hósdagur 12. januar 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 9 - 12. januar 2006
Á páskum 2005 var
ættarmót hjá eftir
komarunum hjá
Onnu Louisu og
Jacob Paula Jacobsen
í Skálafirði. Tey fingu
10 børn og eftir
komararnir eru í dag
118 í tali
Ættarmót
Anna Louisa er úr Skálafirði
og giftist við Jacob Paula
Jacobsen, sum var ættaður
av Skansa í Syðrugøtu. Tey
fluttu í nýggj hús í Skálafirði
í 1949. Jacob Pauli hevði
sera gott handalag og bygdi
húsini sjálvur.
Jákup Pauli var sjómaður
tey fyrstu árini, til hann fekk
starv á Skála Skipasmiðju,
har hann arbeiddi, til hann
gjørdist sjúkur. Hann and
aðist 8. juni 1993, 78 ára
gamal.
Anna Louisa hevur altíð
verið sera røsk og eitt satt
konubrot. Tey árini maðurin
sigldi, og børnini vóru smá,
ordnaði hon alt arbeiði
heima, hon hevði ábyrgd
av børnunum, passaði hús
og heim og seymaði og
bant klæðir til børnini.
Eisini høvdu tey kúgv og
seyð, eins og torv, sum eis
ini skuldi fáast til høldar.
Anna Louisa átti tilsamans
12 børn, har av tvey vóru
deyðfødd. Hon verður 86
ár í hesum mánaðinum, hon
er framvegis virkin og væl
fyri.
Vit kunnu nevna at fyrsta
barnið, sum varð føtt í ár
var ein langommusonur hjá
Onnu Louisu.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Anna Louisa eigur 118 eftirkomarar
Anna Louisa Jacobsen saman við sínum 10 børnum. Aftara rað f.v.: Jonna Jacobsen, Skálafjørður, Jóan Pauli Jacobsen,
Skálafjørður, Paula Hansen, Skálafjørður, Hanus Jacobsen, Skálafjørður, Liljan Chung, Skálafjørður, og Arnfríður Jacobsen,
Skálafjørður,
Fremra rað f.v.: Kala Lamhauge, Rituvík, Ida í Kálvalíð, Tórshavn, Anna Louisa Jacobsen, Skálafjørður, Hertha Joensen, Strendur,
og Simona Pattinson, Funningsfjørður
Jacob Pauli
Jacobsen (1914-
1993), maður
Onnu Louisu
Herlon í Kálvalíð
slerdi út av
Neptunus í 1989,
20 ára gamal
Leif Chung doyði
27. desember í
1997, 9 ára gamal
Anna Louisa Jacobsen
saman við sínum
118 eftirkomarum,
10 børnum, 45
ommubørnum og 63
langommubørnum
Anna Louisa Jacobsen saman við
sínum 45 ommubørnum. Tveir
ommusynir eru deyðir, teir eru
Herlon í Kálvalíð og Leif Chung