Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. januar 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 9 - 12. januar 2006 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Kistan við Jonu Mikkel­ sen fer úr kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, fríggjadagin 13. januar kl. 18. Jarðarferðin verður úr Kristianskirkjuni leygardagin 14. januar kl. 13. Kistan við Ketty Joensen fer úr kapellinum á Klaks­víkar Sjúkrahúsið í fríggjadagin 13. januar kl. 16. Jarðarferðin verð­ ur úr leygardagin 14. januar kl. 12. Tey, ið vilja minnast Ketty, kunnu lata eina peningagávu til konta í Norðoyar Spari­ kassa. Leif Joensen úr Vági, vanliga nevndur Leif hjá Lanne, andaðist Týs­dagin 10. januar á Suð­uroyar sjúkrahúsið 69 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum á Suð­uroyar Sjúkrahúsið fríggjakvøldið kl. 18. Jarð­arferðin verður leyg­ ardagin kl. 13.00 úr Vágs kirkju. Kistan við Marjettu Heinesen, Klaksvík, fer úr kapellinum hós­ dagin 12. januar kl. 18. Jarðarferðin verður úr Kristianskirkjuni fríggjadagin 13. januar kl. 13. Tey, sum vilja minn­ast Marjettu, kunnu lata eina gávu til Sjómannskvinnuringin; konta í Norðoyar Spari­ kassa. Martin Christiansen, ættaður úr Fuglafirði búsitani á Frederiksberg, andaðist mánadagin 9. januar, 74 ára gamal. Jarðarferðin verður leyg­­ardagin 14.januar kl. 12.30, úr Bavenehøj kirke. Andlát og jarðarferðir Sæunn L. Petersen hevur tikið við starvi sum varaleiðari fyri deildir Sparikassans í Suðurstreymi, eftir at fyrrverandi varaleiðarin, Eyðun Mørkøre, er vorðin leiðari á nýggju deild Sparikassans í Klaksvík Tíðindaskriv Ein kvinna er komin í starv­ ið sum varaleiðari fyri deild­ irnar hjá Føroya Spari­kassa í Suðurstreymi. Talan er um hina 34 ára gomlu Sæunn L. Petersen. Hon hevur higartil verið leið­ari á sparikassadeildini í Hornabø í Havn, har hon gjørdist leiðari í august 2002, men frá 1. januar 2006 at rokna, hevur hon røkt nýggja starv sítt sum varaleiðari fyri deildirnar í Suðurstreymi. Sæunn L. Petersen er ættað úr Rituvík, og um­­ framt royndir og pen­inga­ stovnsútbúgving hev­ur hon eisini tikið HD í uttan­ ríkishandli. Hon tekur við nýggja starvi sínum eftir 34 ára gamla Eyðun Mørkøre, ið er farin í starv sum leiðari á nýggju deild Sparikassans í Klaksvík. Eyðun, sum er ættaður úr Klaksvík, hevur verið út­lánsleiðari á deildunum í Suðurstreymi síðani 1999 og eisini varaleiðari síðani desember 2002. Hann hev­ur royndir úr yrkinum og útbúgving frá Finans Aka­demiinum hjá danska fíggjarsektorinum. Deildin hjá Føroya Spari­ kassa í Klaksvík letur væntandi upp í fyrru helvt av februar, og fyribils skulu fýra fólk arbeiða á nýggju deildini. Tóra Hansen var ein út av fleiri næmingum í 10. flokki í Sørvágs skúla sum valdu at fara í starvsvenjing í Havn. 12 næmingar vóru í starvsvenjing í Havn, harav 10 vóru gentur. Vit vóru hjá Salong Tótu, har Tóra var í starvsvenjing, fyri at spyrja hana nakrar spurningar Starvsvenjing Poul Hallur Davidsen Hví valdi tú júst hetta starvið? Tí at eg skal kanska verða frisør, tá ið eg verið vaksin Hvat dámar tær at vera her? Mær dámar ordiliga væl Hvat hevur tú gjørt higar­ til? Sópað gólv, gjørt kaffi, føn­ að og slættað hár og tikið telefonina Hvat gert tú beint nú? Gerið klárt til ein arbeiðs­ dag Kundi tú hugsað tær at arbeitt við hesum í framtíðini? Ja Gleðir tú teg at fara aftur í skúla? Ja, eg gleði meg eitt sindur Hvussu er at vera í Havn? Super, tí at eg eri einsamøll, her er eingin mamma. Og tí at man kann gera alt møguligt her, sum t.d at bowla, fara í biograf og ymiskt annað. Sagt verður frá, at kæra kona mín, mamma, vermamma, omma og langomma okkara Jona Michelsen Klaksvík, ættað úr Vági andaðist á Norðoya Røktarheimi sunnudagin 8. januar 90 ára gomul. Kistan fer úr kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fríggjakvøldið 13. januar kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni leygardagin 14. januar kl. 13.00. Vegna familjuna Ólavur og børnini Tøkk Hjartaliga takki eg øllum tykkum mongu, sum gleddu meg á 85 ára føðingardegi mínum tann 5. november 2005. Takk til øll tykkum, sum møttu upp í føðingardag í Pálsstovu. Takk fyri gávur, blómur, heilsanir, talur og sangir. Takk til børn og ommubørn, verdóttur og versynir fyri at gera dagin so ógloymandi. Eisini ein stór tøkk til tykkum, sum gjørdu mat og borðreiddu. Tykkum øllum ynskist eitt av Harranum signað nýggjár. Anna á Váli Skørugøta 9, Tórshavn Tøkk Tøkk fyri sýnda samkenslu, tá okkara góði beiggi Hilmar Heinesen Tórshavn andaðist og varð jarðaður. Tøkk til Sonju Klein prest fyri troystarrík orð. Tøkk til sangarar, kirkjutænarar, gravarar, berarar og tykkum, sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðina og ervið, tøkk fyri blómur, kransar og heilsanir. Hjartans tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Emmy, Heini og Birgit Vaktarskifti í Sparikassanum Sæunn L. Petersen Eyðun Mørkøre Føni og slætti hár Tóra Hansen í Sørvági, sum gongur í 10. flokki, er í starvsvenjing hjá Salong Tótu í Havn