at útvega sær skip uttan fiski­ loyvi. – At fiskivinnan (tó við fleiri undantøkum) frá mitt í 90-árunum til 2002 gav avlop, tí 1) flestu skip vóru at saner­ að, 2) fiskiskapurin góður, og 3) fiskaprísirnir sum heild hækk­andi. – At fiskivinnan annars gong­ur upp og niður so ógv­is­liga, at tú ikki hevði havt eina vón um á uppboði at keypa fiski­ loyvi fyri ”rættan” prís. – At »rætti« prísurin á upp­ boði fyri fiskiloyvi eitt ár fram er so vónleyst trupul at rokna út, at sjálvt full­royndir fiskimenn høvdu verið um ein háls í heilum. – At flestu feløg longu hava keypt sær fiskidagar, kvot­ur og loyvi fyri dýr­ an pening, sum so skal gjaldast aftur, um eig­ar­ arnir gera av at selja skip og loyvi. – At allur fiskiflotin javnan í vanligum tíðum gongur við smáum avlopum sam­ an­lagt og enntá ofta við dundrandi halli. – At landskassin hevði stað­ ið eftir við upptøkuni, um hall og húsagangir høvdu verið meiri enn eitt ár á rað. Torvmold og lokkidorg Annars skal eg rætta eitt fals­um hjá Kára Petersen, tá hann sigur, at eingin út­skifting er í fiskivinnuni. Meg lysti at vita, hvussu nógv gomul feløg eru farin og nýggj feløg eru komin síðan 1994. Tað vísir skjótt útskifti, nógva nýskapan og stóran dynamikk í okkara høvuðsvinnu. Men tað áhugaverda er fjalda dagsskráin hjá Kára Petersen við uppboðssølu av fiskiloyvum. Her er meiri talan um brell eftir at seta klørnar í føroysku fiski­ vinnuna við, at hitt al­­menna leggur hald á kvot­urnar og fiskiloyvini. Vit minnast, tá parta­mað­ urin hjá Kára, Tummas Ara­ bo, í 80’unum vildi hava táverandi »verandi« fiski­ menn vekk og»nýggjar« (t. e. teir ideologiskt og ikki teir fakliga kvali­fiser­aðu) til. Tann politiski »dyna­ mikkurin« var høvuðsorsøkin til sorlið í búskapinum aftan á 1989. Kári Petersen tystir eftir makt gjøgnum sítt almenna embæti. Tað fær hann, um hann byrokratiskt sleppur at umsita fiskatilfeingið og at kontrollera, hvør kann keypa fiskiloyvi. Hatta við skattalættanum er torvmold og ein lokkidorg. Landskassin fær neyv­an 1/10 av av teimum ætlaðu 300 milliónunum eitt miðal fiskiár. Flotin fer kollektivt á heysin, um boðini hava ligið ov høgt. Tær ætlaðu 300 miljónirnar verða brúktar til meiri útjavning og enn størri embætisvald. Hvat er virðið á embæt­ inum hjá Kára? Tað var fjalda dagsskráin, tá teir fyri 12 árum síðan fingu flættað inn í lógina um vinnuligan fiskiskap, at fiskurin í sjónum er »ogn Føroya fólks.« Men »Føroya fólks« í hes­ um føri eru ikki føroyskir fiskimenn. Heldur ikki mein­­igi føroyingurin. Enn minni tey, sum eiga og virka í vinnulívinum á sjógvi og landi. Nei, »Føroya fólk« í hes­um føri eru tey em­­bætis­ fólk, sum fáa fasta og trygga toppløn fyri at um­sita, stýra, skatta og kon­trollera »Føroya fólk«. Fiskimenn, sum vága sína uppsparing, inntøku, sítt hús og heim og hava sett alt í bát, skip og fiskiloyvi, gera tað undir egnari ábyrgd. Víst kann tað eydnast summi ár, so at avlop verður og ríkiliga tað. Men tað miseydnast líka so javnan. Gongur heilt galið, missa hesir fiskimenn alt tað, teir hava vágað. Men júst hetta váðafýsni gevur neyðugan dynamikk og góð­ ar inntøkur til land og fólk. Men embætisveldið váðar einki. Embætismaðurin sit­ ur trygt á sínum almenna skrivstovukrakki fyri somu akademisku løn, um hann ger nakað til nyttu ella einki. Um hansara ráð til før­oy­ingar kastar vinning av sær ella veldur tap og pen­ingaspill. Embætisveldið hjá Kára & Co. virkar uttan persónliga ábyrgd. Sjálvt størstu ólukk­ ur og risa pengatap, sum teirra ráðgeving er orsøk til, kostar teimum einki. Byro­­kratiskir brølarar fáa bara fylgjur fyri hini (eitt nú fiski­menn), sum vána ráð­ gevingin gongur út yvir. Kári hevði fingið somu løn og sit­ ið líka tryggur í em­­bætinum aftan á eitt skrædl, sjálvt um hann við síni ráðgeving hevði verið atvoldin. Kanska átti løgtingið held­ur at umhugsað at selt øll størv hjá føroyskum em­bætisfólki á almennum uppboði hvørt ár. Ella kanska skuldu tey sloppið at bjóða fyri 5 ár í senn. Landskassin rindar í ár yvir 2 miljardir krónur í almennum lønum. Inntøkurnar frá hesum upp­ boði av almennum størvum kundi verðið latnar sum skatta­lætti. Har skuldi ver­ ið møguligt at spart 300 miljónir um árið. Ná, men slík uppboðskipan verður helst, tá Føroya fólk ger av, at tey ikki longur hava ráð til eitt so dýrt em­bætisveldi. Inntil tá skal áheitan mín á løgtings- og landstýrismenn skal vera: Latum okkum varð­ veita okkara fríu fiskivinnu, sum hevur roynst okkum so væl higartil, at hon sjálvt eitt vána ár til fiskiskap og fiskaprísir gevur 3,5 miljardir krónur og eitt gott ár 4,4 miljardir krónur í útflutningsvirði. Hesir út­flutningur er grundarlagið undir 10 miljardum í BTÚ. Hann er breyð á borðið. Dag­ ligt breyð og okkara høga livistøði er av sonnum »ogn Føroya fólks.« Hví ikki selja embætið hjá Kára á uppboði? Fiskimaður og skipari Sámal Jacobsen